Skip to main content
Atlantic Airways Logo

Føroyska TikTok-fyribrigið Reiley stendur á gáttini til altjóða tónleikagjøgnumbrotið

Rani Petersen úr Havn hevur 10 milliónir fylgjarar á TikTok og plátusáttmála við heimskenda plátufelagið Atlantic Records, og nú stendur Rani á gáttini til stóra altjóða gjøgnumbrotið sum sítt annað ego, poppstjørnan Reiley. Men ferðin móti altjóða popptindunum byrjaði í dreingjakamarinum í barndómsheiminum í Havn

Føroyska TikTok-fyribrigið Reiley stendur á gáttini til altjóða tónleikagjøgnumbrotið

11. februar 2023

Skrivað hevur Uni Leitisstein Hansen
Mynd: Atlantic Records/Reiley

Tað er ilt at fáa eyga á Reiley, tá ið Rani Petersen tekur ímóti í kjallaranum í barndómsheiminum á Traðarvegi í Havn. 

Í joggingbuksum, hettutroyggju og inniskóm líkist Rani Petersen meira einum miðalhampa føroyskum unglinga enn einari altjóða poppstjørnu. Eyðkenda purluta hárið avdúkar tó, at Rani eisini er TikTok-fyribrigdið Reiley.

- Eg plagi at fara í kepp, um eg ikki vil kennast aftur, tí tað eru rættiliga fá, ið kenna meg aftur, um tey ikki síggja hárið, sigur Rani Petersen brosandi, meðan hann bjóðar inn í dreingjakamarið heima hjá foreldrunum. 

Rani Petersen, sum býr í London, er heima í Føroyum eina løtu og slappar av, meðan hann fyrireikar seg til at fara út at hertaka altjóða poppheimin. Tað er í øllum førum ætlanin. 


Gjøgnumbrot burtur úr ongum
Flestu føroyingar kenna óivað TikTok-videobrotini, har Rani Petersen í leiklutinum sum sítt annað ego Reiley stendur við einari mikrofon og syngur kendar poppsangir framman fyri pastelllittum dúkum. 

Øll myndatólini, lampurnar og teir eyðkendu dúkarnir, sum eru keyptir í 2x3 á Hálsi í Havn, avdúka, at tað er her í kamarinum, at Rani skapti Reiley, sum í løtuni hevur 10,8 milliónir fylgjarar á sosiala miðlinum TikTok og hevur sungið seg til ein plátusáttmála við heimskenda plátufelagið Atlantic Records.

- Eg vil gjarna vera the poster child (fortalari, blaðm.) fyri, at tað ber til at fáa eitt altjóða gjøgnumbrot burtur úr ongum úr einum kjallarakamari her í Havn, sigur Rani Petersen brosandi, meðan hann skeinkir kaffi og sessast. 

- Tað faktum, at eg havi dugað at tikið mínar egnu myndir og gjørt míni egnu videobrot í hesum kamarinum, er beinleiðis orsøkin til, at eg eri komin so langt, sum eg eri, ásannar Rani Petersen ærliga, meðan hann hyggur út í rúmið, her hann hevur brúkt hundraðtals tímar til at framleiða eyðkendu videobrotini. 

- Eg fekk mítt fyrsta myndatól, tá ið eg var 12 ár, og eg havi altíð havt áhuga fyri miðlum og tøkni, myndatólum, ljósi, ljóði, video og framleiðslu. Tað var mín fyrsti kærleiki, greiðir Rani Petersen frá, áðrenn hann brádliga fer á føtur aftur og eftir telduni.

- Tað er ótrúligt, hvat tú kanst skapa við hesari tøknini, sigur Rani eldugaður, meðan hann á telduni vísir dømi um nýggjastu 3D-tøknina, sum hann er í holt við at læra seg at brúka.

- Við einum sonevndum greenscreen – hóast mær dámar besta at brúka grátt til endamálið – so kanst tú skapa visuelt spennandi musikkvideo, uttan at tað er neyðugt at byggja dýrar pallmyndir.


