Ljóðmúrurin sprongdist, og heimurin fór at sprota
Ásannandi, at tað bert eru eini 90 ár síðan, at føroyskt mál varð viðurkent sum undirvísingarmál, og at tað bert tekur eitt ættarlið at syndra eitt mál, so er tað einki løgið, at Jonhard Mikkelsen er ein ótolin maður. Hann er ágrýtin og avgjørdur, og eiðir smoyggja seg inn ímillum orðini. Men tað er ikki av málsligari armóð, at hann tekur harðliga til - tvørturímóti er tað fyri at undirstrika álvaran í tí, hann tosar um. <br />Maðurin, sum stjórnar Sprotanum, hevði als ikki væntað, at hetta, sum hendi, skuldi henda. At navnorðið Sprotin (ein sproti) skuldi knoðast til eitt sagnorð, og at tað fór at bera øllum til at sprota. Slíkt hendir bara í hendinga førum.<br />

11. desember 2023
Skrivað hevur Eyð Matras / Mynd: Høgni Heinesen
Jonhard Mikkelsen tekur ímóti mær við grøna portrið nummar 12, har hann býr ovarlaga í Vestmanna. Hann er miðalvaksin maður í kovboybuksum og í svartari t-skjúrtu. Vit fylgjast oman steinsettu trappurnar, ígjøgnum urtagarðin, sum í fullum heystblóma helst er stórslignari enn í dag, nú trø, runnar og blómur hava mist síni bløð og følna.
- Eg eri helst ein vónleysur romantikari, sigur Jonhard - um seg, urtagarðin og um lívsverkið Sprotan.
Komin inn í køkin, fer Jonhard at stákast. Sker viðskera og kókar vatn, sum hann stoytir ígjøgnum tesíluna. Hann ljóðar altráur á málinum, tá hann tosar um tøkniligu menningina, nú forlagið Sprotin skjótt hevur 25 ár á baki.
- Sonja er fantastisk bæði sum sniðgevi og vegleiðari. Hon hevur fingurin á pulsinum við tí, sum er frammi, og hevur eitt sjáldsama gott eyga, sigur Jonhard og setur eitt krúss á borðið við áskriftini SPROTIN.
- Skalt tú hava mjólk útí? Hann er klárur við mjólkarpakkanum. - Nei takk. Eg drekki svart.
Hann heldur fram at tosa um starvsfelagan norðanfjørðs.
- Sonja hevur givið heimasíðuni hetta flotta sniðið. Hon skilir teldumál og tekur sær av øllum samskiftinum við teldutøkningarnar. Alt, sum hevur við orðini og tekstirnar at gera, eigi eg saman við øðrum, men alt, sum snýr seg um grafikk og uppseting, er Sonja. Ein vanligan arbeiðsdag arbeiða fimm fólk í Sprotanum – kortini ikki fulla tíð - við at leggja bøkur til rættis, samskipa rættlestur, reka stóra týðaratænastu, røkja marknaðin og skipa fyri tiltøkum. Umframt hesi fimm er ein stór teyggja av fríyrkisfólki afturat.
Ein makaleys skipan
Hann setist við borðið. Dagsljósið handan bakið blendar, og andlitið – hár, húð og foyrur – kámast, meðan røddin tónar fram.
Netorðabøkurnar á portalinum Sprotin.fo eru vorðnar ein rimmar suksé.
Nærum helmingurin av øllum føroyingum eru inni á Sprotanum hvørja viku. Í 2010 vóru tað 1.000-2.000 orðanørdar, ið leitaðu sær inn á bøkurnar – nú eru 20.000 inni á Sprotin.fo um vikuna.
- Ongastaðni í heiminum hava fólk so lætta atgongd til orðabøkur, sum her. Skipanin er makaleys. Eingi brúkaragjøld, eingin innritan, ein ritstjóri á hvørjari bók, sum til ber at samskifta beinleiðis við á netinum. Tað er gull vert. Hetta skapar ein dynamikk í sambandi við orðabøkurnar, sum ikki má stadna, sigur hann.
