Atlantic Airways 30 ár: Arbeiddu í loyndum við at stovna føroyskt flogfelag
Ein samanrenning av miðvísi, hepni og tilvild var orsøkin til, at Atlantic Airways varð sett á stovn í 1987 og síðani fleyg sín fyrsta túr í 1988. <br />“Hevði Atlantic Airways ikki verið stovnað tá, ivist eg í, um vit yvirhøvur høvdu havt eitt føroyskt flogfelag í dag,” sigur Lasse Klein, sum var landsstýrismaður um hetta mundið, og sum stóð á odda fyri at fáa sett á stovn eitt føroyskt tjóðarflogfelag
20. januar 2018

Skrivað hevur Ingrid Bjarnastein
Eftir løgtingsvalið í 1984 skipaðu Javnaðarflokkurin, Tjóðveldisflokkurin, Sjálvstýrisflokkurin og Kristiligi Fólkaflokkurin samgongu, sum tók við í byrjanini av 1985. Atli P. Dam, sáli, var løgmaður, og ein av landsstýrissessunum fall tí tá bert 34 ára gamla klaksvíkinginum úr Sjálvstýrisflokkinum, Lasse Klein, í lut. Hann gjørdist landsstýrismaður í samferðslumálum.
Ein av varðunum, ið framvegis stendur eftir frá tíðini, Lasse Klein var landsstýrismaður, er føroyska flogfelagið, Atlantic Airways, sum varð sett á stovn við honum á odda.
“Tað serliga við júst flogmálinum er, at einki var skrásett í samgonguskjalinum um stovnan av føroyskum flogfelagi. Serloyvið at flúgva til og úr Føroyum gekk út 1. oktober í 1985, og tá ið tað gekk upp fyri mær, at vit kundu fáa lut í hesum, fór eg at kanna flogmálið og fann skjótt útav, at tað var neyðugt at fara í gongd beinanvegin,” minnist Lasse Klein.
Arbeiddi í loyndum
Leingi hevði annars verið arbeitt við at fáa avtalu í lag um flúgving úr Føroyum, men hetta var framvegis ikki eydnast. Sendinevndir høvdu fleiri ferðir verið í Danmark við somu ætlanum, men komu aftur sum av torvheiðum. Kostnaðurin var snøgt sagt ov høgur.
Lasse Klein setti ein loyniligan arbeiðsbólk við monnum, ið høvdu serligt innlit í flogmálið. Bólkin mannaðu Jógvan Simonsen, leiðari fyri Tyrlutænastuna, Eyðfinnur Jacobsen, løgfrøðingur, Carl V. Weihe, ríkisgóðkendur grannskoðari, Jóhan Restorff Jacobsen, stjóri á Strandfaraskipum Landsins, og Finnbogi Niclasen, flogvallarovasti.
“Fyri meg var tað eitt tilvitað val at manna arbeiðsbólkin uttan fyri landsumsitingina, soleiðis at tað var friður til at arbeiða uttan fyri skipanina og við júst hesum fólkunum. At arbeiða uttan fyri skipanina hevði stóran týdning, tí higartil var úrslitið av samráðingunum og viðgerðin, málið annars hevði fingið, endað í einum eljustríði millum fleiri partar, og tað vildi eg ikki vága,” sigur Lasse Klein, sum tó sigur, at tað er honum fullgreitt, at ein slík arbeiðsgongd hevði ikki borið til í dag.
Arbeiðsbólkurin hevði fleiri loyniligar fundir bæði í Føroyum og Danmark, og Lasse Klein heldur, at tað hevði neyvan borið á mál, um hesi fyrstu stigini ikki vóru hildin loynilig.
Á mál við Cimber
Hóast tað nú eru liðin meir enn 30 ár, síðani Lasse Klein var landsstýrismaður í samferðslumálum, minnist hann hesa tíðina sera væl.
“Tíðin var sera turbulent. Men mín niðurstøða var tann, at um vit kundu fáa eina nóg góða avtalu í lag, varð politiski myndugleikin noyddur til at taka støðu til spurningin um flogmálið. Og tað var júst tað, ið var mítt endamál alla tíðina: At fáa politisku skipanina at taka eina støðu,” greiðir Lasse Klein frá.
