Leiga bil

Tá ið tú bíleggur ein leigubil á hesi síðu, er Atlantic AIrways bert at meta sum millumlið millum kundan og samstarvsfelag okkara á økinum, og Atlantic Airways hevur tí onga ábyrgd fyri bilaleiguni og kann ikki svara spurningum viðvíkjandi tíni bílegging. Hevur tú spurningar ella trupulleikar við bíleggingini, ber til at ringja til CarTrawler á telefon +44 20 33 93 38 62

Minst til at kanna hjá tínum tryggingarfelag, hvørja trygging tú hevur í sambandi við bilaleigu uttanlands. 

Les altíð allar treytirnar fyri leiguni, tá ið tú leigar ein bil. 

GG! Flestu bilútleigarar krevja, at tú hevur eitt kredittkort, tá ið tú skalt leiga ein bil. Kanna tí hjá tínum banka, hvat slag av korti, tú kanst brúka til bilaleigu, áðrenn tú bíleggur á netinum.