Út av tromini við TROM
Føroyar taka nú av álvara lopið út av tromini sum films- og sjónvarpsframleiðandi land. Krimirøðin TROM, sum er seld týsk/franska sjónvarpsrisanum ZDF/Arte og stroymingtænastuni ViaPlay, er nógv tann størsta føroyska sjónvarpsframleiðslan higartil. Fíggjarætlanin er beint oman fyri 36 milliónir krónur, men sjálvt hugskotið til TROM fekk Torfinnur Jákupsson, meðan hann sum tannáringur stóð og vøkudroymdi við flakalinjuna í fiskavirkinum í heimbygdini Norðragøtu

27. januar 2022
Skrivað hevur: Uni Leitisstein Hansen
Líkið av einum limi í einum djóraverndarfelagsskapi verður funnið í blóðreyða sjónum eftir eitt grindadráp. Blaðmaðurin Hannis Martinsson kannar málið, og avdúkingarnar skelka lítla oyggjasamfelagið úti í Norðuratlantshavinum.
Soleiðis ljóðar lokabragdið í føroysku krimirøðini TROM, sum nú verður framleidd í Føroyum. Hugskotið til TROM eigur Torfinnur Jákupsson, sum eisini hevur skrivað handritið til røðina, ið byggir á krimiskaldsøgurnar hjá føroyska rithøvundinum Jógvani Isaksen.
“TROM er ein krimisøga við einum umhvørvisvinkli, og tað er ein av orsøkunum til, at áhugi hevur verið fyri røðini uttanlands,” greiðir Torfinnur Jákupsson frá í skrivitilhaldi í einum summarhúsum í Norðursælandi í Danmark.
Týski/franski sjónvarpsrisin ZDF/Arte og stroymingtænastan ViaPlay hava bæði keypt TROM, og tað er beinleiðis orsøkin til, at føroyska sjónvarpsrøðin yvirhøvur verður gjørd. Torfinnur Jákupsson viðgongur, at tað er rættiliga viðbrekið at samantvinna eitt morð í fryntligu og friðarligu Føroyum við grindadráp og djóra- og umhvørvisvernd.
“Eg haldi, at tað er serliga tí, at grindadrápið elvir til so nógv kjak, at eg havi valt bara at fara beint á tað, fyri onkursvegna at taka allar atfinningarnar í upplopinum. Eg haldi sjálvandi eisini, at grindadrápið er upplagt sum karmur um søguinngangin, men TROM snýr seg ikki bert ikki um grindadráp. Tað er bert eitt vegamót í søguni.”
Skal undirhalda og hugfanga
Torfinnur Jákupsson vísir á, at TROM hinvegin er skrivað sum ein spennandi nútímans krimisøga, ið eisini nemur við nøkur størri hugvekjandi og tíðarhóskandi evni, sum ávirka okkum øll í dag. Roynt verður at taka allar síður við og ikki bert mála heimin upp í ein svart/hvítan veruleika.
“Mær dámar væl søgur um vanlig fólk, sum eru úti fyri óvanligum hendingum, og hvussu tey stríða seg gjøgnum tað. Í Føroyum eru vit eisini tætt tongd at náttúruni eins og hvørjum øðrum, og tað er eisini karmur um søguna í sendirøðini, eins og tað er í bókunum hjá Jógvani Isaksen. Tematiskt viðger TROM, hvussu umhvørvi okkara ávirkar og skapar okkum sum menniskju, eins og hvussu vit sum menniskju ávirka og skapa okkara umhvørvi,” hugleiðir Torfinnur Jákupsson, sum eisini á egnum kroppi hevur merkt tætta tilknýtið, sum føroyingar hava við náttúruna.
“Tá ið eg var trý ár, mundi eg druknað. Tann tankin hevur altíð havt mín áhuga, altso hetta, at júst tað, sum heldur okkum á lívi, kann eisini vera okkara størsta lívshóttan. Men í dag skapar umhvørviskjakið alsamt fleiri yvirskriftir og størri áhuga, tí tað kennist, sum vit eru bókstavliga á einum krossvegi, sum fer at avgera okkara lívstíð sum mannaætt. Men um søgan í TROM í síðsta enda megnar at undirhalda fólk og samstundis geva teimum nakað at hugsa víðari um, so eri eg nøgdur.”
Fer at kosta 36 mió. kr.
