Skip to main content
Atlantic Airways Logo

Kærleiki við fyrsta eygnabrá

Í eina fjórðingsøld hevur hann stjórnað Føroya Symfoniorkestri, men á nýggjárinum takkar Bernharður Wilkinson fyri seg og stjórnar orkestrinum fyri seinastu ferð. Maðurin við føroyska-bretska samleikanum og íblástri úr Íslandi hevur um nakar sett dám á og ment klassiska tónleikaumhvørvið í Føroyum. Sjálvur sigur hann, at talan var um kærleika við fyrsta eygnabrá. Nú vil hann uppliva heimin av nýggjum

Kærleiki við fyrsta eygnabrá

7. januar 2026

Hendan greinin hevur upprunaliga staðið í Atlantic Review #4 í 2025. 
Skrivað hevur Jákup Bogi Joensen / Mynd: Klara Jacobsen

Hann stígur eitt fet fram og tekur pallin. Blídliga heilsar hann áhoyrarunum og vendir sær móti orkestri og kóri og endurtekur høvisku heilsanina. Varliga snarar hann høvdinum til vinstru, síðani til høgru. Hann nikkar. Lyftir armarnar og dirigentstavin upp um høvd og ger seg til reiðar.
 
So brestur fyri nev. Tónarnir svingar í takt. Neyvt soleiðis, ið maðurin við stavinum vil hava tað. 

Við eitt er Norðurlandahúsið umskapað til eitt eldorado, eitt lovað land av klassiskum tónum. Høviski maðurin, sum stutta løtu frammanundan lítillátin trein pallin, er vorðin so livandi í hvørjari sveittakendari og ørandi rørslu, at gólvið næstan dandar. Maðurin er vorðin eitt við tónleikin og kraftmiklu upplivingina. 

Tað er soleiðis, vit kenna hann best. 

Í eina fjórðingsøld hevur Bernharður Wilkinson stjórnað Føroya Symfoniorkestri. Men á nýggjárinum gevst hann sum dirigentur og letur stavin víðari til bretsku Catherine Larsen-Maguire.

Nýggjárskonsertin komandi verður tann seinasta hjá Bernharði og nummar 26 í longu røðini. 

– Eg havi góða heilsu og kundi hildið á eitt ár ella tvey aftrat, teskar hann spakuliga. 
Men avgerðin er tikin og stendur ikki til at vika hjá tí nú 74 ára gamla Bernharði Wilkinson. 

– Tað er so nógv, eg kundi hugsað mær at uppliva, og skal tað vera, má tað vera nú, sigur hann. 

Hann droymir um at síggja og uppliva heimin av nýggjum. Sum tónleikari og dirigentur hevur hann ferðast víða, men ofta hava uppgávurnar kravt so nógv, at stundir hava ikki verið at uppliva og njóta annað og meira á ferðini.  

Hann droymir seg burtur á onnur breiddarstig. Avstralia og New Zealand standa ovarlaga á ynskilistanum, men tónlistarliga hevur Týskland munin, serliga Berlin og Hamburg.

Á heimliga mótinum eru tankarnir stundum í Oyndarfirði, har hann og konan hava fingið sær neyst. 

– Mær dámar væl at putlast, og eg klári at halda á einum hamara, sigur hann. 

Heima tekur hann gleðiliga hond í, men vil ikki siga, at hann svingar dirigentstavinum, tá um tað húsliga ræður.

– Nei, nei. Tað hevur konan munandi betri skil á, sigur hann og brosar. 

Bernharður er giftur við Urd Johannesen, og tey búgva á Argjum. 

Føroyskur-bretskur samleiki
Bernharður Wilkinson er føddur í Hitchin í Onglandi í 1951. Mamman er føroysk og ættað úr Sumba. Pápin er onglendingur og kom til Føroya í hertænastu undir seinna heimsbardga. Hann var í Føroyum árini 1940-42, og tað var í hesum tíðarskeiði, at ungi hermaðurin hitti kvinnuna úr Sumba, sum tænti í Havn. Tey gjørdust góð, og hon flutti við manninum til Onglands at búgva.

Tónlistarligu evnini hevur Bernharður ikki frá fremmandum. Pápin var tónleikari og dirigentur og stjórnaði útvarpskórinum hjá BBC. Hann var eisini framleiðari á Rás 3, sum spældi klassiskan tónleik.

 – Eg eri vaksin upp við tónleiki og hoyrdi tónleik allastaðni og alla tíðina, sigur Bernharður.
Longu tíðliga í barnaárunum vóru tekin í sól og mána um, at í dronginum búði eitt talent av teimum stóru, og longu sum sjey ára gamal gjørdist Bernharður kórdrongur í Westminster Abbey í London.

Hann ásannar, at tað var tíðliga at fara frá foreldrunum, men hann var ikki einsamallur kortini. Dreingjakórið taldi í alt 36 næmingar, og seinni slapp eisini yngri bróður Bernharðs upp í kórið. 

– Mær dámdi væl at syngja í kóri, og eg helt tað vera spennandi at búgva í London, bara fáar hundrað metrar frá Big Ben og Westminster Abbey.

