Tað hjartað sær, gloymist ei
Hon hevur altíð teknað og altíð vitað, at hon vildi verða listakvinna, og í dag telist hon millum okkara virknastu listafólk. <br />“Myndirnar eru míni hjartabørn. Viðhvørt kann eg sjálv blíva so involverað, at tær eru torførar at lata frá mær,” sigur 67 ára gamla Sigrun Gunnarsdóttir, sum í hesum døgum hevur stóra afturlítandi framsýning á Listasavni Føroya
20. januar 2018
Skrivað hevur Solveig Hanusardóttir Olsen,
Myndir: Beinta á Torkilsheyggi
Vegirnir skáka sær í ein klingruvasa millum hús og landslagið. Ovarlaga í bygdini, innast á gøtuni standa húsini og atelierið hjá listakvinnuni. Føroyar eru, sum flestum kunnugt, eitt vakurt land, men hetta útsýnið er nakað heilt serligt. Í sjónarringinum stendur brimbarda, bratta bergið beint úr sjónum, og í havsbrúnni samantvinnast sjógvur og himmal í eitt endaloysi.
Inni í atelierinum situr Sigrun Gunnarsdóttir í einum bleytum, reyðum lenistóli. Hon er avgjørd og rólig, seig og blíð. Friðarliga heimbygdin stendur sum mótsetningur til eitt hendingaríkt lív. Hon hevur ferðast víða hvar, savnar sær íblástur og vinaløg í fjarskotnum londum.
“Sum listafólk treingi eg til at ferðast. Eg upplivi nógv og savni íblástur.”
Men friðsælan á Eiði er besti grundvøllurin hjá henni; úti gott, heima best.
Lenistólurin hevur verið við á fleiri framsýningum. Sigrun dámar væl, at framsýningarnar hava ein persónligan dám, eru heimligar og hugnaligar, og tá er lenistólurin eitt gott ískoyti. Hetta innbjóðandi huglagið merkist eisini í atelierinum og í málningunum, sum hanga á veggunum.
Eitt er greitt: myndirnar eggja okkum til at hugsa. Tað er eisini málið hjá Sigrun:
“Eg vil fegin fortelja eina søgu. Eg hugsi nógv um undirtónan í myndini. Eg vil hava eina góða atmosferu samstundis við, at myndin skal hvíla í sær sjálvari. Súmbolini skulu vera har, kortini skulu tey ikki vera har.”
Hesir tvíningarnir geva okkum møguleika at undrast, at tulka og pláss til at skapa eitt persónligt tilknýti til myndirnar.
Stórar verkætlanir
Í atelierinum á Eiði er nógv á skránni. Seinastu tíðina hevur arbeiðsdagurin snúð seg um at fyrireika stórar verkætlanir. Sigrun hevur ikki minni enn tríggjar listprýðingar fyri framman: frítíðarskúlin í Eysturkommunu, Glasir í Marknagili og H-bygningurin á Landssjúkrahúsinum. Og Sigrun er til dystin fús.
“Eg skal bæði gera list til børn, til ung og til sjúk. Tað er ein breið móttakarafjøld, og listin skal lagast eftir tí. Tað er ein avbjóðing, men eg haldi, at tað er ordiliga stuttligt at sleppa at arbeiða so fjølbroytt.”
Umframt listprýðingarnar hevði Sigrun stóra afturlítandi framsýning á Listasavni Føroya frá januar til apríl 2018. Elstu myndirnar vóru frá fyrst í 1970-árunum, so nærum ein hálv øld av listaligum avrikum vóru at velja í. Millum hesi vóru fleiri myndir, sum kunnu sigast at vera vorðnar klassikarar í føroyskum høpi; til dømis myndin av eini ommu í arbeiðsklæðum, sum mitt í dagsins yrki hevur givið sær stundir at sessast og leggja saman hendur.
Listin hjá Sigrun er serstøk. Hon brýtur frá øllum øðrum, sum vit kenna í føroyskum høpi, bæði í innihaldi og stíli. Málningarnir siga søgur, sum spretta úr lívi og tonkum hennara. Teir avmynda náttúru, familju og átrúnað og viðgera eksistentiellar spurningar. Stílslagið er figurativt og forteljandi. Hon málar við akrýl á lørift, og hetta ger litirnar óblankar og eitt sindur grátónaðar. Bakgrundin er ofta ein stórur, einlittur flati, og umhvarvið av myndevnunum er málað við svørtum linjum.
