Skip to main content
Atlantic Airways Logo

Eg óttist líkasælu og intellektuellan dovinskap

Tað er so lætt at falla fyri freistingum og gerast offur fyri mentanarídnaðinum. Tað heldur yrkjarin Beinir Bergsson, ið óttast spíssborgarligu tilveruna sum eitt ótilvitað menniskja á ferð gjøgnum lívið. Lagnan og undirgrundsmentanin í høvuðsstaðnum hava kynt upp undir blómandi yrkjaran

Eg óttist líkasælu og intellektuellan dovinskap

24. oktober 2024

Hendan greinin hevur upprunaliga staðið í Atlantic Review #4 í 2023. 
Skrivað hevur Jákup Bogi Joensen / Mynd: Súsanna Smith Johansen

Beinir Bergsson er yrkjari og ímynd av tí nýggja og blómandi ættarliðnum av yrkjarum og rithøvundum í teirri livandi undirgrundsmentanini í høvuðsstaðnum. 

– Ein kaffe latté, takk, sigur hann brosandi og sessast við borðið í eini av miðbýarins kringlutu kaffistovum. 

Ein lætti – ella ikki. 

Hann er til staðar. Ein eginleiki, ið tykist honum líka viðføddur og evnini at yrkja og skriva. Men inni við seg sjálvan ber hann óttan og ræðsluna fyri dekadentu spilluni og undirganginum. Ja, rætt og slætt fyri lagnuni.  

– At yrkja er ein máti at halda í nakkan á mær sjálvum, sigur hann. 

Orðini hava tyngd og viga nógv á vágskálini. Tónin avdúkar, at hann meinar tað í álvara. 
Men hvat merkja tey, orðini? Og hví er tað so umráðandi fyri yrkjaran við kringa penninum og poetisku lýsingunum at halda í nakkan á sær sjálvum?

– Eg óttist líkasælu og intellektuellan dovinskap og spíssborgaran í mær. Tað er so lætt at falla fyri freistingum og gerast offur fyri tí mentanarídnaði, sum týski heimspekingurin Theodor Adorno ávaraði um longu miðskeiðis í farnu øld. Tað er so lætt á okkara døgum at fara lætt um lívið, lena seg afturá og rura seg í blund við lættisoppatilfari og tómum kalorium og gloyma uppgávuna at vera til staðar sum eitt reflekterandi menniskja, ið fyriheldur seg til heimin. Hugsa vit okkum ikki um og røkja uppgávuna, skapast gróðrarbotnur fyri frástøðu, og í frástøðuni er vandi fyri kulda og kensluloysi, at vit einki leggja í onnur menniskju og hava nóg mikið í okkum sjálvum. Tað er tað, ið eg óttist mest, og eg ræðist tankan um at vera eitt slíkt menniskja, sigur hann.

Harða lagnan
Beinir Bergsson er føddur í 1997. 

Barnaheimið er í Sørvági. Mamman er skrivstovukvinna, og pápin var handverkari. Uppvøksturin var góður og tryggur í heimbygdini, men lagnan gjørdist kortini hørð. 

Beinir varð blaðungur hart royndur av lívinum og gjørdist tíðliga tilvitaður um lívsins eksistentiellu og stundum beisku grundkor, tá ið pápin fekk staðfest krabbasjúku. Hann andaðist í 2010. Tá var Beinir bara 13 ára gamal og á gáttini til truplu og skiftandi tannárini. Skúlin og fólk í nærumhvørvinum royndu sum frægast at veita linnandi hjálp. Beinir var til samrøður hjá sálarfrøðingi og var partur av sorgarbólki. Hann fekk til uppgávu at skriva um sorgina og festa á blað sínar tankar og kensluligu upplivingar. Og hóast tað lá væl fyri at orða fyndugar setningar, var tað als ikki ein uppgáva, honum hóvaði. Tvørturímóti. 

– Eg hataði tað inn á sálina, sigur Beinir og letur tøgnina tala.  

Tekstirnir vórðu tí skjótt skúgvaðir til viks og goymdir burtur í skuffuni. Har lógu teir, fúnaðir og næstan gloymdir, í fleiri ár. 

Men so hendi nakað. Eitt hugskot stakk seg brádliga upp og fór at mala í høvdinum. Beinir tók tekstirnar fram aftur, snikkaði teir til og gav í 2017 út sítt fyrsta yrkingasavn undir heitinum Tann lítli drongurin og beinagrindin. Savnið ber brá av sorg og sakni og heimleysum kærleika. 

