Skip to main content
Atlantic Airways Logo

Til gongu í Klæmintsgjógv

Eitt av føstu og heilt serligu ferðamálunum seinastu árini hava verið ferðirnar hjá Norðlýsinum í Klæmintsgjógv í Hesti. Nú eru ætlanir at gera Klæmintsgjógv atkomandi alt summarið – til gongu.

18. september 2017

Skrivað hevur Grækaris Djurhuus Magnussen, PRESS

Síðan tíðliga í nítiárunum hevur eitt av best umtóktu ferðamálunum í Føroyum verið Klæmintsgjógv í Hesti. Innan fyri Klæmintsgjógv er eitt rættiliga stórt helli við eini urð. Her hevur Birgir Enni javnan skipað fyri konsertum saman við millum øðrum Kristiani Blak, tónleikara. Birgir Enni hevur síðan 1989 gjørt útferðir við Norðlýsinum, sum er seglskip, smíðað í Føroyum. Eitt av best umtóktu ferðamálunum hava verið ferðirnar í Klæmintsgjógv.

- Ljóðið í hesum stóra hellinum er framúr serstakt og spennandi. Tónleikur blandaður við aldututli, fuglasongi og suðinum bæði uttanfyri og inni í hellinum er so ófatiliga vakurt, at illa ber til at greiða frá tí. Tú skalt uppliva tað, sigur Birgir Enni, skipari á Norðlýsinum og ein av undangongumonnunum í føroysku ferðavinnuni.


Tongt at veðrinum

Útferðirnar hjá Norðlýsinum í Klæmintsgjógv krevja rætta veðrið. Smáir bátar verða brúktir at sleppa inn í sjálvt hellið, og tá skal veðrið vera til vildar. Ættin skal vera røtt, sjóvarfallið tað rætta, streymurin skal ikki vera ov harður, og tað má ikki vera ov nógvur vindur.

- Tí ber illa til at vissa ferðafólk um at sleppa inn í Klæmintsgjógv ávísan dag ella ávísa tíð á degnum, sigur Birgir Enni.

Upprunaliga er hann útbúgvin maskinsmiður, men hann er eisini útbúgvin kavari í donsku sjóverjuni, og kavingin hevur verið ein týðandi táttur í øllum hansara arbeiði. Hann hevur gingið á odda at kava eftir nógvum av tí sjógæti, vit kenna í dag: Øður, igulker, krækling og so framvegis. Samstundis hevur góða samband hansara við fólk í fiskivinnuni gjørt, at hann altíð hevur havt sínar eyðkendu fiskarættir at bjóða ferðandi. Og so er tað hansara heimskenda fiskasúpan.

- Tað er javnan, at fólk ringja úr útlondum at bíleggja túr við Norðlýsinum í Klæmintsgjógv, og serligu fiskarættirnar, sum tey hava hoyrt um, sigur Birgir Enni.

Men veðurumstøðurnar vestan fyri Hest hava gjørt, at Birgir Enni fór at hugsa um aðrar møguleikar at lata bæði útlendingar og føroyingar sleppa at uppliva Klæmintsgjógv. Og her er tað, at hann er komin á hugskotið at skipa fyri gonguferðum úr hestbygd og út í Klæmintsgjógv.


Arkitektur við í ætlanina

Í sambandi við at stórsligna tónleika- og ráðstevnuhúsið Harpa í Reykjavík varð tikið í nýtslu í mai 2011, varð Birgir Enni biðin at koma til Reykjavíkar at borðreiða við sínum serstøku fiskarættum. Á hesi ferðini kom hann á tal við føroyska arkitektin Ósbjørn Jacobsen úr Gøtu. Ósbjørn Jacobsen var ein av høvuðsarkitektunum aftan fyri Hørpuna, og tí helt Birgir Enni, at hetta mundi vera rætti maðurin at fáa við í ætlanina um Klæmintsgjógv.

Ósbjørn Jacobsen varð hugtikin av ætlanini. Samstundis setti hann sær spurningin, um óvissan hjá útlendskum ferðafólkum yvirhøvur at sleppa í Klæmintsgjógv mundi vera ein partur av upplivingini. Hinvegin skilti hann væl, at Birgir Enni ynskir at vísa hesa framúr vøkru náttúruna fram. Og hann hann tók av at vera við í ætlanini beinanvegin. Síðan hava teir báðir verið í tøttum samstarvi um Klæmintsgjógv.