Hjá politikarunum var tó lítil og ongin áhugi fyri flogmálinum, og sambært Lasse Klein kunnaði hann fleiri ferðir landsstýrið, meðan arbeiðið fór fram, men fekk ongar afturboðanir. Men Lasse Klein og arbeiðsbólkurin hildu fram, og tað eydnaðist teimum at fáa eina sera góða avtalu í lag við Cimber Air.
“Vit fingu ikki bara eina flogavtalu, men eisini eina avtalu um eina útbúgvingarskipan, sum gjørdi, at tað bar til at útbúgva føroyingar í loftferðslu. Bæði flogskiparar, flogternur, mekanikarar og til fíggjarstýring, umsiting og so framvegis. Hesar útbúgvingarnar vóru als ikki til í føroysku útbúgvingarskipanini, og takkað verið hesi skipan hava nógvir tíggjutals føroyingar í dag eina útbúgving í flúgving,” sigur fyrrverandi landsstýrismaðurin í samferðslumálum.
Tá ið Svend Aage Ellefsen, løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin, 10. desember 1986 setti Lasse Klein ein fyrispurning í løgtinginum viðvíkjandi millumlanda flúgving, brast bumban.
Tann 17. desember 1986 svaraði Lasse Klein fyrispurninginum.
“Tað elvdi til stóra øði bæði í tinginum og landsstýrinum, tá ið eg hevði svarað fyrispurninginum frá Svend Aage Ellefsen. So at siga øll løgtingsfólk og landsstýrisfólk vóru tikin á bóli av, at málið var komið so mikið langt, og tað sama vóru fjølmiðlarnir,” minnist Lasse Klein, og tá ið uppskotið um at stovna eitt partafelag við endamáli at taka lut í flogferðslu varð lagt fram, vóru tað bert 20 av 33 tinglimum, ið atkvøddu fyri.
“Tað, sum vit gjørdu, var at bróta upp úr nýggjum; tað mugu vit siga. Tá ið vit tosa um sambandið við útheimin - vit sum føroyingar og sum tjóð - var tað í mínum hugaheimi umráðandi, at vit hava fult tamarhald á at kunna røkja sambandið við útheimin. Eg metti ongantíð, at tað var nøktandi, at júst tað málið lá á útlendskum hondum. Tað hevði avgerandi týdning, at vit tryggjaðu farleiðina alt árið.”
Errin av úrslitinum
Hóast tað á mangan hátt var eitt tógvið stríð, og landsstýrið eisini tvingaði eina nýggja samráðingarrundferð ígjøgnum við m.a. Maersk, so eydnaðist loksins at sannføra allar partar um, at avtalan við Cimber Air var tann rætta. Og restin er søga. 28. mars 1988 bar tað til at flúgva úr Vágum til Keypmannahavnar við einum føroyskum flogfelagi.
“Eitt flogfelag hoyrir til á almennum hondum, og tá ið eg fór undir hesa tilgongdina, visti eg ikki í fullan mun, hvussu stóran týdning eitt føroyskt flogfelag hevur fyri Føroyar. Eg havi ongantíð skilt tosið millum føroyingar um, at teir vilja hava kapping á økinum. Vit eru ein lítil tjóð, og tað hevur ómetaliga stóran týdning at hava eitt føroyskt flogfelag, og tað er alneyðugt, at tað almenna hevur tamarhald á loftferðsluøkinum,” heldur Lasse Klein.
“ Eg eri errin av Atlantic Airways. Bæði leiðslu og ikki minst umsitingini og starvsfólkunum yvirhøvur, sum hava gjørt eitt risaarbeiði.”
Tað eru nógv ár liðin, síðani Lasse Klein var so virkin í politikki, sum hann var um tað mundið, tá ið Atlantic Airways var stovnað. Men síðani tá hevur hann fylgt væl við í tí, sum fyriferst í felagnum og á loftferðsluøkinum yvirhøvur.
“Hevði tað ikki borið á mál tá, ivist eg í, um tað yvirhøvur hevði verið nakað føroyskt flogfelag tann dag í dag,” sigur Lasse Klein at enda.