Hondbóltsføroyar í framlopi
Føroysk ítróttasøga varð skrivað, tá ið Føroyar fyrst bastu Ukraina í høllini á Hálsi og síðan nakrar dagar seinni á fyrsta sinni vunnu seg víðari til fyrsta EM-endaspæli í hondbólti – hondbóltshýrurin í Føroyum hevur sjáldan verið betri

9. januar 2024
Greinin hevur upprunaliga staðið í Atlantic Review #3 - 2023
Skrivað hevur Páll Holm Johannesen
Mynd: Sverri Egholm/portal.fo
“Hetta er jú púra garvilt”
Ein kendur vinnulívsmaður, sum hevur skift klædningin út við hvítu landsliðstroyggjuna, tekur ovurfegin saman um dystin móti Ukraina. Hýrurin í høllini á Hálsi er framvegis euforiskur. Dysturin er langt síðan liðugur, men fólk hálsfevnast framvegis. Øll smílast. Tey eru errin av ungu monnunum, sum sannførandi hava vunnið 33-26 á Ukraina.
Á ljósabláa gólvinum verða lýsingarnar skræddar av. Vónbrotnu ukrainsku spælararnir hava leitað sær yvir til teir 30 ukrainsku áskoðararnar, sum í løtuni búgva í Føroyum sum flóttafólk.
Enn eru nógv fólk í høllini. Ein trivaligur partur eru foreldur hjá ovurspentum børnum, sum tráspyrja føroysku stjørnurnar um autografar og selfies.
“Hevur tú eina tussj, eg kann læna?” spyr ein mamma fyri sonin.
Hákun West av Teigum, Peter Krogh, Tróndur Mikkelsen, Elias Ellefsen á Skipagøtu og allir hinir geva sær góðar stundir. Teir njóta stóru løtuna. Njóta sterku savningarmegina kring landsliðið. Hondbóltshýrurin í Føroyum hevur sjáldan verið betri.
Børnini fara himmalfegin úr høllini. Fartelefonirnar eru nú fullar við myndum av føroysku spælararunum. Tað verður skrivað á alt, t-shirtir, landsliðstroyggjur og enntá skógvar.
Sigurin á Ukraina í kvøld hevur sett Føroyar í eina góða støðu at røkka EM-endaspælinum í 2024.
Nakrar dagar seinni verður ítróttasøga skrivað. Sum minsta tjóð í søguni vinna Føroyar seg víðari til eitt EM-endaspæl, og føroyska bragdið fer ikki aftur við borðinum í útlendsku miðlunum, sum skriva: “HANDBALL-SENSATION PERFEKt: Färöer bei der EM”, ”Helt vanvittigt: Færøerne i berusende jubelfest efter historisk slutrundebillet” og”Stórkostlegur árangur Færeyinga – taka þátt í EM í Þýskalandi”.
Fleiri úrmælingar
Trý korter undan dystarbyrjan gongur Hallur Danielsen, samskipari hjá Hondbóltssambandinum, aftan fyri annað málið. Brillurnar hevur hann í høgru hond og veipar runt við teimum. Høllin er longu á tremur við áskoðarum. Tað er nærum ógjørligt at finna sær eitt pláss. Hallur heitir tí á øll hjálparfólkini í teimum gulu vestunum um at flyta seg fyri at geva pláss fyri fleiri áskoðararum.
Nakrar dagar undan dystinum er Hallur heldur svartskygdur. Hann vísir á, at dømini eru fleiri um, at tá ið føroysk ítróttafólk veruliga skulu bíta frá sær á altjóða pallinum, ja, so gongur ikki eftir vild.
– Ja, tað er helst eisini ein verjumekanisma, flennir Hallur.
Saman við Ára Rouch hevur Hallur Danielsen verið á skrivstovuni hjá Hondbóltssambandinum í nógv ár. Teir ásanna, at framburðurin hevur gingið við rúkandi ferð seinastu árini.