TROM er størsta føroyska films- og sjónvarpsverkætlan higartil. Røðin, sum verður í seks pørtum, fer at kosta beint oman fyri 36 milliónir krónur at framleiða, og hon skal takast upp í Føroyum. Upptøkutíðin er tríggjar og ein hálvan mánað, og maðurin, ið skal syrgja fyri, at TROM verður veruleiki, er Jón Hammer, sum eigur lítla, føroyska framleiðslufelagið KYK Pictures.
“Vit skulu filma líka nógvar minuttir í sambandi við TROM sum til tveir heilar spælifilmar, so hetta er rættiliga umfatandi fyri okkum her í Føroyum. Men ætlanin er, at so nógv sum yvirhøvur gjørligt skal gerast á føroyskum, av føroyingum og í Føroyum,” greiðir Jón Hammer frá, meðan hann setir seg til rættis í einari lítlari sofu á skrivstovuni hjá KYK Pictures, sum heldur til í einum hugnaligum loftshølum mitt í føroyska høvuðsstaðnum.
Fyri Jón Hammer, sum hevur royndir frá danska film- og sjónvarpsumhvørvinum, har hann eitt skifti starvaðist fyri Zentropa, er TROM meira enn bara ein sjónvarpsframleiðsla.
“Málið við TROM er eisini at menna films- og sjónvarpsumhvørvið í Føroyum. Vit hava nógv sera dugnalig fólk í Føroyum, men vit eru ikki von við at arbeiða so skipað í so langa tíð, sum tað krevur at framleiða eina heila sjónvarpsrøð. Tað er nakað, sum okkara fólk skulu royna og læra við at framleiða TROM. Tískil eru flestu fólkini, sum eg brúki í framleiðsluni, føroyingar, men eg má eisini hava onkrar útlendingar við, ið hava royndir við stórum films- og sjónvarpsframleiðslum, og sum okkara fólk so kunnu læra av.”
Kasper Barfoed høvuðsleikstjóri
Millum annað verður høvuðsleikstjórin danin Kasper Barfoed, sum føroyskir leikstjórar so verða knýttir at.
“Teir føroysku leikstjórarnir hava enn leikstjórnað ov lítið til, at onkur er sinnaður at spýta 36 milliónir í eina røð til teir at leikstjórna. Kasper Barfoed er hinvegin eitt altjóða kent navn, sum hevur leikstjórnað fleiri røðir og filmar, og ta sannroynd hava vit brúkt til at selja røðina og á tann hátt fáa hana fíggjaða,” ásannar Jón Hammer.
Ætlanin er so, at Kasper Barfoed leikstjórnar teir fyrstu partarnar av TROM og harvið setur stemningin og stílin út í kortið, áðrenn føroyskir leikarstjórar so taka yvir og leikstjórna hinar partarnar. Í so máta eru sjónvarpsrøðir eitt sindur øðrvísi enn filmar, vísir Jón Hammer á, tí filmar eru vanliga eitt listarligt frámerki hjá leikstjóranum, men sjónvarpsrøðir, serliga krimirøðir, fylgja ávísum og kendum leistum og myndaformum.
“Tað gevur tó eisini avgjørdar fyrimunir at hava onkrar útlendingar við í framleiðsluni, tí teir síggja ofta tingini eitt sindur øðrvísi enn vit, sum búgva her í Føroyum. Gløgt er gestsins eyga, verður sagt, og tað passar,” staðfestir Jón Hammer, sum eisini vísir á, at danska felagið Reinvent Studios, sum eisini er knýtt at framleiðsluni, hevur verið avgerandi fyri, at TROM kann gerast til veruleika.
Hugskotið kom við flakalinjuna
Hugskotið til TROM fekk Torfinnur Jákupsson longu sum tannáringur, meðan hann í summarfrítíðini stóð og vøkudroymdi við flakalinjuna á fiskvirkinum í heimbygdini Norðragøtu.
“Eg minnist, tað var ein dagin, at vinmaðurin Sjúrður Justinussen og eg sótu í kaffisteðginum og prátaðu. Vit eru báðir filmsfjepparar og prátaðu leysliga um, at tað kundi verið stuttligt at gjørt ein krimifilm ella krimirøð sum tær útlendsku, vit hugdu at, í Føroyum. Vit komu so inn á Jógvan Isaksen, sum hevur ættarbond til Gøtu, og hansara krimibøkur, at tær vóru eitt gott boð og høvdu riggað væl at pallsett til film ella sjónvarp. Men so ringdi klokkan, kaffisteðgurin var liðugur, og vit máttu aftur til arbeiðis.”
