Skip to main content
Atlantic Airways Logo

Seinferð – eitt mótspæl til skjótu ferðina í samfelagnum

Meðan onnur leita út í heim, leitar Lea Kampmann heim aftur. Meðan fólk flest seta ferðina upp, setur 27 ára gamla tónlistakvinnan ferðina niður. Útgávan ‘Seinferð’ er ein uppreistur móti nógvu ferðini í okkara samfelag í dag. Ein sansandi ferð inn í føroysku náttúruna, sum hvørki kann temjast ella stýrast til at seta ferðina upp. Ein ferð til røturnar og lívið hjá Leu heima í Vestmanna í Føroyum.

Seinferð – eitt mótspæl til skjótu ferðina í samfelagnum

25. november 2025

Hendan greinin hevur upprunaliga staðið í Atlantic Review #1 í 2025. 
Skrivað hevur Rebekka Manuela Behrens / Mynd: Erla Ziskasen

Nógv ljóð. Ferð. Og nógv fólk. Tos, bilar, bussar, metroir, súkklur, matstovur, kaffistovur, gøtuseljarar og lýsingar av øllum handa slagi. Tað er sunnudagur – men ikki sunnudagur sum í Føroyum. Vit eru í Keypmannahavn, og býurin er á tremur við fólki og virksemi. 

Lea Jóhanna Kristinsdóttir Kampmann kemur inn í lítlu kaffistovuna á einum horni á Christianshavn. Í løtuni hevur hon úr at gera. Serliga eftir at hon gjørdist aktuell við útgávuni ‘Seinferð’. Umframt tað er hon eisini í holt við at flyta inn í nýggja íbúð á Vesterbro í Keypmannahavn, sum hon júst hevur keypt saman við sjeikinum, Søren – og tí hevur Lea nóg mikið at síggja til.

– Tað kennist væl at fáa eitt heim. Eitt fast stað at búgva eftir fleiri ár, har eg havi flutt nógv. Bæði millum íbúðir og lond. Onkursvegna er keypið av íbúð ein staðfesting av, at eg í løtuni havi valt Keypmannahavn, sigur Lea og sessast við borðið í kaffistovuni.

27 ára gamla Lea Kampmann er eftir hondini eitt kent navn á føroyska tónleikapallinum. Ikki bara kent navn, men eisini viðurkent. Í 2018 fekk Lea heiðurin sum “ársins einstaklingur” til FMA (Faroese Music Awards), og í 2021 vann bólkurin Einangran, sum Heiðrikur á Heygum og hon høvdu, heiðurin fyri ársins lag.

Fyrsta útgáva hennara, ‘Common Blue’, kom út í 2017. Síðani komu útgávurnar ‘If I ever made you cry, I’m sorry’ í 2022, ‘Vendir vindar’ við bólkinum Einangran í 2023 og nú útgávan ‘Seinferð’.
Hóast útgávurnar eru ymiskar, er reyði tráðurin milda og nærlagda røddin. Tó er útgávan ‘Seinferð’ munandi øðrvísi og serlig. Eitt nú tí at tað er fyrstu ferð, at Lea gevur út løg á føroyskum.

– Eg kenni meg føroyska, og tí átti tað at verið natúrligt at skrivað og sungið á føroyskum. Tað hevur tað bara ikki verið. Orsøkin er ikki, at eg ikki dugi málið nóg væl, tí føroyskt er uttan iva mítt fyrsta mál. Onkursvegna hevur tað verið lættari at krógva seg aftan fyri enska málið. Føroyskt var eisini tað fyrsta málið, eg segði “eg elski teg” á. Tískil kennist tað so nakið og ektað at syngja á føroyskum; og tað er upp á tann góða mátan, greiðir Lea frá.

Ein ljóðmynd av Føroyum, longsli og kærleika

Hóast Lea hevur búð í Keypmannahavn nærum alt sítt lív, tykist tað ikki so. Medferðin er so føroysk, og onkursvegna stendur hon sum ein stór kontrast til alt resið og larmin í danska høvuðsstaðnum. Rólig, mild og nærløgd, umframt hon hevur eina sterka vestmanna-dialekt. Eingin ivi er um, at røturnar í Vestmanna og Føroyar liggja djúpt í Leu, og júst tað kemur væl og virðiliga til sjóndar í nýggju útgávuni.

