Skip to main content
Atlantic Airways Logo

Føroya Fólkaháskúli - tann skapandi skúlin

Á Føroya Fólkaháskúla snýr tað seg enn sum áður um søgu, mál og mentan og ikki minst: um tað skapandi; tað kreativa. Skriving, sang, sjónleik, tónleik, tekning, dans osfr. Og ungi, karismatiski háskúlastjórin, Annfinnur Heinesen, ivast ikki: <br />“Øll ung fáa gagn av at styrkja sínar kreativu eginleikar. Vit ynskja, at háskúlin skal vera ein skapandi og sosialur frístaður, har øll kunnu fáa okkurt gott burturúr, og har øll kunnu kenna seg vælkomin.”

15. juli 2017


Skrivað hevur Ingrid Bjarnastein

Myndir HeinesenMyndir/Høgni Heinesen

Við smølu einvegis vegirnar ella gøturnar úti í Hornabø í Havn stendur Føroya Fólkaháskúli. Her er friðarligt og stilt henda annars gráa várdagin, og ein friðsæla liggur yvir umhvørvinum her mitt í høvuðsstaðnum.

Í húsunum hjá Símuni av Skarði, sum standa beint undir liðini á sjálvum høvuðsbygninginum, býr Annfinnur Heinesen, sum er sjeyndi stjórin á Føroya Fólkaháskúla. Á mannamunni vanliga bara nevndur “háskúlin”.

Sjey stjórar í 120 ár. Eitt týðiligt tekin um, at í hesum sessinum trívast menn – tí stjórarnir hava higartil bara verið menn – leingi.

Annfinnur Heinesen setir skjótt sjøtul á fjórða árið sum oddviti fyri háskúlan. Trý eru liðin, síðani hann settist í stjórasessin.

“Hesi seinastu trý árini havi eg lært, hvønn týdning háskúlin hevur fyri øgiliga nógv fólk. Skúlin hevur ófatiliga nógvar góðar og trúfastar vinir kring landið. Eisini havi eg lært, at ta orkuna, sum tú brúkar saman við øðrum, fært tú ríkiliga aftur,” hugleiðir Annfinnur Heinesen, sum bæði hevur eina listarliga og eina akademiska útbúgving, sum sjónleikari og stjórnmálafrøðingur.

Og júst henda samansetingin av sjónleikara og stjórnmálafrøði hóskar væl til henda norðoyingin, sum nú húsast á háskúlanum.

“Eg eri ótrúliga glaður fyri, at eg sleppi at brúka allar mínar førleikar á einum og sama stað. Eg elski at undirvísa og at vera millum fólk, og mær dámar eisini væl at fyriskipa og fyrisita. Men í og við, at tú býrt og arbeiðir á sama stað, so rennur alt saman, og onkursvegna verður mítt arbeiði ongantíð liðugt. Tí hevur tað eisini týdning at læra seg at skipa lívið soleiðis, at arbeiðið ikki fyllir alt, og at her onkuntíð verður friður,” greiðir háskúlastjórin frá.


Fjølga um tey skapandi

Føroya Fólkaháskúli er ein gamal skúli, sum hevur røtur heilt aftur til seinast í 1800 talinum, tá ið Rasmus Rasmussen og Símun av Skarði stovnaðu skúlan, sum fyrstu árini húsaðist í Klaksvík og síðani í Føgrulíð, vestantil á Borðoynni.

Endamálið var at styrkja Føroya mál og mentan og at vera ein grundstuðul undir føroyskum menningarsamstarvi. Við knøppum 120 árum á baki er skúlin framvegis ein livandi mentanarstovnur við skeiðum, fyrilestrum og tiltøkum alt árið.

Háskúlin er soleiðis skipaður, at várhálvan hevur ymisk skapandi stuttskeið, men heysthálvan hevur eitt langt háskúlaskeið frá septembur til desembur, ætlað føroyskum og norðurlendskum ungdómum. Fyrr var aldursmarkið 17 ár, men síðani Annfinnur Heinesen kom til, hevur hann arbeitt fyri at fáa aldursmarkið sett niður soleiðis, at tey, sum eru liðug við 9. ella 10. Flokk, eisini sleppa á háskúla. Í vár samtykti Løgtingið hesa broyting.

“Háskúlin er ikki bara einvegis undirvísing í einum vanligum flokshøli. Háskúlin er eisini drekkamunnarnir saman við tínum nýggju vinfólkum í køkinum um kvøldarnar. Tað, sum vit vanliga taka fyri givið. Tað gerandisliga, tað heimliga, tað hugnaliga og tað trygga. Alt tað, sum sleppur at liva millum ung fólk í einum sjálvvaldum felagsskapi í fýra mánaðir,” fortelur Annfinnur Heinesen.