Frá sínum plássi við flakalinjuna hevði Torfinnur Jákupsson tó útsýni niðan á Støðlafjall, har fyrsta morðið í fyrstu krimibókini hjá Jógvani Isaksen verður framt á sjálvari tromini. Og meðan Torfinnur soleiðis stóð og legði ein fisk fyri og annan eftir í flekimaskinuna í keðiligari endurtøku, rótfesti hugskotið seg veruliga í honum.
“Gerandisdagurin tók so yvir aftur, eg flutti til London at lesa og arbeiða, og áðrenn eg varnaðist, so vóru 10 ár gingin,” staðfestir Tórfinnur Jákupsson turrisliga og fer at flenna.
“Men meðan eg havi verið uttanlands, so hava røðir sum Sopranos, Wire og Breaking Bad skapt eina nýggja gulløld fyri sjónvarpsrøðir, og áhugin hjá mær fyri, hvussu tú kanst menna eina søgu í einari sjónvarpsrøð í mun til í einum filmi, er bara vaksin.”
Føroyar eru høvuðsleikarin
Ein, sum gleðir seg serliga nógv til at síggja TROM á skíggjanum, er Jógvan Isaksen, rithøvundurin, ið hevur skrivað krimiskaldsøgurnar, sum eru upphavið til røðina. Jógvan Isaksen fegnast um, at tað eru føroyingar, sum gera sjónvarpsrøðina, og at hon verður tikið upp í Føroyum.
“Tað hevði hóast alt verið eitt sindur uttanhanda, um upptøkurnar eitt nú vórðu gjørdar í Íslandi,” staðfestir Jógvan Iskasen.
“Tí høvuðsleikarin í mínum bókum er í veruleikanum hvørki Hannis Martinsson ella William Hammer, men Føroyar. Ivist í, um eg hevði kunnað skrivað mínar krimisøgur, um tær skuldu gingið fyri seg nakra aðrastaðni enn í Føroyum. Føroyar sum land og fólk eru bæði grundarlag, karmur og innihald í mínum bókum.”
Jógvan Isaksen dugir ikki heilt at siga, um Føroyar eru so nógv betur egnaðar til krimi enn onnur støð. Í yvirlitum yvir kriminalitet í londum í heiminum liggja Føroyar trygt sum tað minst kriminella landið í verðini, so tað var ikki beinleiðis orsøkin til, at Jógvan Isaksen fór at skriva krimibøkur um Føroyar.
“Hinvegin hevur mær altíð dámað krimibøkur, og um tú so vilt skriva hetta inn í títt jørðildi, so mást tú uppfinna ella innflyta kriminalitetin. Tað, sum kanska ger Føroyar væl egnaðar sum staðseting, er, at her er í veruleikanum so lítil kriminalitetur, og so okkara einastandandi náttúra. Eitt at kalla óbrúkt umhvørvi í tílíkum høpi.”
Torfinnur Jákupsson, sum hevur fingið kreativt frælsi og loyvi til at tillaga og dagføra ymisku søgutræðrirnar og persónarnar í bókarøðini hjá Jógvani Isaksen, heldur, at tað finnast nakrar spennandi andstøður í føroyska samfelagnum, sum gera tað sera áhugavert til eina sjónvarpsrøð.
“Tá ið tú kemur til Føroya, so er tað sum at traðka aftur í fortíðina, men samstundis kemur tú til eitt øgiliga nútímans samfelag. Føroyar eru eitt sovorðið bygdasligt, men eisini modernað Wild West úti í Norðuratlantshavi. Vit føroyingar eru eitt øgiliga egið fólk, sum hevur sín heilt egna og sterka samleika, men samstundis eru vit í danska kongaríkinum, ið nærmast er ein tjóðskaparlig psykosa. Og so hava vit føroyingar eitt øgiliga myrkt skemtingarsemi og taka ikki tingini ov álvarsamt, men samstundis eru vit eisini øgiliga álvarsom fólk. Nógv sovorðin viðurskifti eru áhugaverd at spæla sær við í røðini,” heldur Torfinnur Jákupsson.
Einki filmsundirstøðukervi í Føroyum
Á loftsskrivstovuni hjá KYK Pictures í Havn noyðast tey at leggja eina ætlan fyri hvønn minsta smálut í framleiðsluni, tí tað skal ganga skjótt, frá tí upptøkurnar til TROM enda hálvan juni, og til røðin skal á skíggjan í september 2021.