– ‘Seinferð’ er eitt úrslit av so nógvum. Fyrst og fremst skrivi eg á føroyskum. Og tað var onkursvegna av tilvild. Hetta var, meðan koronufarsóttin herjaði. Eg kendi meg langt burtur frá Føroyum. Burtur frá familju og vinum. Fyri at halda høvdið klárt og linna sinnið fór eg undir at skriva tríggjar síður hvønn morgun. Á føroyskum. Burtur úr tí komu tekstir, sum síðani eru blivnir til sangir.

Tekstirnir í ‘Seinferð’ lýsa ein djúpan longsul og sterkt tilknýti til barnaárini í Føroyum. Ljóðmyndin er ofta einføld, men í hvørjari strofu og hvørjum stevi hoyrist eitt inniligt og persónligt upplivilsi. Tónleikurin gerst ikki bara ein flýggjan, men eisini ein leið at síggja veruleikan og heildarmyndina av leitan, longsli og kærleika.

– ‘Vestmanna í kava’ er mær ein serligur sangurEg skrivaði hendan sangin til ommu. Hetta var um tað mundið, tá ið hon var rættiliga sjúk. Sangurin er skrivaður út frá eini røðu, hon skrivaði um Jack Kampmann, sum var listamaður og pápi ommu. Hon skrivaði røðuna til eina av hansara ferniseringum. Hóast bandið hjá ommu og pápa hennara, langabba mínum, til tíðir var trupult, velur hon at minnast tað góða. Sum omma skrivar, so kanst tú sjálv velja, hvat tú minnist.

Í sanginum tvinnar Lea saman brot úr røðuni hjá ommuni við egin barndómsminni úr Vestmanna. Sangurin endar við einum longsli eftir friði og at sleppa kensluligu byrðunum frá barnaárunum fyri at gerast eitt við kavaklædda landslagið.

– Tíbetur náddi omma í Vestmanna at hoyra sangin, áðrenn hon fór. Tað eri eg ótrúliga takksom fyri. Omma hevur havt og hevur sera stóran týdning fyri meg. Hon var støðufestið í uppvøkstrinum og ímyndin av tí heimliga og føroyska. 

Seinferð – ein uppreistur móti skjótu ferðini

Lea Kampmann hevur seinastu árini flutt nógv. Frá at vaksa upp í Keypmannahavn flutti hon til Føroyar í 2015, 18 ára gomul. Ætlanin var at arbeiða í Føroyum eitt stutt tíðarskeið.

Tó vildi tilvildin tað væl øðrvísi. Um sama mundið var Open Mic í Reinsarínum í Havn. Eitt konsept, sum gevur øllum teimum, ið hava hug at framføra tónleik, ein pall. Tí gjørdi Lea nógv av. Fólk vórðu rúnabundin av Leu og hennara tónlistarligu gávum, og tí var hon nógv umbiðin at framføra. Hetta gav henni dirvi og hug at hugsavna seg enn meira um tónleik, og í 2017 kom hennara fyrsta EP, ‘Common Blue’, út og fekk góða móttøku.

Eftir fýra ár í Føroyum flutti Lea aftur til Danmarkar. Hon var sloppin inn at lesa sangskriving á Tí Jyska Musikkonservatoriinum í Aarhus.

Um hetta mundið kom Lea í samband við tónlistamannin Teit Lassen, sum telist millum best umtóktu og royndastu tónleikararnar í Føroyum. Hon vildi fáa afturmelding um tað føroyska, hon hevði skrivað. Teitur Lassen læt væl at føroysku tekstunum. 
Tíðin gekk, og Lea hevði nærum lagt allar teir føroysku tekstirnar, hon skrivaði í koronu-tíðini, frá sær. Inntil hon brádliga fekk eini boð frá Teiti fleiri mánaðir seinni. Hann spurdi, hvussu gekk við føroysku løgunum, og um hon hevði gjørt sær nakrar tankar um at spæla tey inn.

