Nýggj ferðaseðlasløg: Lætt, Hent og Vítt
Frá 1. november 2026 tekur Atlantic Airways nýggj ferðaseðlasløg í nýtslu. Tey nýggju ferðaseðlasløgini; Lætt, Hent og Vítt, geva tær fleiri valmøguleikar og gera tað lættari at velja ferðaseðilin, sum hóskar best til tína ferð.

3. september 2026
Vit ferðast øll ymiskt. Onkuntíð er handviðførið nóg mikið, aðrar ferðir hava vit tørv á meira viðføri, og viðhvørt ynskja vit størri smidleika og frælsi at broyta ferðina. Við teimum nýggju ferðaseðlasløgunum kanst tú velja tað, sum hóskar best til tín og tína ferð.
Lætt: Tá handviðførið er nóg mikið
Við Lætt velur tú eina einfalda ferð og kanst ferðast bíligari uttan innskrivað viðføri. Lætt er eitt gott val til tín, sum ferðast lætt og bert hevur handviðføri við.
Broytir tú meining og fært tørv á meira viðføri, kanst tú lætt keypa innskrivað viðføri afturat seinni.
Hent: Tá tú hevur tørv á meira
Við Hent leggur tú meira afturat ferðini. Hetta ferðaseðlaslagið hóskar væl til tín, sum hevur tørv á innskrivaðum viðføri og ynskir meira við tær á ferðini.
Vítt: Tá tú ynskir størri frælsi
Við Vítt fært tú nógv meira við tær. Tú fært størri smidleika og meira frælsi at broyta ferðina, tá tú ynskir tað. Vítt er tí eitt gott val til tín, sum ynskir størri frælsi.
Vel ferðaseðilin, sum hóskar til tín
Við Lætt, Hent og Vítt verður einfaldari at velja ferðaseðil eftir tínum tørvi. Tú velur sjálv/ur, um tú ynskir eina lætta og einfalda ferð, meira viðføri ella størri smidleika.
Nýggju ferðaseðlasløgini eru galdandi fyri ferðir frá 1. november 2026, sum eru keyptar eftir 3. september 2026.