Skip to main content
Atlantic Airways Logo

William Heinesen og myndlistin

Ein navnakapping hjá Atlantic Airways í 2016 endaði við, at allur flotin hjá flogfelagnum fekk listafólkanøvn; størsta og nýggjasta flogfarið eitur William eftir navnframa William Heinesen.

15. apríl 2017

Skrivað hevur Kinna Poulsen
 
Tá hugsað verður um, hvussu høgt William Heinesen fleyg listaliga, og hvussu væl hansara verk hava staðið seg móti tíðarinnar tonn, kann avgerðin hjá Atlantic Airways um at uppkalla listamannin tykjast hóskandi. Bókmentaliga er flogið alment viðurkent kring heimin, har hansara bøkur sum kunnugt eru týddar til alskyns mál. 
 

Fjølgávaður listamaður

Myndlistaliga hava vit kanska í ein ov stóran mun trúð upp á listamannin, sum sjálvur helt uppá, at hann var rithøvundur av yrki, meðan hitt bara var okkurt, sum hann tókst við til stuttleika. Henda heldur avmarkandi hugsjónin um listafólk, at tey bara kunnu vera seriøs innan eina listagrein í senn, og at tey ikki kunnu hava fleiri javnbjóðis listaligar førleikar, hevur serliga verið galdandi í nýggjari tíð, har hugtakið túsundkunstnari næstan er vorðið synonymt við fiduslist; í endurburðartíðini í 15. øld var hinvegin einki løgið við fjølgávaðum listafólkum. Hvussu var og ikki, kendist tað onkursvegna neyðugt hjá Williami Heinesen sjálvum at lítilsvirða tann sanna streymin av tekningum, málningum, vignettum og klippmyndum, sum støðugt kom frá honum. Tá ið vit í dag hyggja út yvir hansara samlaðu framleiðslu, er einki at ivast í, at talan er um dygdargóða myndlist. Hetta sæst somuleiðis í áhugaverdu monografiini um myndlistamannin William Heinesen, sum Bárður Jákupsson skrivaði í sambandi við framsýningina í Listasavninum.
  

Fjølbroytni

William Heinesen hevur roynt seg innan mong øki í myndlistini; frá naturalistiskum landsløgum til dekorativar prýðisuppgávur sum monumentalu veggjamálningarnir í Kommunuskúlanum í Havn við myndevnum úr Sjúrðakvæðunum. Haraftrat hevur hann teknað vignettir og keiputekningar, hann hevur málað leiktjøld og plakatir; myndprýtt bøkur og bókapermur. Hvat viðvíkur stíli, peika hansara myndlistaverk somuleiðis í fleiri ymiskar ættir. Myndamál og bygnaður í verkinum Úr Vøluspá (1976), sum Listasavnið eigur, minna um verk hjá Asger Jorn og Jean Dubuffet við upprunakendum verum, ið sveima kring myndaflatan. Eins og Jorn fekk eisini Heinesen íblástur úr mýtum og úr Eddukvæðum. 

Landsløg við mytiskum undirtónum

Eins og øll hini føroysku listafólkini var William Heinesen í byrjanini sjálvlærdur listamaður, ið legði fyri við at mála náttúrumyndir. Hann málaði landsløg, fjøll og hav, umframt eina røð av vøkrum myndum við Kirkjubøreyni sum myndevni. Hesar myndir eru í útgangsstøði naturalistiskar, men skjótt er tað sum um, at klettarnir í hansara pastellmyndum og málningum ikki eru vanligir klettar; har býr okkurt yvirjarðiskt ella kanska heldur okkurt undirjarðiskt í teimum. Ein brimmynd frá 1959 av Vágseiði er eyðkend fyri listamannin og tykist íblást av náttúruromantiskum huglagi við mytiskum undirtónum. Dramatiska landslagið við reyðgula himnahválvinum tykist gandakent, sveipað í mjørkatám.
 