Hetta kom eitt sindur óvart á Leu. Hon var júst blivin sjúkrameldað fyri strongd. Gerandisdagurin í Keypmannahavn var tungur, og Lea hevði einki yvirskot til at skapa nakað. Kortini gjørdi hon av at seta seg saman við Teiti Lassen, sum ikki hevði gloymt vøkru tekstirnar, sum kundu blíva til nakað heilt gott.

Teitur og Lea møttust aftur ein vetrardag í desembur 2022. Tað var myrkt í veðrinum, tó eisini friðsælt við kavaveðrinum niðri í dalinum fagra, har Teitur helt til.

Lea segði sum var, at støðan hjá henni ikki var góð. Hon var troytt og strongd. Og hevði júst sjúkrameldað seg frá skúlanum. Tó vísti tað seg, at júst samstarvið og samrøðan við Teit Lassen var tað, henni tørvaði.  

– Gongdin í sambandi við útgávuna var ógvuliga lekjandi fyri meg sum tónleikara og menniskja. At práta við Teit, sum hevur so nógvar royndir við lívinum sum tónleikari, og sum skilir avbjóðingarnar, sum kunnu standast av tí, var júst tað, eg hevði brúk fyri, greiðir Lea frá. 
Tað var eisini um hetta mundið, at heitið til útgávuna kom. Seinferð. Á enskum merkir hetta slow motion. Eitt áhugavert hugtak, sum fyri Leu læt upp eina betri fatan av sær sjálvari og heiminum. Alt, sum vit fáast við, skal sum oftast ganga skjótt og skjótari fyri seg. Og lítið av tí, vit fáast við, krevur slow motion – seinferð.

– Eg var kanska ikki so var við, at júst skjóta ferðin hevði ørkymlað meg og gjørt meg tunga í huga og givið mær kensluna av at ikki røkka nóg mikið. Hetta var eisini nakað av tí, Teitur og eg prátaðu um. Og ikki minst, hvussu vit sum tónleikarar kunnu vera í vinnuni upp á ein meira kærleiksfullan máta, soleiðis at vit betur eru før fyri at geva frá okkum sjálvum. At vit tónleikarar eru meira enn tað, vit megna at framleiða – og at tað er í lagi at seta ferðina niður. Útgávan endaði tí eisini við at vera eitt mótspæl og ein uppreistur móti skjótleikanum, sum eyðkennir okkara tíð. Ein seinferð.

Seinferðina, sum Lea Kampmann lýsir, setur hon nógv í samband við Føroyar og føroysku náttúruna. Hóast Føroyar eisini, eins og alla aðrastaðni, eru merktar av eini tilveru, sum krevur skjótleika, kennir Lea tað onkursvegna øðrvísi í Føroyum. Í Føroyum eru vit enn so mikið tongd at náttúruni, at hon púra náðileyst stýrir okkum, og vit mugu handla hareftir.

– Tá ið tað ikki viðrar, er einki at gera. Veðrinum fáa vit ikki stýrt ella tamt. Hetta gevur ein frið. Tí tað er so nógv í gerandisdegnum, sum krevur, at vit skulu hava tamarhald – og eisini nógv, sum krevur meira ferð. Hesum tíðaranda spælir náttúran ikki við í. Og júst gjøgnum hesa útgávu gekk tað upp fyri mær, hvussu djúpt føroyska ferðin og náttúran liggur í mær, greiðir Lea Kampmann frá.

Ein óætlað politisk útgáva

At syngja á føroyskum kann tykjast natúrligt fyri ein føroying. Men tá ið tú ert á danska tónleikapallinum, verður tað øðrvísi. Tað upplivir Lea hvørja ferð, tá ið hon skal framføra í Danmark.

