Fjøllini toga í meg
Hann dugir illa at halda seg til smølu gøtuna. Hevur gingið fleiri tímar einsamallur í fjøllunum við keiktum beini. Heldur Enniberg vera eitt tað vakrasta staðið í Føroyum. Og hevur altíð fleiri tól við í ryggsekkinum. Mongu túrarnir hjá Pól Sundskarð í fjøllunum hava lært hann nógv. Ein vitan, sum hann nú letur víðari á heimasíðuni hiking.fo
15. juli 2017

Skriva hevur Óluva Zachariassen
Myndir: Eyðbjørn Jacobsen - Eydbii myndir
Á langa, hvíta skrivaraborðinum stendur ein stórur bogaður telduskermur. Skermmyndin er ein 360-mynd av Koltri. Á borðinum fýra fartelefonir, fýra Garmin-ur, tveir gps´arar, eitt myndatól og ein ørgrynna av geymum. Á hillini omanfyri standa fleiri nørdutar bøkur, m.a. “Stednavne paa de færøske Norduroyar”, “Mod, sved og tårer”, “Veðurlæra”, “Fugle i farver” og “Fysiologi”.
Hetta er skrivstovan hjá Pól Sundskarð. Jú, hann kann sita í frið, hóast tað so avgjørt ikki er tað, hann er kendur fyri. Neyvan nakar føroyingur hevur gingið og runnið so nógv sum hann.
Fleiri fjøll og marathon
Seigi klaksvíkingurin hevur verið fleiri ferðir á øllum teimum 340 fjallatindunum í Føroyum, og hjá honum er eitt marathon alt ov stutt. Tíggju ferðir hevur hann runnið teir oman fyri 72 kilometrarnar millum Klaksvík og Havnina, eisini á vetrardegi tá bussarnir máttu lúta fyri illveðri. Og fyri nøkrum árum síðan rann hann úr Athen til Sparta – 246 km upp á minni enn 36 tímar.
Nýggja fjallaheimasíðan hiking.fo hevur tó kravt sítt av sterka manninum.
-Tað strævnasta er at tryggja, at slóðirnar eru 100% rættar. Alt skal dupultkekkast fyri at rætti túrurin fer á síðuna og ikki ein annar meira vandamikil túrur, sum líkist.
Hiking.fo er úrslit av einum brennandi áhuga at vitja føroysku fjøllini og náttúruna. Bæði einsamallur og saman við øðrum. Pól hevur í nógv ár skrásett sínar túrar, og so smátt birtist tankin um at gera eina heimasíðu við slóðum og vegleiðing um túrar í føroysku náttúruni. Upplýsingar sum kunnu eggja øðrum at leita sær út um bøgarðarnar.
Offroad
Tá Pól ger eina slóð til hiking.fo, noyðist hann at ganga neyvt ta slóðina, sum skal á síðuna. Ongan spontanan avstingara niðan á eitt eyka fjall ella oman gjøgnum ein ivasaman hamara, sum ikki hoyrir upp í slóðina.
Pól dugir illa at halda seg á smala vegnum, tá hann ger slóðir.
-Fjøllini toga í meg. Eg noyðist niðan á. Onkuntíð leggi eg gps´aran frá mær og drøni niðan í fjøllini nærhendis. So liggur hann har og bíðar, til eg kann halda fram við røttu slóðini.
Eisini aðrar snildir verða nýttar, avdúkar kona hansara, Bjørg, flennandi.
-Ofta fái eg gps´aran í hondina og skal ganga røttu rutuna, meðan hann leypir niðan í fjøllini.
Bjørg eigur sín stóra lut í hiking.fo. Hon stendur fyri umsitingini, leggur myndir út og er ofta við, tá túrar skulu mátast upp. Og hon hevur ofta tær mest realistisku metingarnar av torleika-stignum, heldur Pól.
