Skip to main content
Atlantic Airways Logo

Bjartir hondbóltsdagar

Bjarta Osberg Johansen og hinar á hondbóltslandsliðnum hava fingið nógv burtur úr lítlum. Í november skulu tær spæla endaspæl á fyrsta sinni

Bjartir hondbóltsdagar

2. februar 2025

Hendan greinin hevur upprunaliga staðið í Atlantic Review #4 í 2024. 
Skrivað hevur Uni Holm Johannesen / Mynd: Sverri Egholm - portal.fo 

 

Sjónligu gleðitárini, sum spríktu úr eygunum, vístu týðiliga, at tað stóð nógv á.

Bjarta Osberg Johansen turkaði bæði eygu og kjálkar, tá ið hon varð biðin um at seta orð á sterku kenslurnar í beinleiðis sjónvarpi.

– Eg eri ræðuliga rørd beint nú, svaraði hon tíðindamanninum Tórði Mikkelsen í dukandi hondbóltshøllini Ásvelli í Hafnafirði, har spælarar og viðhaldsfólk trunkaðust og hálvfevndust.

Hetta var sunnukvøldið 7. apríl 2024. Føroyar høvdu tapt tepurt fyri Íslandi, men samlaðu úrslitini lagaðu seg so í evstu løtu, at landsliðskvinnurnar á fyrsta sinni høvdu spælt seg í eitt endaspæl.

– Hetta er ordiliga stórt, segði hon um nógv tað størsta avrikið í stuttu kvinnulandsliðssøguni.

31 ára gamla Bjarta Osberg Johansen er elsti spælarin í landsliðshópinum, og hon hevur verið við í langa tíð. Eisini tey árini, tá ið kvinnulandsliðið ikki spældi landsdystir regluliga. Sum fleiri aðrar hevur hon ongantíð fingið samsýning fyri stóra arbeiðið, hon hevur lagt í mongu hørðu nærdystirnar á hondbóltsvøllinum. Heldur ikki koyripengar til landsliðsvenjingar ella endurgjald fyri mista arbeiðsinntøku. Hon noyðist av tí sama at keypa sær frítíð frá lagaligum arbeiðsgevara, tá ið hon er burtur í landsliðsørindum. Til landsliðssavningarnar eru tað vanliga foreldur og onnur sjálvboðin hjálparfólk, sum gera mat og vaska klæðir.

Tað eru treytirnar. Kortini hevur hon sum verjuspælari og strikuspælari saman við øðrum borið lessið í nógv ár, sum viðmerkjarin Geir Wardum orðaði tað í sjónvarpsstovuni beint eftir samrøðuna.

Sjónvarpsløtuna hoyrdi Bjarta nógv fyri, tá ið hon kom aftur til Føroya, fortelur hon brosandi nú.

– Løtan kendist bara so óverulig. Hetta hevur kravt so nógv av okkum øllum, og tað var kensluborið, tá ið tað lukkaðist. Fyri fáum árum síðan var tað absolutt einki, sum bendi á, at eg skuldi fáa høvi at vera við í einum endaspæli, og hetta verður kanska einastu ferð, at eg sjálv kann fáa møguleikan, sigur hon.

Buldrandi framgongd
Slóðbrótandi EM-atgongumerkið staðfesti aftur, at hetta eru rembingartíðir í føroyskum hondbólti. Tað eru bara 10 ár síðan, at tað aftur varð farið undir samanhangandi landsliðsarbeiðið hjá kvinnum, og longu nú telist liðið millum tey frægu í Evropa.

Hetta hevur borið til, hóast fíggjarliga rásarúmið hevur verið sera avmarkað. Karmarnir kring liðið hava í grundini heldur ikki verið serliga støðugir. Hesi árini hevur Bjarta havt átta ymsar landsliðsvenjarar.

– Venjarar eru ymiskir av lyndi og vilja vanliga hvør sítt, og sum spælari hevur tað verið avbjóðandi at skula laga seg til nýggjar umstøður í heilum. Í hesum umfarinum hava vit so havt sama landsliðsvenjara í eitt ár, og tað kennist sum long tíð, sigur hon.