Rani og Reiley
Tú skalt ikki vera serliga leingi í sama rúmi sum Rani Petersen fyri at uppdaga, at her er talan um ein sera gløggan og ágrýtnan ungan mann, ið hevur grundað nógv um seg sjálvan og sína egnu tilveru.

- Rani og Reiley eru fyri mær tveir ymiskir persónar. Rani er droymarin, ið hevur gingið í sínari egnu boblu her í Føroyum og kanska verið eitt sindur innibrendur av at koma úr einum so lítlum og fjarskotnum landi sum Føroyum, tí hann kennir, at tað hevur avmarkað hansara møguleikar. Reiley er hinvegin superoptimisturin, ið trýr yvirdrivið nógv upp á sjálvan, og sum vil gera alt fyri at koma fram no matter the cost, hugleiðir Rani, tá ið hann hevur lagt telduna frá sær aftur. 

Tað hoyrist eisini alt fyri eitt á Rana Petersen, at hann hevur búð nógv ár í London. Minst eitt orð ella bæði tvey í hvørjum setningi eru ensk, og hóast tað er eitt rák, sum er upp í tíðini millum ung, so er tað í Ranasa føri eisini eitt tilvitað val. 

- I just wanted to blend in, staðfestir hann næstan umberandi og vísir til, at hann ikki líkjast frá. – Um tú skalt tosa við umboðsfólk og umboð fyri plátufeløg og selja teg sjálvan, so skulu hesi fólkini keypa tína sølutalu, og tað er ikki serliga stórur møguleiki fyri tí, um tú ikki dugir at málbera teg væl á enskum. Alt í altjóða tónleikaídnaðinum stendur og fellur við tínum evnum at samskifta tínar dreymar og ætlanir.


Sædd yvir eina milliard ferðir
Sosiali miðilin TikTok gjørdist lokomotivið hjá tí innibrenda Rana Petersen at gera stóru dreymarnar hjá tí vónríka Reiley til veruleika. Rani var skjótur út á nýggja pallin, ein sokallaður first mover, tá ið TikTok bleiv sjósett í september 2016. 

Sambært Rana sjálvum var hann ein av teimum fyrstu, ið framførdu tónleik á TikTok, og hann kom rættiliga skjótt upp á 10 milliónir fylgjarar á sosiala miðlinum. Higartil eru videobrotini hjá Reiley víst meira enn eina milliard ferðir á øllum teimum ymisku sosialu miðlunum. 

– Serliga í fyrstani var TikTok rættiliga vilt, tí tá kundi eg fáa 45 milliónir views (vísingar, blaðm.) fyri eitt nokk so tilvildarligt 12 sekund video av mær. Tað var rættiliga vanligt, at video hjá mær fingu meira enn 10 milliónir views. Nú er TikTok-platformurin meira stabilur, og tað er meira crowded (ovfylt, blaðm.). Hóast fleiri fólk eisini brúka TikTok, so eru tað bara færri views til øll tey, ið nú leggja út á platformin.

Einki avrikað enn
Rani Petersen ivast í, um hann var komin so langt sum at tryggja sær ein plátusáttmála við eitt av heimsins kendastu plátufeløgum, Atlantic Records, um hann var komin á TikTok tvey ár seinni, enn hann gjørdi.

- Don't get me wrong. I haven't achieved anything yet, staðfestir Rani, ið merkir, at hann sjálvur heldur seg einki hava avrikað enn. – Men allir teir møguleikar, ið eg havi fingið, eru komnir gjøgnum sosialu miðlarnar. Eg havi arbeitt ordiliga hart og verið ordiliga snildur, men so kann eg heldur ikki taka størri heiður fyri tað. Tað var eisini hepni, at tað riggaði so væl, og míni TikTok-video fingu so nógv awareness (viðurkenning, blaðm.).

