Atlantic Review
Síðan 1990 hevur Atlantic Review verið at finna umborð á øllum okkara flogførum. Her kanst tú lesa fleiri eldri útgávur av Atlantic Review
Atlantic Review kemur út fýra ferðir um árið. Í blaðnum er nógv spennandi og áhugavert tilfar; t.d. portrett, greinar um ferðavinnu, mentan, íverksetan, vinnu og nógv annað. Allar greinar eru prýddar við vøkrum og dygdargóðum myndum.
Tað ferðast sløk 400.000 ferðafólk um árið við rutuflogførunum hjá Atlantic Airways, og tí er Atlantic Review eitt upplagt lýsingavindeyga hjá tær ella tíni fyritøku. Niðanfyri sært tú yvirlit yvir lýsingaprísir og støddir.
Hevur tú spurningar ella ivamál, ert tú sjálvandi vælkomin til at venda tær til okkara á [email protected]
Atlantic Review lýsingaprísir
Tak Atlantic Review prísyvirlit niður HER.
Atlantic Review greinar

7. januar 2026
Kærleiki við fyrsta eygnabrá
Í eina fjórðingsøld hevur hann stjórnað Føroya Symfoniorkestri, men á nýggjárinum takkar Bernharður Wilkinson fyri seg og stjórnar orkestrinum fyri seinastu ferð. Maðurin við føroyska-bretska samleikanum og íblástri úr Íslandi hevur um nakar sett dám á og ment klassiska tónleikaumhvørvið í Føroyum. Sjálvur sigur hann, at talan var um kærleika við fyrsta eygnabrá. Nú vil hann uppliva heimin av nýggjum
19. november 2025
Frá sveisiskum kirsuberjum til Michelin-stjørnur í Føroyum
Tá ið Karin Visth í 2013 kom til Føroya at arbeiða sum vínserfrøðingur í KOKS, roknaði hon ikki við, at hon fleiri ár seinni fór at hava uppbygt sær eitt lív her við føroyskum manni og børnum. Nærlagdi víntænarin úr Sveis eigur stóran lut í ótrúligu ferðini hjá KOKS móti Michelin-stjørnunum, og hvønn dag gevur hon sítt íkast til menningina av Føroya gastronomisku framtíð
16. oktober 2025
Rithøvundur var ikki mín upprunaliga ætlan
Tað er ikki fyrr enn nýliga, at Elin á Rógvi av álvara er farin at kalla seg rithøvund. Upprunaliga var tað ikki tað, hon ætlaði. Men í roynd og veru kundi hon ikki lata vera. Har var ov nógv, ið mátti út. – Eg minnist, at eg hevði eina diskettu, og har stóð ‘Plan b’ á. Tað var í roynd og veru plan b, at eg setti meg at skriva, sigur Elin á Rógvi
2. februar 2025
Bjartir hondbóltsdagar
Bjarta Osberg Johansen og hinar á hondbóltslandsliðnum hava fingið nógv burtur úr lítlum. Í november skulu tær spæla endaspæl á fyrsta sinni
24. oktober 2024
Eg óttist líkasælu og intellektuellan dovinskap
Tað er so lætt at falla fyri freistingum og gerast offur fyri mentanarídnaðinum. Tað heldur yrkjarin Beinir Bergsson, ið óttast spíssborgarligu tilveruna sum eitt ótilvitað menniskja á ferð gjøgnum lívið. Lagnan og undirgrundsmentanin í høvuðsstaðnum hava kynt upp undir blómandi yrkjaran
14. august 2024
Vit kenna okkum heima í Føroyum, men verðin er okkara heim
Í summar flyta tær fimm nunnurnar í Føroyum av landinum, tí eftir 93 ár gevst fransiskanarsystralagið her á klettunum. – Tað er sorgblítt at siga Føroyum farvæl, men vit gleðast um, at katólska kirkjan heldur fram, og vit ivast ikki í, at vit fara at fóta okkum í øðrum kleystri, siga systrarnar. Ein grundarsteinur í kallinum hjá Fransiskanarasystrunum er at síggja allan heimin sum sítt heim og at boða gleðiboðskapin til øll
8. august 2024
Supermodell av tilvild
Hann lurtar eftir Tinganesti og Vágaverki, men verður samstundis flogin kring allan heimin til myndatøkur fyri nøkur av heimsins størstu klædnamerkjum. Meðan vinmenninir enn búgva í heimbygdini Miðvági, býr hann í Nashville saman við unnustuni, sum er altjóða poppstjørna. Í mótaheiminum er 22 ára gamli Jegor Antonov Venned supermodell, men í sínum egna hugaheimi er hann bara ein vanligur bygdardrongur úr Miðvági við einum óvanligum arbeiði
9. januar 2024
Hondbóltsføroyar í framlopi
Føroysk ítróttasøga varð skrivað, tá ið Føroyar fyrst bastu Ukraina í høllini á Hálsi og síðan nakrar dagar seinni á fyrsta sinni vunnu seg víðari til fyrsta EM-endaspæli í hondbólti – hondbóltshýrurin í Føroyum hevur sjáldan verið betri
11. desember 2023
Ljóðmúrurin sprongdist, og heimurin fór at sprota
Ásannandi, at tað bert eru eini 90 ár síðan, at føroyskt mál varð viðurkent sum undirvísingarmál, og at tað bert tekur eitt ættarlið at syndra eitt mál, so er tað einki løgið, at Jonhard Mikkelsen er ein ótolin maður. Hann er ágrýtin og avgjørdur, og eiðir smoyggja seg inn ímillum orðini. Men tað er ikki av málsligari armóð, at hann tekur harðliga til - tvørturímóti er tað fyri at undirstrika álvaran í tí, hann tosar um.