Tunga fíggjarbyrðan og avmarkaða arbeiðsorkan vóru afturvendandi orsøkirnar til, at landsliðsarbeiðið hjá kvinnum í fleiri førum datt niðurfyri.

Tað eru 24 ár síðan fyrstu undankappingardystirnar. Tá var Bjarta sjey ára gomul. Elddópurin var ímóti Svøríki í Klaksvík í 2000, og hann var tungur. Svensku stjørnurnar vóru munandi sterkari og vunnu sannførandi 34-12. Hálvleiksstøðan var 14-2.

Millum føroysku málskjúttarnar tann dagin var tann tá 18 ára gamla Gurið Krosslá Augustinussen, sum eisini spældi sín fyrsta landsdyst. Hon minnist, at føroysku spælararnir høvdu alt ov stóra virðing fyri mótstøðuni, tí hetta vóru stjørnuspælarar, sum vit í Føroyum bara sóu í sjónvarpinum.

Vágbingurin var millum bestu spælararnar í heimligu kappingini í sløk 20 ár, men hon spældi bara 13 landsdystir. Tað komst av óstøðugum landsliðsarbeiði. Sum dømi var eingin landsdystur í fýra ár eftir truplu uppgávuna ímóti Svøríki.

Kvinnulandsliðið var í 2004 við í Challenge Trophy, sum er hondbóltskapping fyri smátjóðir. Gurið og hinar komu aftur úr Italia við silvurmerkjum. Úrtøkan var tann sama í Bosnia árið eftir. 

Í føroyskum fjølmiðlum varð tá tosað og skrivað um, at hondbólturin var endurreistur, men tað vísti seg framvegis at vera tungt og trupult at fáa landsliðsarbeiðið at glíða. Onkrar hissini royndir vórðu framdar, men tað var ikki fyrrenn í 2015, at farið varð undir eina nøkulunda haldføra langtíðarætlan fyri kvinnulandsliðið. 

– Atvoldin til óstøðuga landsliðsarbeiðið var ivaleyst vantandi pengar og kós, men kanska eisini, at spælararnir ikki vistu, hvat kravdist fyri at kappast á so høgum stigi, heldur Gurið.

Fyri nøkrum árum síðan fóru tey í Hondbóltssambandinum at tosa hart og týðiliga um, at bæði manslandsliðið og kvinnulandsliðið skuldu spæla seg í endaspøl. Tað varð av fyrstantíð sligið upp í glens sum veruleikafjart tos, men kortini varð so hvørt farið eftir smala farvegnum niðan á hondbóltstindin.

Gurið ásannar, at framstigini hava verið óvanliga stór seinastu 10 árini. Samskipaða leikaramenningin riggar væl, og ungdómsarbeiðið kring landið er komið í fasta legu. Tað verður vant miðvísari, størri dentur verður lagdur á kropsliga venjing, venjaratoymini eru serkønari, og áhugin frá stuðlum og miðlum er vorðin størri.

– Av tí sama var tað bæði stuttligt og rørandi at uppliva, hvussu glaðar tær vóru eftir dystin í Íslandi, sigur hon og heldur tað vera gott og neyðugt, at fleiri av kvinnunum hava dirvi at fara í onnur lond at spæla.

Fleiri spæla uttanlands
Ein høvuðsmunur er nevniliga, at fleiri av yngru spælarunum nú eru sáttmálaspælarar í Danmark, antin sum fulltíðarspælarar ella parttíðarspælarar. Av tí sama er kappingin um landsliðsplássini harðari enn fyrr.

Sum óløntur áhugaspælari í Føroyum við tveimum smáum børnum heima við hús setur tað serlig krøv. Bjarta roynir kortini eftir førimuni at liva sum parttíðarspælari. Hon arbeiðir sum lívfrøðingur hjá ráðgevarafyritøkuni SMJ. Í fjør fór hon niður í tíð, úr 40 tímum niður í 35 tímar um vikuna, fyri at lætta um gerandisdagin, ið kann vera langur og strævin. Sum oftast fer hon upp klokkan fimm um morgunin at smyrja matpakkar. Hon er á skrivstovuni klokkan seks, so hon kann styrkivenja eina løtu eftir arbeiðstíð seinnapart, áðrenn børnini vera heintað á dagsstovni. Um kvøldið venur hon so saman við hinum kyndlakvinnunum.