Øll, sum eru á sosialu miðlunum, vita, at tað eisini fylgir nógv óhumska við sosialu miðlunum, tí fólk hava eina meining um alt og øll, og tey óttast heldur ikki fyri at gera vart við hana. Rani Petersen hevur í leiklutinum sum Reiley sanniliga eisini fingið nógv oman yvir seg. 

- Eg klári ikki at lata vera við at lesa viðmerkingar, sum míni video fáa, hóast fólk siga við meg, at eg ikki skal, greiðir Rani Petersen læandi frá. 

Greið visjón er lykilin
TikTok prógvaði fyri plátufeløgunum, at Rani Petersen kundi røkka út til eina stóra altjóða áhoyrarafjøld sum Reiley, so tað gloppaði dyrnar inn til tónleikaídnaðin. Men tað skal meira til enn tað, staðfestir Rani. 

- Tað er eisini umráðandi at hava sínar egnu sangir klárar, tá ið plátufeløgini byrja at banka upp á dyrnar, so tú ikki bara verður sæddur sum ein, ið syngur covers (sangir hjá øðrum, blaðm.) á TikTok. Eg var klárur, tí umboðsmaðurin hjá mær í London syrgdi beinanvegin fyri at senda meg á songwriting sessions í London (sangskrivarafundir, blaðm.), tá ið vit fóru undir at samstarva.

Sambært Rana Petersen er tað eisini umráðandi at hava eina greiða ætlan fyri, hvat tú ætlar tær sum tónlistafólk. 

- Plátufeløgini fara fyrst og fremst eftir tølum, men aftan á tað er tað tín egna visjón fyri, hvat tú ætlar tær, ið er avgerandi fyri at fáa teg tað síðsta fetið inn í hitan. Eg hevði ikki fingið ein plátusáttmála, um eg ikki hevði ein sterkan listarligan samleika og visti, hvat eg gjørdi og vildi og hví. Men í síðsta enda skalt tú sjálvandi gera góðan tónleik, tað sigur seg sjálvt.

Einki garanti
Atlantic Records, sum er eitt undirfelag hjá Warner Music, beit á. Í síni tíð var tað plátufelagið hjá ABBA, Arethu Franklin, Bee Gees og Led Zeppelin. Og nú er føroyski Reiley at finna millum heimskend nøvn sum Ed Sheeran, Cardi B, Sia, Kelly Clarkson, Lil Uzi Vert og onnur á yvirlitinum yvir tónlistafólk, ið hava sáttmála við Atlantic Records. 

- Tað finst einki garanti í tónleikavinnuni, er Rani Petersen skjótur at staðfesta, tá ið prátið kemur inn á plátusáttmálan við Atlantic Records. 

- Einans 0,0001 prosent av øllum, sum skriva og spæla tónleik, fáa plátusáttmála við eitt major label (stórt plátufelag, blaðm.). Eitt nú skrivar Atlantic Records bara sáttmála við umleið 20 tónlistafólk um árið, so longu har er tað trupult at sleppa upp um gáttina. Men einans 0,1 prosent av øllum teimum tónlistafólkum, ið fáa sáttmála við eitt major label, blíva heimskend, og tað er altíð møguleiki fyri, at plátusáttmálin verður strikaður.


Hóast plátusáttmálin við Atlantic Records ikki er nakað garanti fyri, at Rani Petersen fær eitt altjóða gjøgnumbrot sum poppstjørnan Reiley, so ber illa til at siga annað, enn at Rani Petersen er í góðum hondum hjá Atlantic Records. Pete Ganbarg, sum er stjóri fyri talentmenningini í Atlantic Records, tí sum nevnist A&R (artist and repertoire), tekur sær sjálvur av menningini hjá Reiley.

- Pete Ganbarg hevur arbeitt saman við Justin Bieber, Mariah Carey, Santana, Kelly Clarkson, Donnu Summer og øðrum, og hann hevur vunnið fleiri Grammys, so sjálvandi er tað feitt, tí hann kennir øll í bransjuni. Men tað garanterar heldur einki, tí plátufeløg kunnu bara hjálpa, vegleiða og gloppa dyr, men tey skapa ikki tónlistafólk. Tað má koma frá tær sjálvum, staðfestir Rani Petersen. 

