Skip to main content
Atlantic Airways Logo

Felagið

Atlantic Airways er ein altjóða fyritøka, hvørs virkismentan er eyðkend av, at trygd, stundvísi, og at kundin og úrslitið altíð verða sett í hásæti.

Umleið 280 fólk (2026) starvast hjá føroyska tjóðarflogfelagnum, sum hevur heimstað í Sørvági.

Atlantic Airways hevur fýra flogfør og tvær tyrlur. Flogførini røkja rutusamband úr Føroyum til fleiri ymisk ferðamál. Harumframt verður tøka orkan brúkt til leiguflúgving ymsastaðni í Evropa.

Tyrlurnar hjá Atlantic Airways eru partur av tilbúgving Føroya; tað merkir, at hvønn dag, alt árið, er ein manning tøk og kann fara avstað í eini handarvend til sjúkraflutning ella leiti- og bjargingaruppgávur á sjógvi og landi. Tyrlan røkir somuleiðis rutuflúgvingina millum oyggjarnar. Umframt hetta eigur og rekur Atlantic Airways okkara flogskúla til bæði A320 flogfør og AW139 tyrlur, Atlantic Airways Aviation Academy og hotellini Hilton Garden Inn Faroe Islands og Hotel Vágar.

Her finnur tú kunning søguna, um leiðslu og stjórnarviðurskiftini hjá Atlantic Airways umframt viðtøkurnar hjá felagnum.

Visjón, missión & virðir

  • Visjón

    Vit knýta Føroyar nærri umheiminum. Vit knýta oyggjar saman og skapa tryggleika.
  • Missión

    #FLÚGVAFYRIFØROYAR Regluligt, smidligt og fjølbroytt rutunet við Føroyum sum hornasteini. Tænastur við kappingarførum prísum. Loftbrúgv við framkomnari tøkni og útgerð. Nútímans samskifti, har kundin er í miðdeplinum. Samskapan av tænastum og upplivingum. Leiguflúgving, sum byggir á at gagnnýta tøka orku. Ganga á odda fyri at menna ferðavinnu í Føroyum.
  • Virðir

    Trygdin er í hásæti. Stundvísi er eitt mál. Kundin er í miðdeplinum. Úrslitini skapa virði fyri samfelagið. Dugnalig og tænastusinnað starvsfólk.