Maðurin, sum stjórnar Sprotanum, hevði als ikki væntað, at hetta, sum hendi, skuldi henda. At navnorðið Sprotin (ein sproti) skuldi knoðast til eitt sagnorð, og at tað fór at bera øllum til at sprota. Slíkt hendir bara í hendinga førum.

5. oktober 2023
Kærleikin til fuglalív og náttúru drívir verkið
Einki bókaverk hevur selt meira á forlagnum Sprotanum enn verkið ‘Fuglar okkara’, sum Silas Olofson og Jórun Pólsdóttir hava lagt til rættis. Tað er kærleikin til fuglalív og náttúru, sum hevur drivið verkið, siga høvundarnir. ‘Fuglar okkara’ er stórverk í trimum bindum og við hópi av myndum av fugli í Føroyum
28. mars 2023
– At vísa veruleikan, sum hann er, er heilt natúrligt fyri meg
Soleiðis sigur Brimheim, sum er í holt við at sláa sítt navn fast sum nýggja rokksangarinnan á norðurlendska himmalhválvinum. Hennara erligheit í tekstum og framførslum hava vakt ans, og hon verður samanborin við tær heilt stóru rokksangarinnurnar í modernaðari rokksøgu. Men aftan fyri djørvu kvinnuna finna vit eina smædna gentu, sum er drivin av erligheit og nærveru
11. februar 2023
Føroyska TikTok-fyribrigið Reiley stendur á gáttini til altjóða tónleikagjøgnumbrotið
Rani Petersen úr Havn hevur 10 milliónir fylgjarar á TikTok og plátusáttmála við heimskenda plátufelagið Atlantic Records, og nú stendur Rani á gáttini til stóra altjóða gjøgnumbrotið sum sítt annað ego, poppstjørnan Reiley. Men ferðin móti altjóða popptindunum byrjaði í dreingjakamarinum í barndómsheiminum í Havn
11. februar 2022
Olaf Johannessen: Ein gerst eyðmjúkur
“Um tú fert at hugsa um teg sjálvan sum nakað serligt, so er vandi fyri, at stígur kemur í. At tú ikki flytur teg longur. Eg havi ta uppfatan, at líka mikið hvørjum tú arbeiðir við, so ver forvitin eftir nøkrum nýggjum og onkrum, sum broytist. Ikki steðga upp og siga: Her eri eg, og eg dugi alt,” sigur 60 ára gamli Olaf Johannessen, ið nú fyri fjórðu ferð hevur fingið eina Reumert virðisløn
9. februar 2022
Sorgin er drívmegin í list míni
Alda Mohr Eyðunardóttir var bert 11 ára gomul, tá ið hon misti lítlusystur sína. Hóast hon bert er 23 ár, hevur hon fleiri ferðir upplivað deyðan og ta sváru hjartasorgina, ið fylgir ungdómslívinum. Lýsing hennara av sorg og trauma er blivin eitt eyðkenni, sum millum annað gjørdi sítt til, at hon sum fyrsti føroyingur í fleiri áratíggju fekk eitt lestrarpláss á Kongliga Danska Kunstakademiinum

27. januar 2022
Út av tromini við TROM
Føroyar taka nú av álvara lopið út av tromini sum films- og sjónvarpsframleiðandi land. Krimirøðin TROM, sum er seld týsk/franska sjónvarpsrisanum ZDF/Arte og stroymingtænastuni ViaPlay, er nógv tann størsta føroyska sjónvarpsframleiðslan higartil. Fíggjarætlanin er beint oman fyri 36 milliónir krónur, men sjálvt hugskotið til TROM fekk Torfinnur Jákupsson, meðan hann sum tannáringur stóð og vøkudroymdi við flakalinjuna í fiskavirkinum í heimbygdini Norðragøtu
6. august 2021
Ein føroyskur heimsmeistari í hondbólti
