Skip to main content
Atlantic Airways Logo

Hammershaimb 200 ár: Hann gav menniskjanum gætur

Hann er sjálv ímyndin og faðirin at føroyska skriftmálinum. Men málið lá ikki fremst í huga hjá tí viðbrekna og kensluborna V. U. Hammershaimb. Tað gjørdi menniskjað. Hann var fyrst og fremst prestur, kristin og hjartagóður humanistur

Hammershaimb 200 ár: Hann gav menniskjanum gætur

22. mars 2019

Skrivað hevur Jákup Bogi Joensen

Háttvirdur og hámettur. Ein tjóðarhetja. Faðirin at skriftmáli okkara, V. U. Hammershaimb. 

Varðarnir, ið hann lagaði, hava í meira enn eina øld verið ættarliði eftir ættarliði hollur stuðul. 

Málið er amboðið, sum ger tað møguligt hjá menniskjum at samskifta. Tí er málrøkt mannarøkt. 

Tað visti Hammershaimb. Hann var gløggur, nærlagdur og víðskygdur. Longu frá barnsbeini vóru gávurnar eyðsýndar. Ansurin fyri andsmentan og máli tað sama. Hann var prestur, kristin og humanistur og hevði áhuga og eyga fyri menniskjanum. Hann var tann føddi sálarhirðin. 

Men inni við seg sjálvan bar hann tungu lagnuna. Hann var kensluborin og viðkvæmur av lyndi.

Longu sum ársgamal misti hann pápan. Sorgin nívdi alt lívið. Sárini vórðu ongantíð grødd, men hann lærdi at liva við sorgini. 

Lagna hansara hevur onkursvegna ein guddómligan og alfaðirligan dám yvir sær. Sum var hann kallaður. Faðirloysingurin, ið er faðir at skriftmáli okkara og var sálarhirði teirra, ið syrgdu og saknaðu. 

Viðbrekin og kensluborin
Venceslaus Ulricus Hammershaimb varð borin í heim á Steig í Sandavági tann 25. mars í 1819. Mamman var Armgarð Maria, fødd Egholm, og pápin var Jørgen Frantz Hammershaimb. Pápin var síðsti løgmaður Føroya, áðrenn løgtingið og løgmansembætið vórðu niðurløgd og avtikin í 1816. Pápin doyði longu í 1820. Lítla familjan, sum sat eftir løgmann, einkjan Armgarð Maria, dóttirin Maria Lovisa og sonurin Venceslaus Ulricus fluttu í 1822 til Havnar at búgva hjá ommuni, Helene Christine Egholm, í Nýggjustovu í Gongini úti á Reyni. 

Sorgin eftir pápan, longsulin og minnini um fyrstu barnaárini í Sandavági fóru ongantíð frá dronginum. Í endurminningum, sum Hammershaimb sjálvur skrivar á ellisárum undir heitinum “Træk af mit livsløb”, minnist hann aftur á og lýsir kenslubornu løtuna, tá ið familjan fer til Havnar. Frásøgnin er prentað í ritinum “Fra Færøerne: Úr Føroyum”, sum varð givið út í 1983. 
 
“Den første erindring fra min barndomstid, der endnu står nogenlunde klart for mig, er den dag, da min moder med sine to børn ved hånden måtte forlade Stengård (á Steig), mødt på vejen af Sandevågs befolkning med kærlighed og rørende tak til den kære “løgmanskona” for godt samvær, ja, denne dag står for mig med sine minder som den første dag, mit barnehjerte følte en stor sorg og smertelig bevægelse ved befolkningens tårefyldte øjne og rørende afskedshilsen som fulgte os til landingsstedet “úti í Hølt”, hvor båden lå, som skulde føre os til Thorshavn.”

Frásøgnin er dømi um, at Hammershaimb longu sum barn hevur havt sera viðbrekið sinni. Tað heldur Jákup Reinert Hansen, prestur og lektari í kirkjusøgu á Fróðskaparsetri Føroya. Hann hevur lisið og granskað í endurminningum og ferðafrásagnum, sum Hammershaimb hevur skrivað. 

"Tað gongur sjón fyri søgn, at Hammershaimb er ein ógvuliga kensluborin, mildur og hjartagóður ungur drongur, sum veksur til og hevur eyga fyri øðrum menniskjum," sigur hann. 