– Tað hava verið fleiri varðar á leiðini. Skipaða leikaramenningin frá ungum árum hevur munað væl. Landsliðsarbeiðið er sett í fasta legu, og úrslitini hava í fleiri ár verið góð. Luttøkan hjá U-21 landsliðnum í HM-endaspælinum í 2017 og sigurin hjá U-17 landsliðnum í European Open í 2019 fluttu nógv. Komandi EM-endaspælið er seinasti varðin, men tað verður sanniliga ikki tann seinasti, væntar Hallur Danielsen.
Undir upphitingini ger bulmikli Helgi Hildarson Hoydal seg til reiðar til dystin. Við bakinum móti málinum fær hann fleiri bóltar spældar inn á strikuna, vendir sær kvikliga og skjýtur. Hann fegnast um, at landsliðið í løtuni hevur so nógvar spælarar, sum gera vart við seg uttanlands.
– Føroyar hava ongantíð havt so nógvar leikarar, sum spæla á høgum stigi uttanlands. Vit hava nakrar álopsleikarar í heimsflokki, og hetta styrkir sjálvandi munandi um landsliðið, heldur hann.
Føroyar eiga nakrar av teimum fremstu ungu spælarunum í Evropa. Teirra millum eru stjørnurnar Elias Ellefsen á Skipagøtu, Hákun West av Teigum og blaðungi Óli Mittún, ið er millum heimsins bestu spælarar í sínum árgangi.
Helgi Hildarson Hoydal spælir sjálvur í bestu norsku deildini. Hann er partur av føroyska U-21 landsliðnum, sum í 2017 luttók í HM-endaspælinum. Eftir kappingina tóku fleiri spælarar av møguleikanum at spæla uttanlands. Hetta hevur givið landsliðnum virðismiklar royndir, heldur hann.
– Eg haldi eisini, at tað hevur verið rættiliga avgerandi fyri menningina í Føroyum, at fólk uttanífrá við stórari hondbóltsvitan eru komin til Føroya, vísir hann á.
Í 2017 er vestmenningurin Ingi Olsen venjari hjá Helga á U-21 landsliðnum. Í kvøld er hann skilagóði viðmerkjarin hjá Kringvarpinum. Í bláari Nike troyggju situr hann saman við Súna Merkisstein og sigur frá.
- Eg havi hugsað um hondbólt í allan dag, og eg eri heilt forbiðið spentur, fortelur Ingi stutt fyri dystarbyrjan.
Hann heldur, at størsta orsøkin til stóru framgongdina er, at allir tættir hava fylgst. Millum annað er umsitingin hjá HSF og skipaða ungdómsleikaramenningin styrkt munandi.
– Føroysku feløgini eru eisini farin miðvísari til arbeiðis. Góðir venjarar og góð venjing er vegurin fram. Eg haldi slettis ikki, at vit eru komin upp á tindarnar enn. Okkara spælarar eru enn sera ungir, og fleiri skifta til størri og betri feløg,“ sigur Ingi Olsen.
Lagnudystur
Úr hátalaranum í høllini á Hálsi dundrar týski rokkbólkurin Rammstein við “Du hast”. Fyri einari løtu síðan komu Elias Ellefsen á Skipagøtu og Hákun West av Teigum gangandi róliga inn á vøllin úr skiftingarrúminum. Teir seta seg á appilsingulu útskiftarastólarnar – báðir tykjast hugbundnir. Komandi bundesliguspælararnir skulu eftir summarfrítíðina venja seg við at hoyra Rammstein í stóru hondbóltshallunum í Týsklandi, tá ið teir skulu spæla við ávikavist THW Kiel og Füchse Berlin.
Í horninum hoppar stóra málmanstalentið Pauli Jacobsen band. Aðrir spælarar taka sær av løttum. Vongurin Rói Berg Hansen og strikan Teis Horn Rasmussen spæla fótbólt við einum hondbólti. Teir jonglera.
Larmurin er longu nú nógvur. Fleiri børn ganga við hoyravernd, meðan kendu løgini hjá Chase, Swangah, Páll Finni Páll, Grandma’s Basement, Frændum og Plúmm skumpa enn meira undir metstóru áskoðarafjøldina.
Føroysku miðlarnir hava rópt dystin í kvøld fyri ein lagnudyst. Útlendsku miðlarnar seta sær tann stóra spurningin, hvussu eitt land við tilsamans 3.000 hondbóltsspælararum kann vera á gáttini til eitt EM-endaspæl.