Tað, sum í fyrstu syftu tóktist sum ein endaleys líðingarsøga uttan stórvegis meining, hevði fingið nýtt lív og luft undir veingirnar. Ein 18 ára gamal unglingi steig fram í ljósið við sínum gávum og sjáldsama góðu evnum at yrkja og skriva. 

Sjálvur heldur Beinir, at stórur munur er á fyrsta savninum og tí seinna, Sólgarðurin, sum kom út í 2021. 

– Fyrra savnið er skrivað av einum skrivandi menniskja, men ikki einum yrkjara. Tað er tað seinna savnið afturímóti, sigur hann.

Hann grundgevur millum annað við nærskylda sambandinum millum skap, form og innihald, ið er hugsað og flættað saman í eina hægri listaliga eind. 

– Onkursvegna var kenslan, tá ið seinna savnið kom út, at skaldskapurin varð øðrvísi vigaður, og at eg á fyrsta sinni skuldi prógva mítt virði sum veruligur yrkjari, sigur hann. 

Fýra ár eru millum tey bæði yrkingasøvnini, sum Beinir Bergsson higartil hevur latið úr hondum undir egnum navni. Fýra ár er long tíð, ásannar hann. Og hóast søvnini ikki eru stór í vavi, er ein orsøk at finna handan tíðarhvarvið. 

– Tað tekur drúgva tíð at yrkja og skriva inn á bein, at finna inn til sjálvan kjarnan í tí boðskapi, eg fegin vil hava fram í mínum yrkingum. Tað krevst av einum yrkjara at duga neyvt at lýsa tað, ið yrkt og skrivað verður um. Tí er tað at kalla eitt sisyfos-arbeiði at yrkja og alla tíðina at lúka ókrútið burtur. Til endans er næstan einki eftir og bara tey orðini, sum veruliga hava týdning og neyvt lýsa tað, ið yrkjarin vil hava fram í ljósmála; ein kensla, ein hending ella ein íkomin støða til dømis. Og kortini hevur yrkjarin neyvan eitt fullfíggjað svar um lívsins loynidómar. Heldur er talan sum oftast um ein undrandi spurning og eina rannsakan við orðinum og spískaða penninum sum amboði, sigur hann. 

Ein lívsstílur
Arbeiðið sum yrkjari og skrivandi høvundur er ofta eitt ógvuliga undirmett og lítið virðismett arbeiði, heldur Beinir Bergsson, tí yrkjarin er í grundini altíð til arbeiðis. Tað er ein lívsstílur, sigur hann.  

– Yrkjarin skal alla tíðina vera til staðar, sansa, uppliva og taka til sín. Tað er ein máti at vera og vera til sum menniskja í hesum heimi. Á nógvar mátar er tað ein filosofisk og djúphugsin tilvera. Ein máti at eygleiða og fanga løtuna og ymisku brigdini. Tað er ein roynd at skilja og fata heimin og festa upplivingarnar á blað. Yrkið sum yrkjari er tí bæði eitt kensluligt og eitt kognitivt arbeiði, og tað ræður um at vera opin fyri tí, sum vísir seg, sigur hann. 

Men hvat er tað, sum Beinir Bergsson yrkir um í sínum yrkingum? 

– Eg yrki í stóran mun um kærleika, tí kærleikin hevur nógv andlit. Tað kann vera um ein universellan kærleika, næstakærleika ella um samkyndan kærleika. Tað kann eisini vera um vantandi kærleika, um kærleika, sum ikki er, sigur hann. 

Men hann leggur dent á, at tað stundum kann vera bæði skilagott og neyðugt at gera skilnað millum persónin Beinir og yrkjaran av sama navni, tí yrkingarnar siga ikki neyðturviliga nakað um hansara persónligu upplivingar. Tær endurgeva heldur eitt klípi av einum afturvendandi, eksistentiellum grundtóna og spurninginum, hvat tað er at vera menniskja. 

– Kynstrið sum yrkjari er at duga at lyfta eina persónliga uppliving so langt uppfrá sum gjørligt, so talan verður um eina almenna og universella lýsing. Røddin hjá yrkjaranum skal vera erlig og autentisk, men ikki neyðturviliga privat og persónlig. Tá er ein yrking ofta væleydnað, sigur hann. 