Bernharður treivst væl sum kórsangari og mentist í tíðini í London. Men í tannárunum gekk leiðin víðari til annan stórbý, til Manchester, har hann tók tónlistarliga útbúgving á bachelor- og masterstigi sum solistur við tvørfloytu sum ljóðføri. 

Eftir fimm ára langa útbúgving lá heimurin víðopin. Bernharður var tá 24 ára gamal, men tað vardi neyvan unga mannin, hvat lá fyri framman.   

– Ein dagin fekk ein av okkara undirvísarum eina uppringing úr Íslandi. Í Reykjavík leitaðu tey eftir einum floytuspælara. Eg var júst liðugur við skúlan og gekk mest sum fyri einki og helt, at tað kundi verið ein spennandi avbjóðing, og játtaði beinanvegin, sigur Bernharður. 

Tað, sum bara skuldi vera ein stuttur steðgur, gjørdist til eitt longri uppihaldi, sum vardi í 28 ár.  

– Mær dámdi væl í Íslandi, og eg helt tað vera so sera vakurt. Fólkini vóru eisini blíð, sigur Bernharður, sum seinni fekk starv á Music School of Reykjavík og undirvísti í tvørfloytu. 

Væl man hava ligið fyri, tí fleiri næmingar hjá Bernharði hava skarað framúr. Ein teirra er í dag høgt í metum og solistur í Berliner Philharmoniker. 

– Ja, ja. Mann má reypa eitt sindur, sigur hann og brosar.

Bernharður var fyrstu ferð í Føroyum í 1976. Men tað gingu nógv ár, til hann fekk fast undir fótum í Føroyum. Tað hendi um aldarskiftið. Á vári í 2000 var hann vorðin fastur fúsur í eini blásikvintett í Íslandi, sum ferðaðist víða. Eitt nú spældi kvintettin til konsert í operahúsinum í Sydney og í stórum konserthøllum í nógvum øðrum londum. Og einaferð sama ár vóru boð eftir teimum úr Føroyum. Kristian Blak og Sunleif Rasmussen heittu á bólkin um at koma henda vegin at framføra á summartónum, og eina aðra ferð fekk Bernharður til uppgávu at stjórna nýggjum verki, Ferðin, sum Urd Johannesen hevði gjørt við íblástri úr bók eftir Jørgen-Frantz Jacobsen og tónleiki eftir Sunleif Rasmussen. 

– Tað var fyrstu ferð, at eg hitti Urd, og í 2003 flutti eg til Føroya at búgva, sigur Bernharður.  
Fyrstu tíðina í Føroyum undirvísti hann á Tórshavnar Musikkskúla, og í 2005 gjørdist hann høvuðsdirigentur hjá Føroya Symfoniorkestri og hevur verið tað líka síðani. 

Ein kærleikssøga
Tað ber illa til at siga Føroya Symfoniorkestur uttan at siga Bernharður Wilkinson. 

So stóran og týðandi leiklut hevur spaklynti og tó karismatiski maðurin havt á orkestrið og klassiska tónleikaumhvørvið í Føroyum sum heild seinastu fjórðingsøldina. 

Men Føroya Symfoniorkestur hevur eisini havt stóran týdning fyri Bernharð Wilkinson. 

– Tað var kærleiki við fyrsta eygnabrá, og hann heldur framvegis, sigur hann. 
Bernharður Wilkinson stjórnaði á fyrsta sinni Føroya Symfoniorkestri í 1994. Møguleikin stakk seg upp mest sum av tilvild, tá ið táverandi stjórin í Norðurlandahúsinum, finnin Peter Turtschaninof, sáli, spurdi, um Bernharður kundi stjórna orkestrinum, sum vandi sjeyndu symfoni eftir Beethoven. Bernharður játtaði, og soleiðis varð grundarsteinurin lagdur undir ein langan og fruktagóðan kapitul í føroyskari tónleikasøgu. 

Frammanundan hevði Bernharður stjórnað íslendska symfoniorkestrinum, og hann var eisini í Føroyum í sambandi við fyrstu symfoniina hjá Sunleif Rasmussen, Oceanic Days. 
Bernharður heldur, at Føroya Symfoniorkestur hevur ment seg nógv seinastu árini. Fleiri tónleikarar hava tikið tónlistarligar útbúgvingar á konservatorium uttanlands og venda heim aftur sum professionell. Tað hevur lyft symfoniorkestrið, heldur hann.  

Føroya Symfoniorkestur er í dag eitt ógvuliga vælvirkandi orkestur, sum hevur munandi fleiri framførslur, enn tá ið Bernharður tók við fyrst í øldini. Undir hansara leiðslu hevur orkestrið tikið fleiri týðandi fet og hevur ment seg munandi.  

– Eg helt, at symfoniorkestrið framførdi ov lítið og hevði fleiri møguleikar í sær. Tað fekk eg broytt, og í dag framførir orkestrið at kalla árið runt, sigur hann. 