“Vit hava sett gongd á alt nú – eitt nú tónleikin – ið føroyingar gera, og sum má vera liðugt, áðrenn vit fara at filma. Klippingin og alt eftirarbeiðið má eisini liggja í fastari legu, um tíðarætlanin skal halda,” greiðir Jón Hammer frá, meðan eitt bros breiðir seg um varrarnar á honum.
Um framleiðarin er fjálturstungin av verkætlanini, hann er farin í holt við, so fjalir hann tað væl. Men í lítla framleiðslufelagnum hava tey nógv um oyruni, ásannar hann. Filmsliðið verður umleið 30 fólk, og so eru tað millum 20 og 30 leiklutir í røðini. Til ávísar senur skulu tey brúka 100 statistar, og yvirhøvur gevur tað nakrar serligar avbjóðingar, at tey hava valt at taka røðina upp í Føroyum.
“Tað finst einki filmsundirstøðukervi í Føroyum, sum tey eitt nú hava í Danmark, har tú kanst keypa teg til alt, eitt nú nakað so einfalt sum leikgripir. Tað kanst tú fara inn í eitt hús í Danmark og leiga eftir tørvi til teir filmar og sjónvarpsrøðir, tú skalt framleiða. Her í Føroyum mugu vit út at finna allar leikgripirnar sjálv og yvirhøvur uppfinna tað mesta av nýggjum. Vit kunnu ikki rokna við nøkrum, og tí eru vit eisini farin undir fyrireikingarnar til TROM í góðari tíð.”
Ein lívsverk
Høvuðsorsøkin til, at TROM nú verður veruleiki, er uttan iva áræðið og málsøknið hjá Torfinni Jákupssyni. Tí eftir 10 ár í London valdi Torfinnur Jákupsson at venda nøsini heimaftur, og tað setti okkurt í honum í rørslu.
“Eg var um at verða 30 ár, og tað kendist onkursvegna sum ein krossvegur. Eg hugsaði, at um eg nakrantíð skuldi gera nakað við henda gamla tannáringadreymin um at skriva mína egnu sjónvarpsrøð, so mátti tað vera nú.”
Eftir at hava arbeitt nøkur ár sum fríyrkisfólk í fjølmiðlaheiminum valdi Torfinnur Jákupsson í 2018 at taka kjansin og at seta alt annað til viks.
“Eg setti meg at skriva handritið, gjørdi ein sølufaldara, og so fekk eg nøkur góð vinfólk og onnur við í eitt toymi til at gera ein sonevndan teaser. Og síðani fór eg sum ein lítil ambitiøsur bygdamaður aftur út í stóru verð á alskyns festivalar og sølustevnur við mínari krimirøð, men tað gekk bara væl,” staðfestir Torfinnur Jákupsson turrisliga, áðrenn hann leggur hugleiðandi afturat, at TROM kennist sum eitt lívsverk- eitt hjartabarn – tí tað er ein samanrenning av ymiskum skapandi hugskotum, sum hann hevur putlast við í mong ár. Og fleiri av hesum hugskotunum renna nú saman í eina hægri eind.
“Men samstundis er tað vónandi bara byrjanin til nakað størri, tí TROM skal gjarna bara vera tann fyrsta røðin av mongum, eg skrivi, og hendan fyrsta sesongin av røðini er vónandi bara tann fyrsta av fleiri,“ sigur Torfinnur Jákupsson, sum eisini vísir á týdningin, sum danska framleiðslufelagið Reinvent Studios hevur havt.
“TROM er fyri tey eins nógv eitt hjartabarn, sum hjá mær, tí TROM er fyrsta originala framleiðsla hjá Reinvent Studios. Tì taki eg tað sum eitt stórt herðaklapp, at tey velja TROM sum eitt slag av flaggskips-verkætlan hjá teimum.”
Fyri Jón Hammer og KYK Pictures er TROM eisini eitt slag av sveinaroynd, tí hann hevur ikki staðið á odda fyri einari so stórari verkætlan áður.
“Nú skulu vit so prógva, at vit veruliga kunnu gera TROM lidna og levera røðina til tey, ið hava goldið fyri hana. Megna vit tað, so kann TROM veruliga lata dyrnar upp fyri, at Føroyar verða eitt films- og sjónvarpsframleiðandi land, tí hava vit megnað at gjørt eina sovorðna røð eina ferð, so megna vit tað aftur. Eg kenni meg tryggan. Vit hava eina góða røð.