– Støðið er spolað avstað seinastu árini. Eg plagi at siga, at tað hevði verið flóvisligt at sæð ein dyst í bestu kvinnudeildini fyri 10 árum síðan. Hugburðurin er broyttur, og tað ger eisini, at útlendski áhugin fyri føroyskum spælarum veksur, sigur hon.

Bjarta Osberg Johansen royndi seg eisini uttanlands eitt skifti, meðan hon var í Danmark í lestrarørindum. Tað var í 2018. Hon spældi í Aalborg HK í triðbestu deildini og flutti so til Vendsyssel í næstbestu deildina. Steðgurin var ikki drúgvur. Hon bleiv við barn og flutti aftur til Føroya eftir lokna útbúgving.

Bjarta hevur eina ferð roynt seg í bestu donsku deildini í aðrari ítróttagrein. Tað var sum fótbóltsmálverji.

Fótbóltsspælarin valdi hondbóltin
Bjarta ásannar sjálv, at hon sum yngri í roynd og veru var betri fótbóltsspælari enn hondbóltsspælari.

Í 2009 fór hon sum 16 ára gomul á eftirskúla í Ikast. Bjarta var longu tá millum bestu málverjarnar í Føroyum, og hon hevði spælt sínar fyrstu minuttir á besta kvinnuliðnum hjá HB. Tað var eisini skjótt, at Team Viborg í bestu donsku deildini varnaðist góðu evnini. Tey bóðu hana venja við, og nakrar ferðir um vikuna koyrdi hon úr Ikast til Viborg saman við liðfelagnum Pernille Harder, sum var eitt ár eldri. Harder var longu tá landsliðsspælari, og seinni varð hon hildin at vera heimsins besti fótbóltsspælari.

Í skiftingarrúminum sat eisini miðverjin Stine Ballisager, sum somuleiðis hevur spælt nógvar landsdystir fyri Danmark.

Á vári 2010 fekk Bjarta sínar fyrstu minuttir í bestu donsku fótbóltsdeildini, men tá ið hon var liðug við skúlan í Ikast, flutti hon aftur til Føroya. Her fór hon í studentaskúla í Hoydølum og at spæla fyri B36.

Bjarta spældi fótbólt um summarið og hondbólt um veturin, men onkuntíð rann saman. Dømi er um, at hon sum fótbóltsmálverji spældi landskappingardyst ímóti KÍ, sum hevði Randi Wardum millum stengurnar. Tær báðar kappaðust eisini um landsliðsplássið. Seinni sama dag spældu tær báðar so saman í verjuni hjá Kyndli í landskappingardysti í hondbólti.

Tá ið Randi gavst sum fótbóltsmálverji eftir kappingina í 2014, var eingin ivi um, at Bjarta, sum var kosin ársins málverji í bæði 2012 og 2013, fór at eiga landsliðsplássið frameftir. Men brádliga kastaði hon eisini fótbóltshandskarnar frá sær.

Bjarta var um hetta mundið bæði á hondbóltslandsliðnum og fótbóltslandsliðnum og av tí sama komin í ta støðu, at hon skuldi velja ítróttagrein, tí tað bar illa til at vera heilhugað í báðum støðum.

– Í Kyndli vandu tær miðvíst og løgdu sum heild meira fyri, og tað passaði mær betur. Fótbólturin virðismetti ikki kvinnurnar í sama mun. Sum undirhald er kvinnuhondbólturin vorðin ein góð vøra, men tað er framvegis ókeypis at hyggja at einum kvinnudysti í bestu fótbóltsdeildini. Tað er eftir mínum tykki tað sama sum at siga, at hetta eiga fólk ikki at rinda fyri, og tað birtir ikki undir motivatiónina.

