Skip to main content
Atlantic Airways Logo

Prísir & treytir

Rutuflúgvingin við tyrluni hjá Atlantic Airways er stuðlað av føroysku myndugleikunum. Endamálið er at knýta oyggjarnar saman og at geva útoyggjafólki eitt regluligt og smidligt samband við meginøkið.

Niðanfyri finnur tú kostnaðaryvirlit fyri farm og ferðaseðlar.

Prísurin fyri rutuflúgving við tyrluni er broyttur tann 1. september 2022. Kostnaðurin fyri ferðina verður ásettur alt eftir, hvar tú hevur bústað.

Fyri at síggja kostnaðin fyri ynsktu ferðina, skalt tú fyrst velja, um tú hevur skrásettan bústað í Føroyum ella ikki.

Gev gætur: Fyri at tryggja tær, at navn og bústaður eru rætt skrásett, ber til at rita inn á Vangan og hyggja í fólkayvirlitið, sum Umhvørisstovan umsitur.

Prísir

Tú kanst bíleggja ferðaseðlar til tyrluna HER. Vinarliga legg til merkis, at tú í fyrsta lagi kanst bíleggja sjey dagar undan fráferð á øllum leiðum uttan Froðbiarleiðini, har kanst tú bíleggja tveir dagar áðrenn fráferð. 

Hvagar gongur leiðin við tyrluni?

Frá
Til

Avsláttur

  • Børn 7 - 12 ár gjalda 50% av ferðaseðlakostnaðinum á rutuflúgvingini.
  • Børn 2 - 6 ár ferðast ókeypis og fáa sítt egna setur á rutuflúgvingini.
  • Børn 0 - 23 mánaðir ferðast ókeypis, men fáa IKKI nakað setur á rutuflúgvingini.
  • Pensiónistar gjalda 50% av ferðaseðlakostnaðinum á rutuflúgvingini.
  • Eingin avsláttur er møguligur á rundtúrunum

Treytir o.a.