Skip to main content
Atlantic Airways Logo

Leiga tyrlu

Uppgávurnar hjá tyrludeildini eru sera fjølbroyttar. Rutuflúgving til útoyggjarnar er tríggjar dagar um vikuna – sunnudag, mikudag og fríggjadag. Í summarmánaðunum juni, juli og august verður eisini flogið mánadag.

Hinar dagarnar verður onnur flúgving framd, so sum leigutúrar og slingflúgving. Slingflúgving er flutningur av farmi av ymiskum slagi, sum verður króktur undir tyrluna og fluttur á ásetta stað.

Møguleikarnir eru næstan óavmarkaðir. Til ber at flyta livandi djór so sum hestar, kálvar og smolt. Eisini hoyggj, betong, timbur, skúrar, rennigravarar, oljutunnur, bilar, traktorar og annað verður flutt við tyrlu.

Kostnaður

TænastaPrísur
Slingflúgvingkr. 667 + MVG fyri hvønn minutt.
Leigutúrarkr. 667 fyri hvønn minutt (MVG-frítt)
Tímakostnaðurkr. 40.000
Off-Shore flúgvingSend okkum fyrispurning um prís

Tú rindar altíð fyri tyrluna frá tí, hon fer úr Vágum, til hon er aftur í Vágum. Eru spurningar viðvíkjandi leigu av tyrluni, vinarliga set teg í samband við okkum.

Atlantic Helicopters

FO-380 Sørvágur

Tlf.: (+298) 34 10 00

E-mail: [email protected]