Jóhan á Plógv Hansen, 25 ár, uppvaksin í Havn, búsitandi í Silkeborg. Ein vanligur føroyskur drongur, sum í sínum barna- og ungdómsárum bara elskaði at spæla hondbólt og fótbólt í einum av heimsins smæstu høvuðsstøðum, Tórshavn. Her er søgan um ein ungan, føroyskan heimsmeistara í hondbólti 2019
21. november 2019
Sarah Mahfoud: Kul, um eg kundi boksað mín HM-dyst í Føroyum
Sarah Mahfoud er føroyingur, sýri, dani, boksari, heilsuhjálpari og vinnari í dansikappingini Vild med dans. Hon er onnur av bert tveimum professionellum kvinnuligum boksarum í Danmark, og hon droymir um møguleikan at sleppa til Føroyar at boksa sín fyrsta HM-dyst
23. september 2019
Ein undangongukvinna fyllir 100
16. juli 2019 hevði Elinborg Lützen fylt 100 ár, og tað hevur Listasavn Føroya sett sær fyri at hátíðarhalda. Elinborg var fyrsta føroyska listafólk at nema sær útbúgving innan fyri listarligt grafiskt arbeiði, og sostatt var hon ein undangongukvinna í grafiskari list í Føroyum.
27. august 2019
Vil verða bestur í heiminum
Hann venur 25 tímar um vikuna, og málið er at verða heimsins besti rógvari. Sverri Sandberg Nielsen hevur halgað alla sína tíð til knallhørðu venjingina í einum single-scullara í Bagsværd í Danmark. Har eru ongir liðfelagar, ábyrgdin er hansara og bara hansara
24. apríl 2019
Gulu súkklurnar við tí góða endamálinum
Gulu súkklurnar, ið venja til París-túrin, eru so smátt farnar at síggjast aftur á føroysku vegunum. Høvuðsendamálið er at savna inn pening til børn við álvarsligum sjúkum, men verkætlanin fevnir eisini um familjur, sum hava verið í djúpari kreppu. Tí hava Eyð Matras og Tummas Joensen meldað seg til Team Rynkeby 2019.
22. mars 2019
Hammershaimb 200 ár: Hann gav menniskjanum gætur
Hann er sjálv ímyndin og faðirin at føroyska skriftmálinum. Men málið lá ikki fremst í huga hjá tí viðbrekna og kensluborna V. U. Hammershaimb. Tað gjørdi menniskjað. Hann var fyrst og fremst prestur, kristin og hjartagóður humanistur8. oktober 2018
Sverre Nolsøe, íverksetari og uppfinnari av SafeFriend: Vil bøta um ein stóran trupulleika
Longu í 2003 fór fyrsti tankin um tað, sum í dag hevur ment seg til persónliga alarmin SafeFriend, at spíra hjá havnarmanninum og íverksetaranum Sverra Nolsøe. Í dag, 15 ár seinni, er hann klárur at senda SafeFriend á marknaðin og gera heimin tryggari20. januar 2018
Atlantic Airways 30 ár: Arbeiddu í loyndum við at stovna føroyskt flogfelag
Ein samanrenning av miðvísi, hepni og tilvild var orsøkin til, at Atlantic Airways varð sett á stovn í 1987 og síðani fleyg sín fyrsta túr í 1988.
“Hevði Atlantic Airways ikki verið stovnað tá, ivist eg í, um vit yvirhøvur høvdu havt eitt føroyskt flogfelag í dag,” sigur Lasse Klein, sum var landsstýrismaður um hetta mundið, og sum stóð á odda fyri at fáa sett á stovn eitt føroyskt tjóðarflogfelag20. januar 2018
Tað hjartað sær, gloymist ei
Hon hevur altíð teknað og altíð vitað, at hon vildi verða listakvinna, og í dag telist hon millum okkara virknastu listafólk.