Topptunað poppmaskina
Í summar var Reiley eitt av høvuðsnøvnunum á Voxbotn tónleikatiltakinum í Havn, og tað var fyrstu ferð, at Rani framførdi sín tónleik framman fyri einari áhoyrarafjøld. Framførslan gjørdist eitt vendipunkt hjá Rana, ið higartil hevur kunnað stýrt øllum bæði framman fyri og aftan fyri linsuna. 

- At framføra live fyri fólki er nýtt fyri mær, so eg var øgiliga nervøsur. Øll søgdu, at tað fór at vera amazing (fantastiskt, blaðm.), men eg hugsaði: "Hvat geri eg, um mær ikki dámar at spæla live?" Eg eri ein kontrollfreak, og eg stríðist enn við at tora at sleppa tamarhaldinum, tí tað er nakað, ið liggur øgiliga djúpt í mær. Men Voxbotn gjørdist ein revelation (opinbering, blaðm.) fyri meg, tí tað var so feitt at síggja, at fólk vóru ordiliga við upp á tað.

Tamarhaldið varð tó ikki slept meira enn so, at framførslan var neyvt løgd til rættis niður í minsta smálut. Rani Petersen er partur av einari topptjúnari poppmaskinu í Atlantic Records, har minst møguligt verður latið upp til tilvildina. 

- Eg arbeiði saman við einum musical director (tónleikastjóri, blaðm.), sum miksar liveshowið hjá mær frá byrjan til endan. Ofta verður farið eftir einari live-kenslu í framleiðsluni av liveshowinum, tað vil siga at onkustaðni hoyrir tú áhoyrarar, og so verða kór arrangerað og alt sovorðið. Tað er eitt toppprofessionelt set-up, og tað er øgiliga dýrt, tí fólkini, ið eg arbeiði saman við, arbeiða eisini saman við heimsstjørnum sum Dua Lipa og Lill Nas X. Men tá ið liveshowið er miksað, so er tað gjørt, og til næstu framførslurnar fái eg allan vinningin av tí.

Rani jagstrar eitt hitt
Rani Petersen er skjótur at prika hol á ímyndina av, at tú verður múgvandi av at fáa ein plátusáttmála við eitt stórt altjóða plátufelag. Hóast plátufelagið borgar fyri øllum, so eru pengarnir ikki olmussa, staðfestir Rani Petersen. 


- Teir pengarnir, ið plátufelagið gevur mær at brúka til at skapa tónleik, framleiða musikkvideo og at marknaðarføra mín tónleik við, skulu spæla innaftur, áðrenn eg tjeni eina krónur. Og alt kostar nógvar pengar, og eg meini alt. Ein toppprofessionel musikkvideo kostar tvær milliónir krónur at framleiða, so tað sigur ikki so lítið um, hvussu stórar upphæddir eru í spæl. 


Næsta fetið hjá Rana Petersen fram ímóti at hertaka altjóða poppheimin er, at hann skal skriva og geva ein sang út, ið verður eitt hitt. Men tað er lættari sagt enn gjørt.


- There is no formula (tað finst eingin uppskrift, blaðm.). "Let it ring"-singlan hjá mær var ein góð byrjan. Sangurin hittaði í Suðurkorea, men hann hertók ikki heimin, sum er málið hjá mær, staðfestir Rani Petersen uttan at blunka. 


Kanst ikki renna aftaná
Beint nú er "Let it ring" spældur fýra milliónir ferðir á stroymingtænastuni Spotify. Rani Petersen greiðir frá, at í altjóða poppídnaðinum skal ein sangur hava 200-300 milliónir spælingar á Spotify, fyri at sangurin verður viðurkendur sum eitt hitt. Men um ein sangur kemur upp á topp 10-listan hjá Billboard í USA, ja, sjálvt topp 20-listan, so er sangurin eitt risahitt, og tað er hagar upp, Reiley ætlar sær. 