Haraftrat hevur Bjørg stýr á mati og klæðum, tá Pól ger teir ekstremu túrarnar. 30 tímar út í eitt í fjøllunum ella 75 kilometrar eftir vegunum krevja nógv av logistikki, umframt at maturin skal vera kulinariskt innbjóðandi og heilsugóður til at halda menniskja-útgávuna av sundsverkinum gangandi.
Best og ringast
Pól kennir so at siga hvønn blett og klett í Føroyum. Summi støð eru honum kærari enn onnur.
-Enniberg, kemur svarið beinanveg, tá hann verður spurdur um yndisleiðina.
Í fjør var hann har einar 70 ferðir. Økið er so fantastiska vakurt, og so er tað skjótt at fara til, heldur Pól. Hjá flestu øðrum er Enniberg helst verri atkomiligt – tung brekka og trupult at finna uttan staðkendan ferðaleiðara.
Onnur yndisstøð eru Tjørnuvíkarleiðin, serliga Mýlingur og Snubburnar, sum standa steyrrætt upp úr havinum. Pól rann fýra ferðir niðan á Mýling sama dag, tá hann fyri nøkrum árum síðan vandi til Spartathlon. Eisini Postulakirkja og Tindur við Vestmanna eru hugtakandi og so ikki at gloyma leiðina út á Barðið, sum er vestasti partur av Vágum.
Ikki øll støð eru so spennandi, viðgongur Pól. At ganga fram við Fjallavatni er sera langligt, og sporini niðan á Svartbakstind við Streymin eru eisini øgiliga tung, tí har hendir líkasum onki í einsháttaða landslagnum, heldur hann.
Aftur til tað ekstrema
Nakað, sum frameftir verður sjónligari á hiking.fo, verða teir meira ekstremu túrarnir. Antin sum gongutúrar ella rennitúrar, har Pól er ferðaleiðari.
-Tað kann t.d. vera ein gongutúrur norð á Kunoyarnakk við nøkrum fáum fólkum, har matpakki er íroknaður. Ella frá Hálsi í Sandavági til Gásadals, runt Múlan á Borðoynni ella øll Suðuroyggin úr einum enda í hin.
Fólk kunnu skriva ella ringja og siga, hvat tey hava hug til, og so setur Pól túrin saman fyri tey.
Kilometrar á koktum beini
Ekstremt merkir ofta vandamikið. Jarnmaðurin úr Klaksvík er onkuntíð bangin, tá hann fjakkar í fjøllunum.
-Viðhvørt gangi eg á øllum fýra, har tað er illgongt. Og eg kann vera bangin, tá eg eri einsamallur. Tí tað má bara ikki henda nakað, sigur hann álvarsamur.
Onkuntíð gongur tað galið. Hann hevur upplivað at keikja beinið í fjøllunum og ganga fleiri kilometrar og tímar á meiðslaðum beini.
Eina ferð kundi verið heilt galið, tá hann skuldi oman av Depilsknúki á Borðoynni. Februar mánaður og ísakalt – minus átta stig. Tað var beinfryst, sera bratt og eyðsýnt hopleyst at koma heilskapaður oman. Men uppi í kuldanum var meira vandamikið. Pól byrjaði at ganga og royndi at miða eftir steinum og gróti, sum kundu steðga honum, fór hann á glið. Og so hendi tað.
-Eg gleið. Fór sendandi oman eftir fjallasíðuni við fullari ferð og trúði at mín síðsti tími var komin.
Men eydnan var við honum. Eftir einar 150 metrar kom hann móti einum steini og steðgaði loksins.
-Hasin túrurin hevur virkuliga lært meg nógv. Millum annað, at frá 500 metrum og uppeftir skal man serliga hugsa um veðurforsagnirnar, tí har verður so ísakalt.
Fleiri tól við
Í dag hevur Pól altíð telefon við í fjøllini. Og í minsta lagi tveir gps´arar. Eyka battarí og eyka løðari eru eisini ein sjálvfylgja í ryggsekkinum.