- Í mun til aðrar ætlanir, eg havi verið við í, er hendan heilt øðrvísi. Her er uppgávan at gera minst møguligt fyri ikki at skemma landslagið, sigur Ósbjørn Jacobsen.


Verja náttúruna

Ætlanin er altso at gera tað møguligt at ganga úr Hestbygd suðureftir og síðan vesturum í Klæmintsgjógv. Tað, sum liggur Ósbirni Jacobsen fremst í huga í ætlanini, er altso at verja náttúruna mest møguligt. Farvegir skulu gerast fram við berginum, og her ætlar Ósbjørn Jacobsen at nýta tað, sum nýtt hevur verið í føroysku bjørgunum í øldir.

- Vit hava hoyrt søgur um forfedrar okkara, sum ikki vildu spilla náttúruna - heldur ikki bjørgini. Men har tað var neyðugt, varð kortini góðkent at seta kongar í, og so eru tað hesar søgurnar vit hoyra, at abbi mín ella langabbi mín var hin seinasti, sum setti kongar í júst har og har. Hetta við kongunum var sostatt í lagi, og tí eru tað kongarnir, sum liggja frammarlaga í mínum huga. Og tað skemmir heldur onki av týdningi, heldur Ósbjørn Jacobsen.

Ætlanin er at gera farvegir ella gøtur úr millum øðrum veiri, sum onkursvegna verður festur við kongum. Tað, sum hevur týdning fyri arkitektin, er, at kemur tú einaferð til ta niðurstøðu, at henda ætlanin eydnaðist ikki heilt ella av onkrari orsøk steðgar, so skal hon hava skemt náttúruna minst møguligt.

- Vit skulu minnast, at hetta við tónleiki, ljósspæli og øðrum spennandi upplivingum í Klæmintsgjógv er eitt, men hetta kann eisini gerast eitt lokalt átak, sum gevur Hesti fleiri ferðandi og meira lív og kann eisini kasta av sær á annan hátt við til dømis matarupplivingum, øðrum útferðum og so framvegis, sigur Ósbjørn Jacobsen.


Uppvaksin í náttúrini

Birgir Enni er føddur og uppvaksin á Tvøroyri. Frá barnsbeini hevur náttúran verið ein stórur partur av lívi hansara. Hann gekk nógv í haganum, spældi í fjøruni, og hann var í báti, tá tað bar til.

Sum 10 ára gamal var hann eina útferð í Stóru Dímun við Poul Egilsnes, sum var hovmeistari á Smyrli tá. Stórir klettar lógu í urðini í Stóru Dímun, so teir báðir noyddust at hjálpast at at sleppa upp um klettarnar og niðaná. Sólin bakaði hendan dagi, og tað uddi av fugli. Henda náttúruupplivingin var so góð og so sterk, at hon setti seg í minnið hjá Birgiri Enni fyri lívið. Áhugin fyri ferðavinnuni stavar millum annað frá túrinum í Dímun.

Sum kavari hevur Birgir Enni arbeitt í flestu bygdunum í Føroyum. Hann hevur eisini arbeitt sum kavari í Noregi og í Grønlandi. Tá ið brúgvin við Streymin varð gjørd, arbeiddi hann har, og tá tók hann ein bát, sum var sokkin, upp og gjørdi hann í stand. Í botnin á bátinum gjørdi hann eitt kúgveyga, so hann kundi eyðgleiða lívið í sjónum og á botni.

Eftir at hann í 1989 var við til at seta Norðlýsið í stand og fór at sigla við ferðafólki, hevur hann notið gott av øllum sínum mongu royndum í náttúruni – bæði til fjals og fjøru.

Í dag er hann kendur nógvastaðni úti í heimi við sínum serligu fiskarættum og við sínum útferðum í millum annað Klæmintsgjógv.

Í 2015 vann Norðlýsið við Birgiri Enni “Vestnorden Travel Award” fyri sítt arbeiði í føroysku ferðavinnuni. Tað var fyrstu ferð, hesin heiðurin var latin, og Birgir Enni varð valdur sum fyrsti vinnarin.

Næsta ætlan hansara er nýggja gonguleiðin úr Hestbygd í Klæmintsgjógv. Birgir Enni vónar, at tann ætlanin verður veruleiki í 2020.

Fakta 
Navn: Birgir Enni
Føddur: 27. apríl 1949
Børn: Hávarður og Hildur
Abbabørn: Heiðrun, 7 ár, og Bjarni, 5 ár
Útbúgving: Maskinsmiður, kavari og heimaskipari
Starv: Skipari, kokkur og ferðaleiðari á Norðlýsinum