Danskir miðlar vísa stóran áhuga fyri danska venjaratoyminum hjá Føroyum. Høvuðsvenjarin Peter Bredstoft-Larsen nýtir høvið til at tosa um tann “usandsynlig store talentmasse på Færøerne”, um “den dybtfølte passion”, um spælarar “som virkelig slås for Færøerne og slås for hinanden”, og at teir eru ”vokset op sammen, har gået i børnehave sammen, spillet sammen altid”.
Hvørja løtu kann dysturin móti Ukraina byrja. Eg hoyri ein spentan áskoðara siga, at nú gloyma vit óhugnaliga kríggið í Ukraina eina løtu. Nú er tað hondbólt, tað snýr seg um. “Í kvøld geva vit Ukraina banahøggið, so at vit sleppa til EM,” verður sagt.
Nærum av knóranum
Allan dystin á tamb verður rópt “Føroyar, Føroyar, Føroyar”. Eldhugaðu áskoðararnir díkja á liðið, sum tíðliga í dystinum leggur seg á odda við fleiri málum. Saman við Ásbirni Nattestad situr Hilmar Jan Hansen trúfastur við trummuni.
Fyrst í nítiárunum var Hilmar Jan ítróttarjournalistur. Í 1992 skrivar hann eina grein í Sosialinum um, at Hondbóltssambandið nú fer at skipa fyri fleiri stórum tiltøkum fyri at fáa landsliðsarbeiði á føtur aftur. Lutaseðlasøla, konsert við Robert og Vinmonnum og bingo eru millum tiltøkini. Størsti bingovinningurin er ein ferð til Florida.
Føroyskur landsliðshondbóltur stendur í blóma í sjeyti- og fyrst í áttatiárunum, men síðan gongur aftur á hondina í fleiri ár. Í hálvfemsunum verða bara tríggir A-landsdystir spældir. Vestmenningurin Ingi Olsen er ein av okkara bestu spælararum hetta tíðarskeiðið.
– Eg minnist, at vit seint í 80-árunum vunnu á Íslandi á útivølli, men so fór HSF so ruddiliga rabundus. Tað kom javnan fyri, at leikarar slettis ikki tímdu landsliðið, hóast boð vóru eftir teimum. Tað hugsi eg nærum ikki kemur fyri í dag, sigur hann.
Ein annar vestmenningur, Kári Mortensen, tekur tíðliga avleiðingarnar av óstøðuga landsliðsarbeiðinum. Lámi stórskjúttin gevst meira ella minni á landsliðnum longu í 1982. Miðskeiðis í sjeytiárinum spæla Eyðfinn Egholm, Hanus Joensen og Kári Mortensen á høgum stigi í Danmark, og hetta munar væl hjá føroyska landsliðnum, sum fær fleiri góð úrslit.
– Hans Mortensen, sáli, var ein dugnaligur venjari, og hann eigur stóran heiður fyri góðu avrikini í hálvfjerðsunum. Eg haldi longu á heysti í 1979 fór at ganga skeiva vegin. Stutt undan C-HM kappingini í 1980 høvdu vit spælarar kreppufund, tí fyrireikingarnar hjá okkum ikki vóru nøktandi, minnist fyrrverandi VÍF- og Neistaspælarin aftur á.
Kári Mortensen valdi at takka fyri seg, tí landsliðsarbeiðið var “for óseriøst”, sum hann málber seg.
– Eg fekk fleiri speiskar viðmerkingar, um hví eg ikki spældi á landsliðnum. Eg tímdi ikki at brúka mína tíð og orku har. Eg var í fleiri ár spælandi venjari hjá VÍF, og kappingin í Føroyum var góð og spennandi. Eisini høvdu vit fleiri sera hendingaríkar Evropa Cup dystir. Hevði eg spælt nú og havt møguleikan at vera partur av tí professionella set-uppinum í dag, so hevði eg sjálvandi verið við, sigur hann.