Meðan vit sita og tosa, tikkar inn við teldupostum. Brúkarin spyr – lærarar, næmingar og skrivstovufólk, tey spyrja um orð ella koma við orðum og uppskotum. Onkur rættar villur.
- Treyðugt so, sigur Jonhard.
- Aðrastaðni eru stór toymi, ið arbeiða við orðabókum. Vit vóru tveir, tá ið vit byrjaðu. Anfinnur í Skála og eg. Tað sigur seg sjálvt, at orðabókin er ikki fullfíggjað, men hon kom á eitt turt stað og hevur roynst væl, heldur hann.
Eitt miðvíst stríð
Studentaskúlin hevur havt sera stóran týdning fyri menningina í Føroyum, eisini ta málsligu. Uttan tann skúlan hevði verið minni av læknum, sakførarum og verkfrøðingum og øðrum, sum hava sett ferð á ymsu fakøkini, sum hava ment okkum í stórum. Men hetta var ein danskur skúli við føroyskum ískoyti. Allar bøkur og allar próvtøkur vóru á donskum, men í 1974 kókaði gamla skipanin yvir. Tíðin hevði yvirhálað gomlu skipanina. Tá sluppu næmingar til próvtøku á sínum móðurmáli.
Í 80-árunum vóru fortreytirnar fyri føroyskum broyttar, tá ið Fróðskaparsetrið av álvara fór at útbúgva fólk í føroyskum. Jonhard varð lærari í Hoydølum.
- Mest sum allar lærubøkur vóru danskar og nógvir lærarar við. Tosað varð danskt fyri ein stóran part á Føroya Studentaskúla. Og hvør lærugrein hevði sín ráðgeva, danskt, týskt, støddfrøði í Danmark - men ikki føroyskt. Jonhard varð biðin at átaka sær uppgávuna, sum hann í fyrstu syftu havnaði. Hann visti, at tað fór at verða eitt knortlut stríð, men seinni tók hann tó uppgávuna á seg.
- Danskt var tann góða bókmentalærugreinin, føroyskt var mangan tungt og stirvið, sigur Jonhard. Hetta varð ein harður dystur. Eitt gamalt inngrógvið mark skuldi flytast. Fleiri tímar skuldu útvegast føroyskum enn donskum. Føroyskt skuldi taka við nýggjari ábyrgd. Tíðin var búgvin. Men tað var sum at loysa negl, ið er grógvin inn í tánna, minnist hann.
Men javnvágin ímillum føroyskt og danskt broyttist – og føroyskt gjørdist høvuðsmál, og ljós varð varpað á tørvin á føroyskum tilfari: orðabøkur, mállærur og føroyskar tekstir.
Jonhard kendi á sær, at nú hann hevði sagt A, mátti hann eisini siga B. Hetta gjørdist upprunin til Sprotan. At geva tilfar út á føroyskum.
Tann reyða, danska orðabókin hjá Gyldendal var grundarlagið undir frálæruni í fremmandum máli. Royndin at broyta orðabøkurnar byrjaði í 1990, tá Anfinnur í Skála, Zakaris Vang og Jonhard fóru undir orðabókina ENSKT- FØROYSKT. Hetta eydnaðist væl, og so tók eitt annað við sær. Nú eru 16 orðabøkur á Sprotin.fo.
Orð, ið vinna frama
Føroyskt mennist í hvørjum, og tað tykist, sum einstaklingar og fyritøkur leggja stóran dent á at hjúkla um málið. Málráðið (har Jonhard eisini er limur, red.), fær alsamt fyrispurningar um útlendsk orð, sum fólk vilja broyta. Í Málráðnum verða orðini so viðgjørd, tugd og vigað.
- Nú, tú skrivar í Atlantic Review, er orðið boarding eitt gott dømi, sigur Jonhard. -Vit brúka boarding, men onkustaðni skurrar tað orðið hjá mongum. Tað merkir ikki annað enn at fara í eitt flogfar. Og spurningurin tekur seg upp: Ber ikki til at brúka okkurt annað orð? Slíkir spurningar eru altíð á skránni.