Tann mest umfatandi konsertin er nýggjárskonsertin, sum hevur vunnið støðu sum eitt mentanarligt íkast, ið hoyrir búningini hjá nærum hvørjum føroyingi til.

Sjálvur er Bernharður lítillátin, men dylur ikki fyri, at hann hevur roynt at sett sín persónliga dám á orkestrið og framførslurnar. 

– Tað er umráðandi, at dirigenturin finnur sín stíl og leggur konsertina til rættis hareftir. Sjálvur helt eg, at nýggjárskonsertin hevði gott av at verða umskipað og gjørd til eina gallakonsert við kóri og solistum og spennandi útlendskum nøvnum og skemti afturvið. Eg haldi, at tað hevur eydnast, sigur hann.  

Demokratiskt einaveldi
At stjórna og standa á odda fyri einum symfoniorkestri er ikki hissini uppgáva, ásannar hann.  

Tað eru leiðslan og stjórin í Føroya Symfoniorkestri, sum í samráði við tónleikanevndina og dirigentin gera av, hvørji verk orkestrið skal spæla og framføra. Síðani fer dirigenturin av álvara til verka. Hann má kenna verkini og nótarnar til fulnar og má leggja greiðar ætlanir og gera sær sínar metingar og tulkingar av, hvussu verkini skulu framførast. Talan er tí um nógva og drúgva fyrireiking og eitt ógvuliga stórt arbeiði, og tað mesta er lagt til rættis, longu áðrenn dirigenturin møtir tónleikarunum og orkestrinum fyrstu ferð. Síðani skulu verkini venjast væl og virðiliga, og undir venjingunum er uppgávan hjá dirigentinum í stóran mun at lurta. Tað er púra avgerandi fyri upplivingina, at tónleikurin og ljóðið eru í javnvág. 

– Kemur okkurt skeivt fyri, er tað uppgávan hjá dirigentinum at lúka villurnar burtur. Í so máta hevur mín leiðsluháttur verið okkurt slag av demokratiskum diktaturi, einaveldi. Ikki skilt sum harðrent einaræði, men sum ein góðsligur vegleiðari, ið vil øllum tað besta og samstundis tekur endaligu avgerðirnar og hevur síðsta orðið, sigur Bernharður.

Hann leggur aftrat í sama andadrátti: 

– Eg haldi ikki, at tað hevur verið nakar trupulleiki at motivera og fáa tónleikarar og kórsangarar at ganga í takt. Tað megna tey sjálvi, tí talan er um fólk, sum eru professionell, gera sítt ítasta og ganga høgt upp í sítt yrki, sigur hann. 

Bernharður heldur, at tað er trupult at taka nakrar upplivingar við orkestrinum fram um aðrar. Men tær tríggjar ferðirnar, Føroya Symfoniorkestur undir hansara leiðslu hevur verið uttanlands og framført, standa tó eftir sum varðar og minniligar løtur, ið hann seint fer at gloyma. 

Tvær ferðir hevur orkestrið verið á konsertferð í Danmark og eina ferð í Íslandi. Á hesum ferðum hevur orkestrið eitt nú framført í Hørpuni í Reykjavík og í konsertsalinum hjá Danmarks Radio á Amager. 

– Tað var sum at koma í himmiríki, sigur hann og leggur dent á, at báðar ferðirnar var talan um stórar upplivingar, sum hava kveikt dreymin um eitt veruligt konserthús í Føroyum, ætlað Føroya Symfoniorkestri. 

– Norðurlandahúsið er flottasti og vakrasti bygningur í Føroyum og tekur seg merkiliga væl út til konsertir fyri smærri bólkar, men upprunaliga er húsið ikki gjørt til symfoniorkestrið. 

Spælistøðini eru annars vorðin munandi fleiri við árunum. Stásiliga Hátún er á Musikkskúlanum í Havn, og norðoyingar hava fingið glæsiliga Varpið. Og so er stórhøllin við Tjarnir eisini komin, men hon er ikki gjørd til endamálið at framføra klassiskan tónleik. 

– Vit loyva okkum at droyma, sigur karismatiski dirigenturin, sum nú leggur frá sær eftir drúgva og trúgva tænastu. 

FAKTA: 
Bernharður Wilkinson er føddur í Hitchin í Onglandi í 1951. Mamman er føroysk, ættað úr Sumba, og pápin er onglendingur. 

Hann byrjaði tónlistarligu yrkisleiðina sum kórdrongur í Westminster Abbey og tók seinni útbúgving á bachelor- og masterstigi í Manchester við tvørfloytu sum høvuðsljóðføri. 
Seinni búsettist hann í Íslandi og hevur eitt nú undirvíst á Music School of Reykjavík. 

Í 2003 flutti hann til Føroya at búgva. Síðani 2005 hevur hann stjórnað Føroya Symfoniorkestri, men á nýggjárinum takkar hann fyri seg og stjórnar orkestrinum fyri seinastu ferð. Hann heldur tó fram sum kórleiðari hjá Tórshavnar Kamarkóri og Tarira. 

Bernharður er giftur Urd Johannesen, og tey búgva á Argjum.