Nógvu tólini hava verið hent hjá øðrum eisini. Eina ferð kom hann av tilvild fram á nakrar menn, sum vóru vilstir í tjúkkum mjørka. Teir fingu telefonina hjá Pól við gps´aranum og kundu vinna upp hús aftur.
Pól er ofta ferðaleiðari í fjøllunum, og tá hann gongur við ferðafólki, er hann eyka varin.
-Eg fari ongantíð við fólki eftir einari rutu, har eg ikki havi gingið fyrr, slær hann fast.
360 stig
Í dag liggja einir 200 túrar úti á hiking.fo, og har koma støðugt fleiri. Umleið 500 túrar liggja á gps´aranum og bíða eftir at verða lagdir inn á síðuna.
Ætlanin er, at fólk skjótt skulu fáa onkrar nýggjar heilt serligar upplivingar á síðuni. Tey gera í løtuni upptøkur við einum 360 stig-myndatóli, sum fer at gera tað møguligt hjá fólki at sita heima í stovuni í einum serligum brillum og síggja túrin í allar ættir. Á hendan hátt fáa tey eina kenslu av at vera við á túrinum.
-So eg noyðist líka eina Topp Føroyar rundu aftrat at gera upptøkur, sigur Pól. Smílið avdúkar, at hann gleðir seg til at heilsa upp á teir 340 topparnar enn eina ferð.
--------------------------
Fakta:
-Á hiking.fo finnur tú yvirlit yvir túrar í øllum landinum. Tú kanst leita eftir túralongd, oyggj, torleikastigi ella bestu ætt. Eisini sært tú kort yvir túrin, myndir og vevmyndir. Á hiking.fo ber eisini til at bíleggja ferðaleiðara.
-Pól Sundskarð er føddur í 1957. Sum ungur spældi hann fótbólt, borðtennis og badminton. Ikki fyrr enn hann var farin upp um tey fjøruti árini, byrjaði hann av álvara at ganga í fjøllunum og renna langar teinar.
-Í 2013 gekk Pól Sundskarð Topp Føroyar, tað vil siga øll tey 340 fjøllini í Føroyum upp á bert eitt hálvt ár. Árið eftir gjøgnumførdi hann Spartathlon, sum eru 246 km úr Athen til Sparta, upp á minni enn 36 tímar.
-Pól Sundskarð hevur gingið allar fjallatopparnar á flestu oyggjum í Føroyum út í eitt. Á ólavsøku í 2016 gekk hann til dømis øll 55 fjøllini í Suðuroynni. Hann brúkti 33 tímar upp á tann 123 km langa teinin.
Seks skjótir til Sundskarð:
Slættaratindur ella Gráfelli?
Gráfelli. Frá Gjáarskarði er túrurin meira avbjóðandi og spennandi. Samstundis hevur tú eitt avbera vakurt útsýni yvir Gjógv og Kalsoynna. Og so ikki um at tala at síggja Slættaratind frá Gráfelli.
Ecco ella Viking?
Havi ongantíð hugsað um merki á klæðum og skóm. Tað eru ikki skógvarnir ella klæðini, sum avgera, um tú nært toppin ella málið. Men um eg skal velja, so velji eg Ecco.
Dalar ella fjøll?
Mín longsti túrur út í eitt nakrantíð var 246 km – bæði dalar, firðir og fjallatoppar. Men mær dámar avgjørt best toppar.
Skerpikjøt ella laksarullu sum fjallamat?
Skerpikjøt er óivað góður matur, men tað passar mær betur at eta við eina máltíð heima við hús. Laksamatur er lættari at eta á einum gongutúri.
Stytstidagur ella longstidagur?
Mær dámar sera væl at ganga langt og leingi. Longstidagur hevur onga “deadline”, so heilt avgjørt longstidagur.
Ganga fremst ella aftast?
Eg vil gjarna slóða fyri, um hópurin er ókendur á rutuni. Men eg trívist sera væl aftastur, serliga um onkur er bangin ella orkar illa at ganga. So kann eg greiða teimum frá, tá eg byrjaði mína venjing og á tann hátt motivera tey.