Endaligu avgerðina at gevast sum fótbóltsspælari tók Bjarta eftir ein fótbóltsdyst, sum kvinnulandsliðið spældi ímóti einum ungdómslandsliði hjá dreingjum. Hon var tá 21 ár. Í einum nærdysti sortnaði fyri henni, tá ið hon fekk eitt spark í høvdið og breyt tvær tenn.

– So takkaði eg fyri meg, flennir hon.

Vísa vegin
Fyri føroyskar smágentur hevur tað stóran týdning, at føroysku hondbóltskvinnurnar bróta slóð í hesum døgum.

Tað heldur Eyðvør Klakstein, sum hevur masterútbúgving í ítróttasálarfrøði. Hon hevur kannað, hví ungar gentur gevast at íðka ítrótt. Ein afturvendandi orsøk er vantandi fyrimyndir. Samanhangurin er greiður. Góðar fyrimyndir gera, at fleiri tíma at spæla og seta sær ambitiøs mál.

– Úrslitini hjá hondbóltsmonnunum eru eisini góður íblástur, men gentur velja sær vanliga kvinnuligar fyrimyndir at spegla sær í. Sum amerikanski sálarfrøðingurin Claire Midgley hevur orðað tað: She needs to see it to be it.

Samansetingin á kvinnulandsliðnum er fjølbroytt. Tær eru úr øllum landinum við ymsum bakrundum. Onkrar hava familju. Onkrar spæla, arbeiða og lesa í Føroyum. Aðrar eru uttanlands í útbúgvingarørindum, og summar eru yrkisspælarar í øðrum londum.

– Tað ger, at ungar gentur hava nógvar fyrimyndir at velja ímillum. Tað er umráðandi í so lítlum samfelag sum tí føroyska, har tað neyvan eru allar gentur, sum kundu hugsað sær at spælt yrkishondbólt uttanlands. Tær síggja nú, at nógv letur seg gera kortini, sigur hon.

Í Føroyum er grundarlagið ikki so breitt sum aðrastaðni. Tað eru færri spælarar at velja ímillum, og tað kann vera trupult at seta eitt lið saman við spælarum, har allar vilja vera yrkisspælarar. Breiddarstigið og úrvalsstigið umskarast í mongum førum, eisini í landsliðshøpi, og tað krevur, at sosiala umhvørvið er sunt. Ítróttasambondini og feløgini mugu finna eina trupla javnvág, so spælarar ikki falla frá. 

– Tað vísir seg, at gentur eru skjótar at velja ítróttin frá, um tær ikki trívast. Sum samfelag eru vit ofta ófør at taka fram ítróttafólk, sum standa seg væl í yrkisítrótti, men eg haldi, at vit gloyma onkuntíð hini, ið ikki hava ítróttin sum høvuðsarbeiði, men kortini røkka fantastiskum úrslitum. Vit hoyra eisini sjáldan um, hvat ítróttafólk megna uttan fyri ítróttin. Fert tú sum ítróttafólk undir krevjandi útbúgving, so kann tað vera torført og strævið at fara væl um bæði við fullum huga. Tær søgurnar mugu gentur eisini hoyra fyri at halda teimum til, sigur hon.

Nýggjur tindur
Bjarta kennir væl á sær, at áhugin fyri hondbóltskvinnunum er vorðin størri.

– Vit hava merkt, at serliga fleiri børn eru farin at savnast um kvinnulandsliðið. Tað kemur meira enn so fyri, at tey spyrja, um eg ikki eri handan, sum spælir á landsliðnum ella í Kyndli, og vit fegnast sjálvandi um, at tað verður lagt merki til okkum, sigur hon.

Í fleiri áratíggju vísti tað seg av góðum grundum at vera torført at traðka aðra rás. Tað eru í ár 50 ár liðin, síðan føroyska kvinnulandsliðið varð savnað  at spæla fyrstu óskrásettu venjingardystirnar. Teir vóru ímóti Íslandi tann 3. og 4. november í 1974. Føroyar taptu fyrra dystin 11-7 í Havn, og seinna dystin 18-7 í Klaksvík.

Næstu 26 árini spældi kvinnulandsliðið onkrar einstakar óskrásettar dystir, áðrenn tær meldaðu til undankapping og spældu fyrsta undankappingardystin ímóti Svøríki um aldarskiftið.