“Myndirnar eru míni hjartabørn. Viðhvørt kann eg sjálv blíva so involverað, at tær eru torførar at lata frá mær,” sigur 67 ára gamla Sigrun Gunnarsdóttir, sum í hesum døgum hevur stóra afturlítandi framsýning á Listasavni Føroya12. desember 2017
Katrin og fullkomnu aldurnar
Hóast Føroyar eru kringsettar av sjógvi, hevur surfing ikki verið serliga útbreitt. Men seinastu árini hava fleiri og fleiri surfarar verið at sæð á aldunum, sum bróta seg inn á strendurnar.
- Tað snýr seg um at finna tær góðu aldurnar, sigur Katrin W. Bærentsen, sum er ein av surfarunum18. september 2017
Til gongu í Klæmintsgjógv
Eitt av føstu og heilt serligu ferðamálunum seinastu árini hava verið ferðirnar hjá Norðlýsinum í Klæmintsgjógv í Hesti. Nú eru ætlanir at gera Klæmintsgjógv atkomandi alt summarið – til gongu.15. juli 2017
Fjøllini toga í meg
Hann dugir illa at halda seg til smølu gøtuna. Hevur gingið fleiri tímar einsamallur í fjøllunum við keiktum beini. Heldur Enniberg vera eitt tað vakrasta staðið í Føroyum. Og hevur altíð fleiri tól við í ryggsekkinum. Mongu túrarnir hjá Pól Sundskarð í fjøllunum hava lært hann nógv. Ein vitan, sum hann nú letur víðari á heimasíðuni hiking.fo15. juli 2017
Føroya Fólkaháskúli - tann skapandi skúlin
Á Føroya Fólkaháskúla snýr tað seg enn sum áður um søgu, mál og mentan og ikki minst: um tað skapandi; tað kreativa. Skriving, sang, sjónleik, tónleik, tekning, dans osfr. Og ungi, karismatiski háskúlastjórin, Annfinnur Heinesen, ivast ikki:
“Øll ung fáa gagn av at styrkja sínar kreativu eginleikar. Vit ynskja, at háskúlin skal vera ein skapandi og sosialur frístaður, har øll kunnu fáa okkurt gott burturúr, og har øll kunnu kenna seg vælkomin.”17. apríl 2017
Føroyar eru meir enn tað, vit síggja út gjøgnum køksvindeygað
Sakaris Stórá leggur í løtuni seinastu hond á sín fyrsta spælifilm Dreymar við havið. Ungi skopuningurin, sum við tveimum stuttfilmum um ung í Føroyum sló sítt navn fast á filmshimmalin. Við sínum gerandisrealistiska frásøgukynstri er hann við til at seta føroyskan film á heimskortið. – Tað er umráðandi at fortelja søgur, sum ímynda okkara tíð. Og tað merkir eisini tær søgurnar, ið okkum ikki dámar so væl at síggja, sigur leikstjórin.15. apríl 2017
William Heinesen og myndlistin
Ein navnakapping hjá Atlantic Airways í 2016 endaði við, at allur flotin hjá flogfelagnum fekk listafólkanøvn; størsta og nýggjasta flogfarið eitur William eftir navnframa William Heinesen.15. apríl 2017
Í treysti til sín sjálvs
Matstovan Koks er nýggja kreativa stjørnan í Føroyum. Tað varð greitt á samkomu í Stockholm, har Poul Andrias Ziska, høvuðskokkur, Karin Visth, víntænari, og Johannes Jensen, stjóri, tóku ímóti Føroya fyrstu Michelinstjørnu.9. mars 2017
Tað er ein vakurleiki í sorgblídninum
Hansara stílur er eyðkendur. Hvørt tað eru sjónbandaløg, stuttfilmar ella ræðufilmar, eru teir eyðkendir við einum heilt serligum stíli, ið er merktur av dramatikki og sorgblídni. Og so er kvinnan sum oftast í sentrum í hansara verkum. – Eg havi kent nógvar sterkar kvinnur, og persónliga haldi eg kvinnur sum evni vera meir spennandi at arbeiða við enn menn, sigur Heiðrik av Heygum.15. januar 2017
Lisbeth Nebelong: Eg kenni meg heima her
Fyri Lisbeth Nebelong, rithøvund, hevur tað stóran týdning javnan at vitja í Føroyum, og kennir hon tað, sum hevur hon stórt tilknýti til landið. Tað kemur millum annað eisini til sjóndar í tríbindsverkinum Færø Blues, sum kom á marknaðin seint í fjør. Tríggjar skaldsøgur í einum við Føroyum og føroyingum sum sambindingarliði.