– Uttan at hava gjørt stórvegis tankar um at framføra á føroyskum, annað enn tað, at tað er mítt móðurmál, verður tað onkursvegna gjørt politiskt í Danmark. Fyri fleiri danir tykist hetta sum ein uppreistur. Eg veit ikki reiðiliga hví. Helst hevur tað okkurt við søguna millum Føroyar og Danmark at gera. Um tað verður sæð sum ein politisk staðfesting ella uppreistur, havi eg einki ímóti tí.

Gjøgnum uppvøksturin í Keypmannahavn hevur føroyska málið altíð verið har. Foreldrini eru føroysk, og tí bleiv sjálvsagt tosað føroyskt í heiminum. Harafturat vóru foreldrini tilvitað um, at tað hevði týdning, at Lea ikki misti føroyska málið. Umframt tað hevði og hevur Lea nógv føroysk vinfólk, og tí tryggjaði tað henni, at sjálvt spælimálið í barndómsárunum eisini fór fram á føroyskum.

– Nøkur av mínum bestu vinfólkum eru føroysk, og fleiri av mínum barndómsvinfólkum eru føroysk. Tískil er tað ikki bara heimanífrá, at eg havi fingið tað føroyska. Tó upplivdi eg ongantíð, at eg lærdi ella hoyrdi nakað um Føroyar í danska fólkaskúlanum. Og tað haldi eg vera ógvuliga løgið. Serliga tá ið hugsað verður um, hvussu nógv danskt og vitanina um Danmark, føroysku børnini læra og hava. Eg havi og verði enn ofta spurd, hvar Føroyar liggja, um hvat mál vit tosa, og um hvussu føroyingar liva. Eitt greitt tekin um, at upplýsingin um Føroyar ikki er nóg góð.

Hóast danir – og sum so øll uttan føroyingar – ikki skilja málið, Lea syngur á, hevur tað kortini vakt stóran áhuga í Danmark. Fleiri danskir fjølmiðlar hava víst útgávuni ans, og harafturat hevur útgávan fingið góð skotsmál – eitt nú frá tónleikamiðlinum Gaffa.

Ein sansandi ferð, sum øll kunnu kenna seg aftur í

Lea Kampmann vísir tó á, at tónleikur snýr seg um so nógv. Eitt er teksturin, eitt annað er lagið, røddin, framførslan og huglagið. Fyribrigdið, sum eru universell, og sum øll menniskju so ella so kunnu fyrihalda seg til.

– Strongd og skjót ferð er nakað, nógv menniskju kenna seg aftur í. Í Danmark eru tað eitt nú útvarpsrásir, sum hava til endamáls at fáa fólk at seta ferðina niður. Róligur og seinur tónleikur, sum stendur í andsøgn við mentanina um løg, sum skulu hava eina útvarpslongd, og løg, sum skulu larma og gera alt fyri onkursvegna at skilja seg burturúr. Hóast fólk ikki skilja málið, kunnu tey sansa og njóta tónleikin, og tað er júst tað, sum hevur týdning fyri meg. 
Í kaffistovuni á Christianshavn er nógv fólk løgst afturat. Nú er trupult at tosa. Onkursvegna kennist tað komiskt at tosa og viðgera ró og seinferð mitt í meldrinum í Keypmannahavn. So vit gevast. Klokkan er eisini vorðin so mikið nógv, at Lea noyðist at fara, tí um lítla løtu skal hon venja saman við bólkinum. Okkara vegir skiljast, og tað gongur ikki leingi, fyrr enn Lea hvørvur í mannamúgvuni, sum ferðast við kvikum fetum framvið. 

FAKTA

Lea Jóhanna Kristinsdóttir Kampmann

Aldur: 27 ár

Ættað: Vestmanna

Bústaður: Keypmannahavn

Útbúgving: Kandidat útlærd frá Rytmiska Musikkonservattorium.

Starv: Tónlistafólk og undirvísari

Útgávur: Common Blue (2017), If I ever made you cry, I’m sorry (2022), Vendir Vindar (við bólkinum Einangran, 2023), Seinferð (2024)

Virðislønir: Ársins einstaklingur 2018 (Faroese Music Awards), ársins lag við bólkinum Einangran 2021 (Faroese Music Awards)