Tað er mamman, sum í uppvøkstrinum er kletturin í lívi Hammershaimbs og hevur stóra umsorgan fyri soninum. Tá ið Venzel longu sum 11 ára gamal, eftir ráðum frá próstinum Pram Gad, verður eggjaður at fara til Danmarkar at lesa og læra, er tað við vælsignilsi frá mammuni, sum sjálv fer við soninum úr Føroyum til Keypmannahavnar. 

Prestur heldur enn málfrøðingur
Bæði í móður- og faðirætt er Hammershaimb úr góðum bergi brotin. Í móðurætt fær hann stóran íblástur frá ommubeiggjanum Jens Christiani Svabo, og í faðirætt er talan um embætisfólk á hægstu rókum í føroyska samfelagnum. Sjálvur vísir drongurin tíðliga eyðsýndar og sjáldsamar gávur, og hann verður eggjaður til lærdóm og skúlaskap. Hann er íðin, og longu sum seks ára gamal lesur hann fyrstu ferð á latíni. 

"Tað verður mangan sagt, at føroyingar eru føddir við ár í hond. Men um Hammershaimb kunnu vit siga, at hann er føddur við bók og penni í hond og er partur av tí betra borgaraskapinum. Hann veksur upp í einum intellektuellum og mentaðum umhvørvi, sum tíðliga vekir hansara ans og áhuga fyri bókmentum og andsmentan sum heild," sigur Jákup Reinert Hansen. 

Tað er helst haðani, at áhugin fyri átrúnaði, kristindómi og prestagerninginum stavar. Hammershaimb tekur studentsprógv og lesur gudfrøði á lærda háskúlanum í Keypmannahavn. Hann stendur seg væl og er væl lýddur. Hann fær prógv sum cand. theol. í 1847. Lestrarárini knýtir hann tøtt vinabond við onnur lesandi, serliga danir og íslendingar. Í vinaskaranum er eitt nú Svend Grundtvig, sonur kenda danska prestin, sálmaskaldið og háskúlamannin N. F. S. Grundtvig. 

Hóast Hammershaimb hevði stóran tokka til norðurlendskt og serliga føroyskt mál og avrikaði nógv av málsligum týdningi, var tað kallið sum prestur, ið øll árini lá fremst í huga hansara. Í bókini “Nøkur mentafólk” frá 1973 endurgevur Christian Matras úr endurminningum, sum Hammershaimb hevur skrivað. 

“Da jeg vedblev at ansee Præstens Stilling for den skjønneste og rigeste paa Velsignelse, valgte jeg Theologien til mit Studium; men skjønt jeg dyrkede dette med Interesse og Kjærlighed, havde jeg dog nu faaet et Bistudium i de nordiske sprog.”

Jákup Reinert Hansen heldur, at Hammershaimb hevði so góðan kunnleika og førleika til mál, at hann hevði kunnað verið mál- ella bókmentafrøðingur burturav. Men kallið og tokkin til prestagerningin hevur vigað tyngri og hevur havt størri áhuga og týdning fyri Hammershaimb, heldur hann. 

Sjálvur skrivar Hammershaimb í ferðafrásøgn úr Føroyum árini 1847–48 um andaliga skyldskapin til Føroyar og føroyingar. Tað var hesin skyldskapur, sum hevði við sær, at hann í 1855 kom aftur til Føroya eftir lestrarárini í útisetu í Danmark og gjørdist sóknarprestur í Norðstreymoyar prestagjaldi við heimstaði í Kvívík. Hammershaimb skrivar: 

“Da færingernes kæreste samtale drejede sig om det religiøse og alle vidste, at jeg var “præstlærd”, kom jeg således i et åndeligt forhold til dem; det var stedse mit eneste ønske at komme til at virke iblandt dem, hvortil jeg bestandig blev opfordret.” 

Jákup Reinert Hansen heldur, at valið hjá Hammershaimb um at gerast prestur hevur verið ein natúrlig avleiðing av persónmensku og áhuga hansara. 

"Tað er eingin ivi í míni sál, at Hammershaimb var djúpt kristin og samtundis ein stórur humanistur við hjartanum á røttum stað. Hansara fremsta hjartamál var at vera prestur og hjálpa øðrum menniskjum, og tað kallið tók hann í størsta álvara," sigur Jákup Reinert Hansen. 

Hammershaimb flutti í 1878 við konu og børnum aftur til Danmarkar og kom ongantíð aftur til Føroyar at búgva. Hann gjørdist prestur við Lyderslev kirkju har suðuri á Sælandi. 

V. U. Hammershaimb andaðist í Lyderslev í apríl í 1909. Hann var tá 90 ára gamal. 

Hann liggur grivin í Lyderslev kirkjugarði.