Skip to main content
Atlantic Airways Logo

Keyp ferðaseðil við gávubrævi

Tá tú skalt keypa ferðaseðil við einum gávubrævi, skalt tú fyrst leita eftir flogferðini sum vant á Atlantic.fo. Vel síðani flogferð og á gjaldssíðuni skalt tú velja "Gávubræv" sum gjaldshátt. Trýst síðani á "Halt fram" og tøppa nummarið á gávubrævinum inn.

Um ferðin kostar meira enn virðið á gávubrævinum, ber til at rinda prísmunin við gjaldskorti ella einum øðrum gávubrævi.

GG! Gávubrøv byrja við bókstavunum AA.

At keypa eitt gávubræv frá Atlantic Airways er skjótt og einfalt. Gávubrævið verður goldið við gjaldskorti, og vit senda tær tað við telduposti beinanvegin.