Hann leggur dent á, at høvuðsuppgávan hjá háskúlanum er at vera eitt tilboð, sum víkir frá tí vanliga undirvísingartilboðnum í teimum vanligu fakunum. Háskúlin snýr seg um mentaskap og fólkaræði og um at dyrka tey skapandi evnini hjá teimum ungu. Tónleik, sjónleik, sang, máling, at yrkja ... Stutt sagt: alt, sum kreativt er.

“Her vilja vit geva næmingunum ein førning til lívið og til tað, tey annars fara at útbúgva seg til í framtíðini. Vit skapa karmar um ein kreativan og sosialan frístað. Námsfrøðiliga fáa øll gagn av at styrkja sínar kreativu førleikar, og ikki minst av at læra at liva í einum felagsskapi saman við øðrum ungum,” greiðir háskúlastjórin frá.


Stór ábyrgd

Uppgávan hjá skúlanum hevur flutt seg gjøgnum tíðina, heldur Annfinnur Heinesen. Frá at vera ein stovnur, ið upprunaliga skuldi styrkja førleikarnar hjá fólki við fakligari menning, snýr tað seg í dag eins nógv um persónliga menning.

“Ein av týdningarmestu uppgávunum hjá skúlanum er at geva teimum ungu fólkunum møguleika at mennast sum einstaklingar og í felagsskapi við onnur. Tað er ein framíhjárættur hjá okkum at kunna geva teimum ungu hendan møguleikan - at mynda ein part av teirra samleika her. Og vit síggja eisini, at tíðin her hevur týdning fyri tey. Tey kenna, at tey búnast, og at tey fara út aftur við onkrum, sum tey kunnu brúka víðari í lívinum,” greiðir Annfinnur Heinesen frá.

Fyri fleiri av teimum ungu er hetta fyrstu ferð, tey flyta heimanifrá, og júst tað, heldur skúlastjórin, er háskúlin væl egnaður til. Hann kann virka sum ein trygg millumstøð, áðrenn tey flyta í egna íbúð ella kanska av landinum.

“At standa á odda fyri og mynda skúlan og umhvørvið her er ein stór ábyrgd. Tá man hugsar um ta stoltu tjóðskaparsøguna hjá háskúlanum, undangongumenninar og alt tað mentanarliga góðsið...” skúlastjórin steðgar á, áðrenn hann heldur fram:

“Tað kann onkuntíð verða tungt at bera. Tí politiska skipanin vísir ikki háskúlanum ta virðing, hann hevur uppiborið. Eg kenni stóra ábyrgd fyri, at skúlin skal vera við sítt fríska lív og framhaldandi mennast, og tí havi eg eisini lagt nógv fyri fyri at gera skúlan meira sjónligan, at økja næmingatalið, hækka játtanina og at umvæla háskúlan. Tíbetur havi eg ikki verið einsamallur um at røkka hesum málum. Háskúlin hevur ótrúliga nógvar góðar vinir kring alt landið, sum koma á skeið og til tiltøk og eisini lata eitt oyra av og á. Tað er tað, sum heldur Háskúlanum uppi. Og sjálvandi eisini tey fáu, men góðu og trúføstu starvsfólkini, sum hava verið her leingi, og sum vita, hvat krevst fyri at arbeiða á einum háskúla.”

---

Fyrstu trý árini á odda fyri Føroya einasta háskúla eru farin framvið. Sjónleikarin og samfelagsfrøðingurin, sum nú starvast sum skúlastjóri, er við gott mót.

Tá vit spyrja Annfinn um framtíðina hjá Háskúlanum, gerst hann álvarsamur:

“Tað eru tvey rák í samfelagnum, sum ræða meg: Annað snýr seg um, at einstaklingahugsanin ger seg inn á felagsskapin, og í so máta hava vit veruliga brúk fyri einum háskúla, sum kann styrkja felagsskapin og fólkaræðið. Hitt rákið snýr seg um, hvussu hugvísindi og tey kreativu fakini seint men greitt verða kroyst burtur av náttúruvísindini og ikki minst búskaparfrøðini. Og tá hugsað verður um hesi bæði rákini, hevur tað alstóran týdning, at vit varðveita háskúlatilboðið. Tí hava vit ikki mál og mentan, og er tað ikki andin, hugskotini, listin, sum eru fremstu drívmegirnar í samfelagnum, so verða vit ókritisk og býtt, og so fánar alt og doyr.”