Sverre Nolsøe, íverksetari og uppfinnari av SafeFriend: Vil bøta um ein stóran trupulleika
Longu í 2003 fór fyrsti tankin um tað, sum í dag hevur ment seg til persónliga alarmin SafeFriend, at spíra hjá havnarmanninum og íverksetaranum Sverra Nolsøe. Í dag, 15 ár seinni, er hann klárur at senda SafeFriend á marknaðin og gera heimin tryggari
8. oktober 2018

Skrivað hevur Ingrid Bjarnastein
Myndir: Høgni Heinesen
Hann tosar nógv – og skjótt. Hevur nógv á hjarta, og tú merkir beinanvegin, at tað, vit nú tosa um, er nakað, hann brennur fyri. Javnan plinga boð inn á telefonina. Hann hyggur skjótt at skíggjanum og heldur á at tosa.
Sverre Nolsøe er havnarmaður. 35 ár og íverksetari. Hansara uppfinning, SafeFriend, er ein persónligur alarmur, sum í roynd og veru skal gera sítt til at fáa heimin til eitt tryggari stað.
Hendan mánamorgunin, tá ið vit hava sett Sverra stevnu í Hugskotinum á Vestaru Bryggju í Havn, byrjaði dagurin hjá unga havnarmanninum kl. 7 við at svara teldupostum, áðrenn hann yvirhøvur fór upp. Tað ger hann hvønn morgun. Síðani hava fleiri fundir verið á skránni; fyri tað mesta telefon- og skypefundir, tí fólk aðrastaðni í heiminum arbeiða við hansara uppfinning, meðan hann liggur og svevur. So tá ið hann vaknar um morgunin, er ofta nógv hent, sum Sverre skal taka støðu til.
Fyrsti spírin
Vit eru afturi í 2003, tá ið Sverre Nolsøe arbeiddi sum heilsuhjálpari í Keypmannahavn, og tá ið fyrsti spírin til tað, sum í dag er vorðið til SafeFriend, fór at spíra.
“Tað kom javnan fyri, at fleiri av mínum starvsfeløgum vórðu álopnir, tá ið tey vóru til arbeiðis í ótryggum grannaløgum í býnum. Eg tosaði við leiðaran um hetta, og at tað kundi ikki vera rætt, at tú verður álopin, meðan tú ert til arbeiðis, men svarið var, at heimatænastan hevði ikki ráð til at keypa alarmar, tí tað, sum fanst á marknaðinum, var alt ov kostnaðarmikið,” greiðir Sverre Nolsøe frá.
Hetta fekk Sverra at hugsa, at tað var sera óheppið, at persónliga trygdin verður skúgvað til viks, tí tað ikki finst ein vøra, ið øll kunnu keypa fyri ein rímiligan penga fyri at kenna seg tryggari. Hann setti sær fyri at menna eina vøru, sum øll hava ráð til.
“Tín pengapungur skal ikki gera av, um tú hevur ráð til SafeFriend. Mítt mál er at gera persónliga trygd atkomuliga fyri øll. Sjálvt um øll hava fartelefonir í dag, so er tað ein falskur tryggleiki, tí verður tú til dømis álopin, hevur tú ongan møguleika at ringja eftir hjálp,” vísir Sverre á.
SafeFriend er ein knøttur, ið tú kanst hava í lummanum, um hálsin ella bara har tú lættast fært fatur á honum. Hann er ikki nógv størri enn ein fimmkróna og umleið ein sentimetur tjúkkur. Knøtturin er bundin til tína snildfon við bluetooth, og heldur tú á knøttinum í trý sekund, sendir knøtturin boð til telefonina, sum síðani verða send út til tey, ið tú hevur valt skulu fáa tíni neyðstøðuboð. Tað einasta móttakarnir skulu hava fyri at móttaka boðini, er ein ókeypis app. Hevur tú sent eini neyðboð út, síggja vinir tínir beinanvegin, at tú ert í neyð, og tey síggja neyvt, hvar tú ert staddur – bæði adressu og positión (gps-koordinatar).
Góðan samstarvsfelaga
Tilgongdin við at fáa ment SafeFriend til tað, tað er í dag, hevur verið ein drúgvur og knortlutur vegur. Frá fyrsta tankanum um ein persónligan alarm afturi í 2003 gingu tó nógv ár, áðrenn Sverre Nolsøe veruliga fór í gongd.
“Eg flutti aftur til Danmarkar í 2012, og tá sá eg allar hesar ræðuleikarnar, sum henda í einum stórbýi. Tá hugsaði eg: ‘Hví ger onkur ikki okkurt við hetta’? Men so kom eg eftir, at í hesum førinum var tað eg, sum var ‘onkur’, og tá fór eg av álvara undir at kanna tøkni og annað, ið skuldi til fyri at gera ein alarm,” greiðir Sverre frá.
Um hetta mundið var tøknin eisini farin at mennast soleiðis, at tað bar til at keypa, uttan at endavøran skuldi gerast alt ov dýr, so Sverre ásannar, at tað eisini er ein spurningur um timing. Tvey-trý tey seinastu árini hevur hann arbeitt fulla tíð við SafeFriend. Hann setti pening í at stovna sítt egna smápartafelag heldur enn at stovna eitt íverksetarafelag, tí hann vildi prógva bæði fyri sær sjálvum og øðrum, at hann meinti tað í álvara.
Í november í fjør skipaði íverksetarahúsið Hugskotið fyri einum tiltaki, har fimm tey bestu hugskotini vórðu løgd fram fyri eina dómsnevnd, ið millum annað taldi danska íverksetaran, íleggjaran og millióningin Jesper Buch. Hann hevur eitt nú stovnað Just-eat, sum í dag er umleið 46 mia. kr. vert. Hann hevur drúgvar royndir við íverksetan og er ein tann mest virdi á sínum øki í danska kongaríkinum og á altjóða stigi.