“Eg skal bæði gera list til børn, til ung og til sjúk. Tað er ein breið móttakarafjøld, og listin skal lagast eftir tí. Tað er ein avbjóðing, men eg haldi, at tað er ordiliga stuttligt at sleppa at arbeiða so fjølbroytt.”
Umframt listprýðingarnar hevði Sigrun stóra afturlítandi framsýning á Listasavni Føroya frá januar til apríl 2018. Elstu myndirnar vóru frá fyrst í 1970-árunum, so nærum ein hálv øld av listaligum avrikum vóru at velja í. Millum hesi vóru fleiri myndir, sum kunnu sigast at vera vorðnar klassikarar í føroyskum høpi; til dømis myndin av eini ommu í arbeiðsklæðum, sum mitt í dagsins yrki hevur givið sær stundir at sessast og leggja saman hendur.
Listin hjá Sigrun er serstøk. Hon brýtur frá øllum øðrum, sum vit kenna í føroyskum høpi, bæði í innihaldi og stíli. Málningarnir siga søgur, sum spretta úr lívi og tonkum hennara. Teir avmynda náttúru, familju og átrúnað og viðgera eksistentiellar spurningar. Stílslagið er figurativt og forteljandi. Hon málar við akrýl á lørift, og hetta ger litirnar óblankar og eitt sindur grátónaðar. Bakgrundin er ofta ein stórur, einlittur flati, og umhvarvið av myndevnunum er málað við svørtum linjum.
Aftur til byrjanina
“So leingi eg minnist, havi eg teknað, og eg havi altíð vitað, at eg skuldi vera listakvinna,” sigur Sigrun Gunnarsdóttir.
List var eisini ein stórur partur av gerandisdegnum frá barnsbeini av. Abbi hennara var kendi landslagsmálarin Niels Kruse. Hon var bert trý ára gomul, tá ið hann doyði, men hansara eftirmæli og málningarnir í barndómsheiminum ávirkaðu lívsleið Sigrunar. Sum smágenta teknaði hon nógv. Hon var serliga hugtikin av andlitsmyndum, eygleiddi tær til minsta smálut og royndi at tekna eftir.
Í 1971 flutti Sigrun til Keypmannahavnar at ganga í tekniskúla á Glyptotekinum. Hetta var ein stór broyting fyri eina 21 ára gamla bygdargentu av Eiði, men fyri Sigruna var tað eitt sjálvsagt fet á leiðini.
“Eg fór til Danmarkar, og vinkonurnar hjá mær blivu giftar.”
Í tvey ár fekk hon undirvísing í tekning, og hon lærdi nógv. Undirvísarin eggjaði henni til at søkja inn á Kunstakademiið í Keypmannahavn. Sigrun visti, at nógv vóru um boðið - umleið 200 fólk søktu, og einans 20 sluppu inn. Hon visti eisini, at hennara stílur líktist frá rákinum tá í tíðini, tí meginparturin av hennara javnlíkum málaðu abstrakt. Men hetta var eingin forðing. Sigrun slapp beinleiðis inn, og hetta tíðarskeiðið mentist hon nógv sum listafólk.
Nýtt flog
Á eini ferð til Ísraels í lestrartíðini hitti Sigrun Tord Niclasen úr Vágum. Tey gjørdust góð, og í 1980 fluttu tey heim eftir loknan lestur. Tey giftust og fingu trý børn: Mariu, Pætur og Heina. Hetta gjørdi, at Sigrun helt ein steðg við listini. Hon savnaði seg um børnini og neyt at síggja tey vaksa upp.
Fyrst í 1990-árunum trein Sigrun fram aftur við listini:
“Steðgurin var gagnligur, og eg kom í gongd aftur við endurnýggjaðari orku.”
Tað er tá, at listabúnin sum vit kenna í dag, tekur skap. Samstundis vildi lagnan, at hetta gjørdist ein avbjóðandi tíð.
“Fyrst í 90-árunum kom deyði inn í okkara familju. Tað rakti meg hart. Tá var tað fyrstu ferð, at eg byrjaði at arbeiða við súmbolum upp á sama máta, sum eg geri í dag.”
Sigrun brúkti listina til at seta orð á kenslur og viðgera sorgina.
“Øll uppliva upp á okkurt tíðspunkt, at lívið verður sett í perspektiv, og tá mennist man ofta.”
Og úr hesum mentist súmbolheimurin, sum er vorðin sermerkið hjá Sigrun. Millum hesi eru liljan, spurvurin, lykilin og verndareingilin. Elalítli fuglurin, sum er á nógvum myndum ber vitni um, at ikki ein spurvur fellur til jarðar uttan Guds vilja (Matt. 10, 29).