Sjálvur heldur Beinir Bergsson, at tað er í grundini nógv at krevja av fólki, at tey seta stundir av til at lesa yrkingar og royna at skilja og fata tað, ið yrkjarin hevur upp á hjarta. Hann ásannar, at tað er ein tíðarkrevjandi ítrótt at lesa yrkingar, tí ofta vil yrkjarin fáa lesaran at steðga á og dvølja við eitthvørt – at hugsa seg um. 

– Eg havi varhugan av, at fleiri gevast at lesa yrkingar, tá ið tey gerast dovin og ikki longur kenna tørv á sær at undrast, seta spurningar og leita eftir brigdum og frábrigdum í tilveruni. Tað er harmiligt, tí yrkingar skulu bjóða lesaranum av, sigur Beinir. 

Óvissan
Hóast evnini at yrkja og skriva dygdargóðar tekstir eru eyðsýnd, hóvar honum illa tankan um tann serliga einstaklingin, ið skarar framúr og verður hevjaður til skýggja sum eitt satt geni. 

– Eg eri heppin og lukkuligur um at vera partur av einum spírandi og blómandi listaligum umhvørvi, og eg ivist stórliga í, um mínar yrkingar høvdu verið so væl skrivaðar og egnaðar til útgávu uttan góð og dugnalig fólk rundan um meg, sigur hann. 

Spurningurin er so, um vit skulu vænta fleiri yrkingar og útgávur frá hansara hond. 

– Tað fer tíðin at vísa. Í løtuni eri eg eitt sindur í iva, og framtíðin hongur í leysum lofti, sigur hann. 

Orsøkin er, at eitt innara stríð hevur tikið seg upp millum skrivingina øðrumegin og annað gerandis hinumegin. Ein veruleiki, ið er ein samanrenning av fleiri ymsum viðurskiftum. 

– Ein av mínum størstu dreymum er at fáa børn. Men tað er ikki júst tann lættasti vegurin sum samkyndur, heldur ikki sum samkyndur í parlagi, tí harðar treytir verða settar til foreldur, sum vilja ættleiða, sigur hann. 

Og so eru tað allar hinar treytirnar. Tær peningaligu ikki minst. At vinna til lívsins uppihald sum listafólk, ið ikki hevur fasta inntøku, men skiftandi, er ofta ein stór avbjóðing og møtir ikki altíð vælvild í samfelagnum. Peningastovnarnir fáa toyggið fyri at seta ov harðar treytir fyri láni til bústað og egið heim. 

– Púra vanlig fólk, fyri ikki at tala um listafólk, ið arbeiða undir óvanligum umstøðum við skiftandi inntøku, hava ongan kjans, sigur hann og leggur afturat, at soleiðis átti tað ikki at verið. 
Og so venda vit aftur til spurningin, um fleiri yrkingar og útgávur kunnu hugsast. 

– Møguliga og møguliga ikki. Eg vóni tað, men eg eri eisini komin til ta niðurstøðu, at eg livi fínt, um ikki fleiri útgávur leggjast aftrat. Tað hevur minni at siga fyri meg, um fólk síggja meg sum yrkjara og listafólk og vænta nakað av mær. Eg eri fyrst og fremst eitt menniskja, sum vil vera til staðar í lívinum, sigur hann. 

FAKTA: 
Beinir Bergsson er føddur í 1997. 
Hann er yrkjari og týðari og hevur lisið týskt, bókmentir og týðingarfrøði á lærda háskúlanum í Reykjavík. 
Hann hevur lisið ritlist á útbúgvingini í listaligum arbeiði á Fróðskaparsetri Føroya. 
Beinir Bergsson hevur higartil latið tvey yrkingasøvn úr hondum. Tað fyrra, Tann lítli drongurin og beinagrindin, kom út í 2017, og tað seinna, Sólgarðurin, í 2021. Yrkingasøvnini eru týdd til onnur mál, eitt nú íslendskt, danskt og grikst. 
Fleiri av yrkingum hansara hava staðið á prenti í føroyskum tíðarritum, og aðrar yrkingar eru somuleiðis givnar út í bløðum og tíðarritum uttanlands. 
Beinir Bergsson varð sum tann fyrsti heiðraður við Ebbu-virðislønini hjá Rithøvundafelagi Føroya í 2018.  
Hann var innstillaður til Norðurlendsku Bókmentavirðislønina í 2021 fyri yrkingasavnið Sólgarðurin.