Øll smá mál hava øgiliga stórar avbjóðingar og sleppa mangan ikki inn á serlig yrkisøki. Tá ið fólk til dømis lesa til lækna í útlondum, brúka tey síni egnu yrkisorð. Um allir læknar siga, at hetta eru orðini, vit brúka, so verður tað so, og føroyskt verður ikki brúkt.
-Verða økini nógv, sum føroyskt ikki sleppur inná, kann føroyskt verða so mikið skert, at tað viknar meiri enn gott er. Tí mugu vit alsamt vera á varðhaldi, sigur Jonhard.
Í øllum londum sita fólk og smíða orð fyri nýggj hugtøk og fyribrigdi, og øll viðurkenna, at tað altíð verður arbeitt við einum avlopi. So og so nógv orð verða smíðað, og so og so stórur partur av teimum dettur burtur ímillum. Orðini verða send út á marknaðin, og so sæst, hvat aftursvarið verður. Tú veitst, at fólk taka ikki við øllum. Men ofta koma tey orðini kortini í orðabøkurnar, tí fólk skulu hava ein valmøguleika. Kanska onkur einaferð fer at brúka orðið í onkrum samanheingi. Stundum hepnast tað – og fyri at halda okkum til ferðavinnuna, so varð Bed and Breakfast týtt til Ból og biti – og varðveitti styttingina B&B. Fólk tóku tað til sín við brestin. Eisini tá ið ein sandwich varð ein tvíflís. Mong eru dømini um, at tað hevur hepnast – og mong eru dømini um tað øvuta.
At sprota er ein suksé
At orðabókaportalurin hjá Sprotanum skuldi gerast ein so stór suksé, var eingin sjálvfylgja. Áðrenn Mentamálaráðið keypti sítt fyrsta hald í 2010, fyri at allir skúlanæmingar í Føroyum kundu brúka netorðaportalin, gingu fleiri ár við íløgum fyri milliónir og miseydnaðum royndum, ið vóru um at kollrenna alla verkætlanina. Og nú Jonhard lítur afturá, ivast hann í, um hann var farin undir arbeiðið, hevði hann vitað um alt stríðið.
- Hetta hevur kostað nógv, bæði tíð og pengar. Tíð, sum helst kundi verið brúkt til so mangt annað – helst stuttligari og kreativari enn at arbeiða við orðabókum. Sum onkur segði: “.. orðabøkur eru tað óseksutasta sum er til.” … Situr tú og skrivar eina skaldsøgu, skapar tú okkurt nýtt, og fólk siga: Nei, sum hon skrivar væl. Tá ið tú ert liðugur við eina orðabók, er tað eingin, sum klappar, men fólk siga sum við ein munn: Harragud, hvussu keðiligur kann ein maður vera? Fá tær eitt lív! Hann flennir í skellilátri.
Ljóðmúrurin er sprongdur, og tøknin er markleys, og Sprotin er farin at leggja ljóð, myndir og video inn í bøkurnar, so ein orðabók skjótt verður nógv annað enn bara skrivað orð. Skjótt fer at bera til at sprota fleiri mál - svenskt og franskt eru í gongd, kanska verður eisini kinesiskt sprotað ein fagran dag?
Faktaboks
Jonhard Mikkelsen (f. 1953) eigur Sprotan og er stjóri.
Útbúgvin cand.mag. í enskum og føroyskum.
Arbeiddi sum adjunktur á Føroya studentaskúla. Lærugreinaráðgevi í føroyskum fyri miðnámsdeildirnar. Lektari á Føroya læraraskúla. Námslektari á Fróðskaparsetrinum. Í nøkur ár blaðstjóri á vikuskiftisblaðnum Fregnum.
Viðurkenningar:
Føroya Fróðskaparfelag – Grunnur Kristjans á Brekkumørk - læt Jonhardi sømdargávu sum viðurkenning fyri slóðbrótandi virki fyri lærugreinini føroyskum á studentastigi í 1992.
Mentamálaráðið læt Jonhardi Heiðursgávu Landsins fyri bókaútgávu í 2010.