- Tú kanst ikki stýra, hvør sangur verður eitt hitt. Eg haldi sjálvur, at mín tónleikur er ordiliga góður, men tað merkir ikki, at onnur fólk halda tað sama. Um tú rennur aftan á tí, sum er populert beint nú, so fert tú altíð at vera aftanfyri, tí tað tekur so langa tíð at geva ein sang út. Sangurin skal fyrst skrivast og framleiðast, eitt musikkvideo og ein marknaðaætlan skal gerast, og so er hálvtannað ár brádliga gingið, áðrenn tín sangur kemur út, og tá eru fólk langt síðani farin víðari, greiðir Rani frá og leggur afturat: 

- Tað einasta, ið eg kann gera, er at skriva góðar sangir, arbeiða hart og fylgja mínari egnu intuitión. 

Hava tað ov gott í Føroyum
Rani Petersen er í ferð við at flyta seg úr sínari comfort zone, sum hann málber seg, og flyta úr London til Los Angeles. 

- Eg legði meg frá byrjan eftir at hava ein altjóða samleika á netinum, so tað
- ikki sást, at eg var úr Føroyum, tí eg fór miðvíst eftir at fáa ein nokk so amerikanskan fjepparaskara. Tað eydnaðist nógv betur enn væntað, og tí passar Los Angeles betur til mín popputa tónlistaprofil enn London. Men nú kenni eg meg heima í London, so tað er eitt sindur trupult at fara frá tí. 


Rani Petersen er vísur í, at tað hansara uppvøkstur í Føroyum, ið spælir honum eitt puss. 


- Um tú vilt fylgja tínum dreymum, so mást tú taka harðar og tungar avgerðir og gera tað, sum er neyðugt. Trygga tilveran, sum vit njóta her í Føroyum, er eitt tvíeggjað svørð. Vit hava tað so gott, tí her er heilsutrygd, eingin kriminalitetur, og vit eru umgird av familju, og tað ger tað trupult at leypa út í tað ókenda og ótrygga. Oh my God, eg havi so nógv vinfólk í Føroyum, sum brenna so nógv fyri tónleikinum, men hava ilt við at fylgja dreyminum, tí tey hava eitt alt for gott lív her í Føroyum.

Í Ranasa hugaheimi er tað sera einfalt. 

- Tú kanst altíð koma aftur til Føroyar, og tú kanst altíð fara í skúla og taka eina útbúgving. Men tú ert bara ungur eina ferð.

Vil vera ein tann størsti
Áðrenn Rani Petersen fer í holt við at hertaka USA, er málið at byrja við Suðurkorea. Nógvir av hansara trúgvastu fylgjarum og fjepparum á TikTok og øðrum sosialum miðlum eru úr Suðurkorea. Poppmentanin í Suðurkorea tiltalar eisini Rana. 

- Suðurkorea er har, ið vit í Vesturheiminum vóru fyri 25 árum síðani, tá ið popptónleikur enn var  glamorous (hugtakandi og glæsiligur, blaðm.). Tí vilja fjeppararnir í Suðurkorea framvegis gjarna sleppa at vera partur av. Um okkara leiðir skal popptónleikurin í løtuni vera so øgiliga autentiskur og óglamorøsur og helst gjørdur heima í einum kamari, soleðis sum Billie Eilish hevur gjørt. Mær dámar enn betur glamurin.

Málið hjá Rana Petersen er høgt – sera høgt. 

- Vit fáa at síggja, hvussu langt tað røkkur. Um tú siktar høgt, so fert tú sjálvandi at raka hægri, enn um tú siktar lágt, og tað er eitt sindur har, ið eg eri. Eg vil bara sikta so høgt sum yvirhøvur gjørligt, tí eg veit, at tað fer heilt vist at føra meg longst.