Merkisverdir vóru dystirnir í november 1980, tá ið grønlendska kvinnulandsliðið kom til Føroya at spæla. Føroysku kvinnurnar spældu ta ferðina undir mótmæli. Undan dystunum sendi hópurin nýstovnaða Hondbóltssambandinum mótmælisskriv, tí fyrireikingarnar vóru undir alt lágmark. Landsliðsvenjararnir Finnur Helmsdal og Jógvan Martin Mørk vórðu settir í somu viku, sum dystirnir skuldu spælast, og spælararnir høvdu als ikki vant saman.

– Verða fyrireikingarnar eins vánaligar eina aðru ferð, so nokta vit allar at vísa okkum á vøllinum, skrivaðu tær í brævinum.

Við Svannu Hanusardóttur sum toppskjútta vunnu Føroyar fyrra dystin 13-12. Seinni dysturin endaði javnur 9-9.

Tað var eisini forkunnig stórhending árið fyri, tá ið kvinnuliðið hjá Neistanum var við í evropeiskari kapping fyri meistaralið á fyrsta sinni. Tað var í januar 1979. Ruch Chorzow úr Krakow spældi fyri fullsettari høll í Havn og vann báðar dystirnar. Í áttatiárunum royndu føroysk kvinnulið seg eisini okkurt árið í evropeiskum kappingum.

Við longum millumbilum lukkaðist av og á landsliðnum at røkka nýggjum tindum. Góðu úrslitini í Challenge Trophy í 2004 og 2005 vóru eitt hæddarpunkt. Í 2017 vunnu Føroyar seg víðari úr undankappingini og fingu rættin at spæla millum tær bestu í høvuðsundankappingini. Og størsta avrikið er higartil, at kvinnurnar skjótt seta kósina ímóti Basel í Sveis at spæla EM-endaspæl.

Har skulu Føroyar spæla ímóti Danmark, Kroatia og vertstjóðini Sveis í bólkaspælinum. Viðmerkjarar geva ikki føroyska liðnum stórvegis møguleika, men tað fær ikki Bjartu og hinar at falla í fátt. Ivrigu kvinnurnar hava so ofta víst, at uppáhaldini  eru skeiv, og nú skal nýggjur ítróttavarði laðast.

– Vit ætla ikki at hvíla í tí, sum er rokkið. Nú fara vit eftir at vita, um vit kunnu fáa stig í onkrum av dystunum, sigur hon.

FAKTA
Bjarta Osberg Johansen
Fødd: 28. apríl 1993
Spælt 35 landsdystir (pr. 1. august 2024)
Spælt fyri besta liðið hjá Kyndli síðan 2010, undantikið eitt tíðarskeið í donsku Aalborg HK og Vendsyssel Håndbold
Spældi sín fyrsta hondbóltslandsdyst og fótbóltslandsdyst í 2012
FM í 2014, 2017 og 2024, og steypakappingina í 2014, 2019, 2022 og 2024
Ársins málverji í fótbólti í 2012 og 2013.
Ársins verjuspælari í 2014, 2015, 2016, 2017 og 2024 og ársins strikuspælari í 2015, 2016, 2017, 2023 og 2024.


Kvinnurnar byrjaðu at spæla
Tað verður hildið, at tað vóru upprunaliga føroyskar kvinnur, sum fóru at spæla hondbólt í Føroyum.
Í 1928 kom ein ung donsk lærarinna til Føroya sum vikarur eitt stutt skeið. Hon lærdi realskúlagenturnar í Havn at spæla hondbólt. Tær spældu fyri tað mesta í Realskúlagarðinum og seinni í Kommunuskúlagarðinum. Dreingirnir fóru so líðandi at halda seg framat eisini. Í 1931 varð fyrsta hondbóltsfelagið, Neistin, stovnað.
Hondbóltur er danskt spæl av uppruna. Fyrsta reglugerðin, hvussu hondbólturin skuldi spælast, varð skrivað í 1906, og fyrsti skipaði dysturin varð spældur árið eftir.