“Eg meldaði avboð til tiltakið, tí eg fekk kaldar føtur. Tað kendist, sum skuldi eg vísa barnið hjá mær fram fyri fyrstu ferð, og tað var eg ikki klárur til. Hvat fara fólk at siga, og hvat fara tey at halda? Men tíbetur sannførdu tey í Hugskotinum meg um, at eg skuldi fara,” minnist Sverre Nolsøe.
Hann hevði, sum hann sjálvur tekur til, sína lívs framløgu til tiltakið í Finsen, har umleið 200 fólk vóru komin at lurta. Og hann merkti beinanvegin á dómsnevndini, at hann hevði rakt okkurt rætt, tí áhugin var so mikið stórur fyri SafeFriend. Serliga Jesper Buch vísti stóran áhuga, og hann endaði við at seta pening í SafeFriend, tí hann metti, at hetta var ein so mikið spennandi verkætlan.
“Okkurt broyttist í mær hendan dagin. Sum varð ein kontakt tendrað. Eg fekk eitt ‘realitycheck’, og tað gekk upp fyri mær, at nú skuldi eg út at spæla millum tey stóru. Mítt føroyska lyndið varð tvingað til at stilla seg um, og eg mátti fyrireika meg til nakað størri. Helt einfalt broyta hugburð. Mín gerandisdagur broyttist eisini nógv eftir tað; eg fekk uppaftur meira at gera, og Jesper Buch var við til at lyfta alt arbeiðið við SafeFriend upp á eitt hægri stig, har vit serliga brúktu nógva tíð til at arbeiða við samleikanum – altso sjálvum brandinum,” sigur ungi havnarmaðurin.
Klárt til marknaðin
Hendan síðsummardagin seint í august, tá ið vit hitta Sverra í Hugskotinum, har hann hevur brúkt og framvegis brúkar nógva tíð, er SafeFriend á gáttini til at verða sent á marknaðin. Eftir ætlan skal SafeFriend vera tøkt í næstum og verður millum annað til sølu í eini stórari danskari handilsketu, ið hevur umleið 200 handlar kring alt Danmark, umframt at SafeFriend kann keypast á netinum og aðrastaðni við.
“Minni enn eitt ár er farið, síðani eg var við til tiltakið í Finsen, og tað er hent ótrúliga nógv síðani. Tá ið eg valdi at luttaka, snúði tað seg ikki um pengar fyri meg. Tí tá ið tú hittir ein mann sum Jesper Buch, fært tú nakað, sum tú ikki kanst keypa teg til. Alt netverkið, kreativitetin og alt tað, sum tú fært við at arbeiða saman við honum, fært tú ikki fyri pengar, og mítt samstarv við Jesper hevur latið nakrar ótrúligar hurðar upp,” vísir Sverre Nolsøe á.
Hann hevur sett sær eitt varisligt mál, sum er at hava selt millum 40.000 og 50.000 eindir, áðrenn vit skriva 2020. Longu nú er áhugi fyri SafeFriend ymsastaðni frá, og íverksetarin er bjartskygdur:
“Eg ætli mær at vera ein seriøsur kappingarneyti á marknaðinum innan persónliga trygd. Mínar royndir hava víst, at marknaðurin er langt frá mettaður, og eg eri sannførdur um, at mín fyritøka og mín vøra kunnu saktans gerast ein ítøkiligur partur av júst hesum marknaðinum.”
Hóast Sverre og SafeFriend í dag eru komin væl á veg og standa á einum týdningarmiklum vegamóti, beint áðrenn knøtturin skal sendast út í stóru verð at standa sína roynd, so hevur tað verið hart at byrja eina íversetaratilveru. Sverre Nolsøe viðgongur, at uttan eitt gott bakland: eina skiljandi unnustu og familju, hevði tað illa borið til at arbeitt á henda hátt. Og hann roynir at eggja øllum, ið vilja vera íverksetari, til at gera tað. Millum annað ger hann alt tað, ið hann kann, fyri at brúka føroyskar íverksetarar til arbeiðsuppgávur.
“At velja at gerast íverksetari er ótrúliga hart, náðileyst og ófatiliga krevjandi. Men tær nýtist altso ikki at vita alt um alt, tá ið tú byrjar. Tær nýtist ikki at vera verkfrøðingur. Tú skalt bara brenna fyri tí. Um tú brennur fyri tí, mennist tú við uppgávuni. Tú lærir okkurt nýtt hvønn dag. Tú rennir teg í múrar hvønn dag, men tí tú brennur fyri tí, ber tað til. Fólk halda ofta, at tú skalt hava fínar útbúgvingar fyri at gerast íverksetari. Tað er als ikki neyðugt. Tú kanst læra nøkur grundleggjandi hugtøk við at lesa til íverksetara, men veruliga at vera tað er nakað, tú mást hava í tær,” sigur Sverre Nolsøe at enda.
Um SafeFriend
Ein persónligur alarmur, sum tú kanst hava við tær allastaðni.
Trýst á knøttin í trý sekund, og vinir tínir fáa beinleiðis boð á snildfonina – eisini um hvar tú ert staddur.
Mentur av føroyinginum Sverra Nolsøe.
Kom á marknaðin í oktober 2018.
Kostar 349 kr.
Um Sverra Nolsøe
Havnarmaður
35 ár
Uppfinnari av SafeFriend
Sverre vann í august Creative Business Cup Føroyar og skal í heyst umboða Føroyar í altjóða kapping í Keypmannahavn.