Fíggjarliga støðan hjá Hondbóltssambandinum er bøtt munandi. Seinastu 10 árini eru inntøkurnar øktar úr hálvari aðrari millión upp í 12 milliónir krónur. Við umfatandi landsliðsarbeiðinum eru útreiðslurnar eisini øktar, og tí verður miðað eftir at brúka krónurnar so skilagott sum gjørligt. Tað merkir, at spælararnir búgva heima, tá ið landsliðið er savnað. Bara seinastu náttina fyri dystardagin búgva teir á gistingarhúsi. Foreldur teirra hava eisini ein virknan leiklut við millum annað at matgera.
Heimsins bestu umstøður
Heimavøllurin á Hálsi er blivin ein veruligur skansi hjá landsliðnum. Høllin hevur seinastu árini verið karmur um fleiri sigrar á mætum hondbóltstjóðum.
– Vit hava heimsins besta heimavøll, vit elska at spæla her og gleða okkum hvørja ferð, sigur Elias Ellefsen á Skipagøtu eftir dystin við Portalin.
Men tað er bara av náði, at landsliðið sleppur at spæla í Føroyum. Eingin høll lýkur krøvini hjá evropeiska hondbóltssambandinum. Undir koronu fingu Føroyar eitt undantak, sum síðan er longt, nú útlit eru fyri einari stásiligari stórhøll í 2025.
– Okkara umstøður verða kollveltar við nýggju stórhøllini. Bera vit rætt at, rokni eg við, at vit kunnu enda við at hava heimsins bestu umstøður til ítrótt í Føroyum, metir Hallur Danielsen.
Bæði Hallur Danielsen og Ári Rouch vísa á týdningin ikki at seta seg afturá og njóta framd avrik. Ári vísir á, at tað áhaldandi er neyðugt at hyggja neyvt at hvørjum smáluti, soleiðis at vit í Føroyum “gera tingini smartari og effektivari” enn onnur.
Báðir halda tað vera avgerandi, at vit halda fast um at fáa fleiri og fleiri børn at spæla hondbólt. HSF er í tøttum samskifti við tær kommunurnar, sum hava hondbóltsfeløg, tí fleiri stórar kommunur kring landið hava ótroyttar menningarmøguleikar.
– Hallirnar í landinum eru sum heild í góðum standi, men tær mugu vera opnar fyri okkara børnum og ungdómi, vísir Hallur Danielsen á.
Ein leygardag fyri skjótt 10 árum síðani sótu umboð frá HSF saman við fleiri øðrum í svarta, nú niðurrivna, ÍSF-húsinum í Havn. Nú skuldi ein føroyskur hondbóltsleistur orðast. Okkara grannar úr Íslandi høvdu um hetta mundið vunnið seg fram í oddin í heiminum – millum annað til eina OL-finalu. Um Ísland kann vera so frammarlaga við sínum fólkagrundarlagi, ja, so mugu Føroyar kunna at vinna seg víðari til eitt endaspæl, er metingin.
Kring borðið eru teir samdir um, at stórætlaði málsetningurin skal vera, at føroyska A-landsliðið skal vera millum 24 tey bestu og koma til eitt endaspæl í 2024.
Slava Føroyar
Børnini og tey ungu ganga stútt og støðugt út úr høllini á Hálsi. Klokkan er farin um songartíð hjá fleiri, men sama ger. Tað er ljóst, og himmalin er framvegis ljósabláur. Ikki heilt ólíkt bláa litinum á ukrainska flagginum. Framman fyri stóra hvíta bussin uttan fyri høllina standa ukrainsku spælararnir og ukrainsku áskoðararnir saman.
Við eitt hoyrist eitt gallróp: Slava Ukraini! So ganga nøkur sekund, og so aftur: Slava Ukraini! Kenda herrrópið um »heiður til Ukraina« frá eirindaleysa krígnum hoyrist nú brádliga á Hálsi í Havn. Eina stutta løtu flytast tankarnar til kríggið í Ukraina.
Var tað nakrari aðrari tjóð í Evropa, vit føroyingar í hesum tíðum høvdu unt eitt EM-endaspæl, hevði tað verið Ukraina. Men soleiðis skuldi ikki vera hesa ferð.