Skip to main content
Atlantic Airways Logo

Bólkaferðir

Eru tit 10 vaksin og/ella børn millum 2 og 11 ár, sum vilja ferðast saman, eru tit vælkomin at senda ein fyrispurning til okkara fyri at fáa eitt bólkatilboð. Ferðast tit saman sum ein bólkur, fáa tit meira smidleika og betri treytir. 

Fyrimunir

  • Smidligari treytir, tá ið tað kemur til inngjald og avlýsing av ferðaseðlum
  • Ókeypis navnabroyting upp til 24 tímar undan fráferð
  • Bólkurin verður settur saman, tá ið nøvnini á teimum ferðandi eru upplýst Atlantic Airways
  • Eitt íroknað viðføri, sum vigar upp til 23kg fyri hvønn ferðandi
  • Forvinn súlubonusstig; stigini verða latin sambært okkara súlubonustreytum alt eftir farleið.

Prísir og treytir

  • Bólkaferðaseðlaprísir kunnu víkja frá prísinum fyri einstakar ferðaseðlar; tó eru bólkaferðaseðlar smidligari
  • Navnabroyting er ókeypis upp til 24 tímar undan fráferð; eftir hetta kostar tað eitt broytingargjald fyri hvørja navnabroyting. Navnabroytingar kunnu gerast til í seinasta lagi tríggjar tímar fyri fyrstu fráferð
  • Freist fyri gjald, navnalista, umframt aðrar treytir fyri broyting av ferðaseðlum o.a., verður ásett í hvørjum einstøkum tilboði.
  • Bólkatilboð verða givin, um minst 10 vaksin og/ella børn millum 2 og 11 ár ferðast saman.
  • Bólkaprísurin er bert galdandi, so leingi minst 10 fólk eru í ferðalagnum, sum ferðast samstundis. Pinkubørn - yngri enn 2 ár - telja ikki við.
  • Tað einasta, tit skulu gera, er at fylla niðanfyristandandi oyðublað út og senda tað til okkara. Tit fáa síðani eitt tilboð sendandi innan 2-3 arbeiðsdagar.