Pass og visum
Minst til at kanna pass og visum-reglurnar í landinum, sum tú ferðast til.
Tað er tú sjálv/ur, ið hevur ábyrgdina av at kanna og halda pass- og visumreglurnar í landinum, sum tú ferðast til. Ymsar reglur eru galdandi á teimum ymsu ferðamálunum.
Vit mæla altíð til at hava passið við á ferðini.
Norðurlond:
Sum meginregla er ikki neyðugt við passi, tá ið tú ferðast í Norðurlondunum. Tá er nóg mikið við gyldugum samleikaprógvi við mynd, so sum koyrikort.
Onnur lond:
Á heimasíðuni hjá danska uttanríkisráðnum sært tú, hvørjar reglur eru galdandi fyri onnur lond, ella hvar tú skalt venda tær fyri at kanna hetta nærri. Trýst her!
ETA
Frá 1. apríl 2025 var kravt, at øll, ið skulu ferðast í Stóra Bretlandi, hava eitt sokallað ETA, Electronic Travel Authorisation. Tað ber til at søkja um hetta á netinum ella við eini app. Viðgerðartíðin er upp til tríggjar arbeiðsdagar.
Trýst HER fyri at søkja um eitt ETA. Um tú vilt vita meira ber til at trýsta HER.