Kuummiut
Eitt annað tíðarskeið, tá ið lívið varð sett í perspektiv, var í 1998-99, tá ið Sigrun og familjan búðu í lítlu bygdini Kuummiut í Eysturgrønlandi.
“Kuummiut var eitt veiðimannasamfelag burturav. Fólk í bygdini vóru illa fyri sosialt, og tað var ordiliga hart at vera har í byrjanini.”
Men eftir eina tíð funnu tey seg til rættis.
“At koma heim aftur og sodna upplivingina gjørdi, at eg eg havi ordiliga góð minni frá tíðini. Tað var tungt til tíðir, men hinvegin eisini læruríkt, og eg hevði ikki viljað verið tað fyriuttan.”
Lívið í Grønlandi ávirkaði Sigrun heilt inn í sálina.
“Alt gav mær nakað, sum ikki kann forklárast í orðum. Náttúran, veðurlagið, ljósið, kvirran - alt var øðrvísi. Tú vart eitt við náttúruna. Tað var, sum komst tú tí tættari ævinleikanum og Guðs nærveru.” Og árið í Kuummiut broytti eisini listina hjá Sigrun.
“Tað sæst aftur í málningunum. Listaliga mentist eg jú uttan iva, eisini tí, at listin og menniskjað kann ikki skiljast sundur. Óbeinleiðis ávirkar árið í Kuummiut enn myndirnar.”
Tað, sum hjartað sær, gloymist ei
Lívið verður eisini sett í perspektiv við aldrinum. At missa foreldrini og gerast partur av eldra ættarliðnum hevur ávirkað Sigrun.
“Nú styttist lívið. Foreldrini eru bæði farin frá foldum, og nú eru vit næst í røðini. Tað er bara so,” sigur hon avgreidd um støðuna. Hetta innlitið endurspeglast eisini í listini, meira ítøkiligt í myndunum, sum Sigrun hevur málað av mammu síni.
Tað var ikki fyrr enn, tá ið Sigrun gjørdist mamma, at hon megnaði at mála mammu sína.
“Tað var eitt eymt evni at viðgera. Ikki fyrrenn eg sá og skilti, at eingin var fullkomin, kundi eg mála mammu.”
Sigrun hevur málað fleiri myndir av eldri kvinnum. Beinraknu lýsingarnar av vísu, gomlu kvinnunum vísa eina virðing og takksemi fyri umsorganini og førningin, sum tær hava borið víðari til komandi ættarlið.
“Men nú skal ikki alt gerast so tungt og dapurt” sigur Sigrun og brýtur álvarsama huglagið. Sjálvt um hon er 67 ára gomul, er hon ikki liðug á listaligu lívsleiðini.
“Eg føli meg slettis ikki 67 ára gamla” sigur Sigrun læandi og leggur afturat: “Eg havi nógv á skránni, og eg ætli mær at halda fram, so leingi eg havi lív og heilsu til tað.”
Listin er hjartað, eg lati úr og gevi tær
“Listin merkir alt fyri meg,” sigur hon avgjørd. Listin er ein ósundurskiljandi partur av Sigrun, og myndirnar endurspegla lív og tankar hennara.
“Eg kann ikki skilja málningarnar frá mær, mínum tankum og sannføringum. Tað, sum hevur týdning fyri meg, og ta vónina, sum eg havi, vil eg miðla ígjøgnum myndirnar og til onkran annan.”
“Listin er hjartað, eg lati úr og gevi tær,” sigur Sigrun og greiðir frá, at hetta er ein setningur, sum hon brúkar um listina. “Myndirnar eru míni hjartabørn. Viðhvørt kann eg sjálv blíva so involverað, at tær eru torførar at lata frá mær. Serliga í byrjanini var tað ringt. Men eg havi viðurkent, at fleiri fáa gleði av teimum. Tær fáa sítt egna lív.”
Faktaboks:
Sigrun Gunnarsdóttir, sigrungunnarsdottir.com
Fødd og uppvaksin á Eiði
Býr á Eiði
Gift við Tordi J. Niclasen
Børn: Maria, Pætur og Heini
1973-80: Útbúgvin á Kongaliga Kunstakademiinum í Keypmannahavn
Framsýningar: í Norðurlondum, USA, Eysturríki, Japan og Kina.
Yndislistaverk (egið): “Tann hond, ið rurar vøgguni, stýrir heiminum” (The Hand Touching the Cradle Controls the World)
Yndislistaverk (hjá øðrum): “Boðanin” eftir Leonardo da Vinci
Yndislistafólk: Frida Kahlo