Keiputekningar

Undir krígnum og upp gjøgnum 1950-árini broytast skemtiligu trøllalýsingarnar spakuliga og verða meira beinleiðis satiriskar. Brádliga fara trøllini at minna um ymiskar politikarar, handilsmenn og aðrar kendar samfelagsborgarar í samtíðini. William Heinesen var ein kringur keiputeknari, sum fekk ávís brá fram í persónsmenskuni á teimum, hann teknaði. Ein øgilig nøs kundi sipa til grammleika ella maktgrind, meðan himmalvend eygu og ein lýsandi ljómaringur uppi yvir høvdinum á tí teknaða kundi sipa til okkurt slag av forlornum ella tilgjørdum frómleika. Í beinraknum tekningum verða allar møguligar týpur lýstar; tær lúnsku, tær góðtrúnu, tær fegnu, tær frómu, tær alkoholisku og so framvegis. Stórt skemt og speisemi er í hesum tekningunum, men á sama hátt sum við trøllunum, eru hesar menniskjatypur lýstar við eymleika. Keiputeknarin sýnist vera góður við síni “offur”.
  

Klippmyndirnar

Í bókini hjá Bárði Jákupsson greiðir sonur Williams, Zacharias Heinesen frá, at tað vóru praktiskar grundir til, at pápin fór at fáast við klippmyndir. Hann hevði hug at mála, men orkaði betur at sita og klippa. Samanumtikið er ávirkanin frá franska meistaranum Henri Matisse eyðsæð greið, men tað eydnaðist tó Williami Heinesen at finna ein egnan, persónligan og ævintýrkendan stíl í litklippunum, sum eisini raka við ein stíl, vit kenna aftur frá teknirøðum í samtíðini. Hugsjónarliga tykjast hesar myndir merktar av eini inniligari humanismu, sum sæst saman við einari yðjandi, lívsglaðari hedonismu, har kvinnukroppurin og kvinnuverur av allahanda slag, bæði dreymakendar og mytiskar, eru í fokus. Eitt høvuðsverk er reyða kompositiónin frá 1977, har ein turkisblá kvinna dansar til tónarnar hjá fiólleikaranum í einum gløðandi reyðum, appilsingulum og pinklittum Edens urtagarði við hópi av fagurlittum, blómandi vøkstri. Aðrar klippmyndir eru hugtakandi einfaldar sum t.d. tann frá 1979, ið avmyndar eina slupp, sum siglir við øllum seglum og glógvar í mótljósi við einari eldreyðari sól í sjónarringinum. Ella tað er soleiðis, mann kann velja at tulka myndina, sum í veruleikanum er sett saman av nøkrum fáum pappírslepum, einum turkisgrønum pappírsflata, har ein reyður rundingur er límaður á. Oman á hann eru sett tvey avlong, grá rektangul við tríkantum omanfyri umframt tríggir tríkantar, sum umskarast vinstrumegin, og niðast sæst ein smalur svartur pappírslepi. Og sjálvt um klippið er púra flatt, fangar listamaðurin blaktrandi rørsluna av vindinum í seglunum og manar við einføldu mynd síni fram gleðina yvir tað stórbæra, dagliga undrið, sum hendir kring allan heimin, hvørja ferð sólin rísur. 


Havsbrúgvin
 “Og hetta er havið hitt blásvarta grøna og hvítnandi við túsundtals teskandi og tutlandi aldumunnum. Og handa myrka rondin har úti ígjøgnum er havsbrúgvin. Havsbrúgvin! Tað undurfullasta av øllum orðum, so á tremur av ræðslu og hugfangandi, tí her er tað, heimurin endar, her er heljardýpið, tann ómetaliga seingin, har sólin svevur um náttina og mánin og stjørnurnar um dagin. Og her er tað, tornið stendur ...”
WH Tornið á heimsins enda/ s. 196 í bókini "William Heinesen myndlistamaður" hjá Bárði Jákupsson/ Sprotin.


Fakta: 
Í 2016 gav Sprotin út bók um William Heinesen; høvundurin er Bárður Jákupsson. 
Hon fæst til keyps m.a. á sprotin.fo og finst á føroyskum og enskum.