Skip to main content
Atlantic Airways Logo

Føroyar eru meir enn tað, vit síggja út gjøgnum køksvindeygað

Sakaris Stórá leggur í løtuni seinastu hond á sín fyrsta spælifilm Dreymar við havið. Ungi skopuningurin, sum við tveimum stuttfilmum um ung í Føroyum sló sítt navn fast á filmshimmalin. Við sínum gerandisrealistiska frásøgukynstri er hann við til at seta føroyskan film á heimskortið. – Tað er umráðandi at fortelja søgur, sum ímynda okkara tíð. Og tað merkir eisini tær søgurnar, ið okkum ikki dámar so væl at síggja, sigur leikstjórin.

17. apríl 2017

Skrivað hevur Eilen Anthoniussen
Myndir: Tróndur Dalsgarð og úr filminum Dreymar við havið

Myndirnar av ungu gentunum frá stuttfilmunum hjá Sakarisi Stórá munnu hava fest seg á nethinnuna hjá teimum flestu, ið hava fylgt við, hvat rørir seg innan føroyska filmslist seinastu árini. Tvær ungar gentur við einum loyndarmáli á einum staði í Føroyum. Tú kennir náttúruna aftur, og okkurt er við hasum tapetinum, ið ger upplivingina so heimliga. Sum um tú hevur verið har eina ferð langt síðan. Tað er okkurt heimligt og upprunakent við umhvørvinum, ungdóminum, longslinum og ivanum, sum tey flestu við einum føroyskum ungdómi munnu kenna til. Ein lítil heimlig mynd við einum universellum evni.

- Í Dreymum við havið haldi eg fram við hesum sama evni, sum eg havi arbeitt við seinastu tvey árini. Samleikanum, ungdóminum, at finna seg sjálvan. Hetta eru søgur, sum hava hildið í 3000 ár og halda enn. Dreymar við havið snýr seg um ung fólk og teirra leitan út um seg sjálv og tað lítla samfelagið.

At fara frá stuttfilmi til spælifilm gevur leikstjóranum munandi fleiri møguleikar.

- Í einum stuttfilmi skal søgan vera kompakt, og tú mást velja eitt ella tvey ting at leggja dent á. Í einum spælifilmi hevur tú meir tíð til at fortelja, og tú kanst fara inn í fleiri smálutir í søguni. Tað er stuttligt, men eisini sera tíðarkrevjandi.

Stílurin er tann sami, og staðsetingin er tann sama. So hvat er nýtt við nýggja filminum?

- Reint innihaldsliga er Dreymar við havið nógv øðrvísi enn til dømis Vetrarmorgun. Sjálvt um samleiki framvegis er høvuðsevnið, eru sjálv søgan og síðuevnini bygd heilt øðrvísi upp samanborið við mínar undanfarnu filmar.


Hvat kann tað føroyska?

Hetta er fyrstu ferð, Sakaris hevur roynt at arbeitt við handritinum hjá einum øðrum.

- Eg føli meg ikki so sterkan í tí skrivliga partinum av arbeiðinum og hevði eitt ynski um at arbeiða við handritinum hjá einum øðrum. Endin varð eitt samstarv millum meg og Marjuna Syderbø Kjelnæs. Eg valdi hana, tí hon hevur arbeitt við evnum, ið líkjast tí, eg hevði valt.

Tey hava arbeitt við handritinum í tvey ár. Í handritinum løgdu tey dent á føroyskar karmar.

- Vit settu okkum spurningar sum, hvat kundi gerast undir okkara umstøðum, á okkara máli og í okkara umhvørvi. Og hesum spurdist altso ein filmur burturúr.

Tá ið vit hittast í Skopun ein dag í februar, er filmurin liðugt kliptur, og eftir er bert ljóðviðgerðin. Í ljóðviðgerðini, sum fer fram í Svøríki, verða upptøkurnar fínpussaðar fyri ljóð. Ljóðini frá hvørjum jakka, sum skróvar, og hvørjari sálmabók, sum klappast saman, skulu skrúvast upp, niður ella lúkast burtur.

Arbeiðið við hesum fyrsta spælifilminum hevur verið ein long tilgongd, og sjálvur hevur hann arbeitt við leikarunum í eitt ár. Av tí at søgan í Dreymum við havið snýr seg um ung fólk, var tað ein avbjóðing at finna røttu leikararnar til filmin.

- Eg leitaði eftir einum serligum aldursbólki, og tískil var ikki rúm fyri royndum høvuðsleikarum. Tær skuldu kunna spæla, men eisini kunna taka ímóti boðum. Og so havi eg eina teori um, at tað liggja nógv ókend talent goymd í føroysku kjallarunum, og tí havi eg eisini valt at hava opnar upptøkuroyndir til mínar filmar.

At finna røttu leikararnar tók tíð. Tað tók honum tríggjar mánaðir at finna báðar høvuðsleikararnar millum tær 30 ungu kvinnurnar, ið møttu upp. Og tað vísti seg at vera rætta avgerðin at halda opna upptøkuroynd til filmin.

- Tað endaði við at verða ein, sum bara var komin fyri at stuðla vinkonu sínari, ið fekk annan høvuðsleiklutin.


Eitt fokk jú til kvinnu-objektifiseringina

Høvuðspersónarnir, tvær gentur, koma frá tveimum ymiskum pørtum av okkara samfelag. Tær hava ymiskar trupulleikar at dragast við og møtast í ynskinum um at sleppa burtur, greiðir hann frá.

- Tær møtast í støðuni heldur enn á staðnum, tær eru í. Og havið verður so eitt slag av metafori, sum stendur millum tær og útheimin. Eg giti, at tað er soleiðis, nógv ung í Føroyum hugsa um sína framtíð: at tey noyðast yvir um havið fyri at finna møguleikar.

Tað kann undra, hví ein ungur maður er so hugtikin av at fortelja søgur um ungar gentur.

- Mínir filmar eru ópersónligir. Øgiliga lítið er baserað á egnar upplivingar. Tí tørvar mær nógvan íblástur. Gentur í hasum aldrinum ímynda eina serliga støðu í lívinum. Tað er nakað djúpt og melankolskt yvir hesum gentunum. Út yvir tað er evnið tilvildarligt.

Kortini kann hann ikki fjala ein farra av einari kynspolitiskari dagsskrá. Genturnar eru natúrligar, tær hava til dømis einki smyrsl, og í heila tikið eru tær í eygnahædd.

- Dreymar við havið er eitt stórt fokk jú til kvinnumyndina í dag og objektifiseringina av kvinnuni.


Standa ikki aftan fyri hini

Tað er eitt stórt maskinarí av vitandi fólki, ið hava arbeitt við framleiðsluni av Dreymum við havið. Fýra upptøkuhøli hava arbeitt við filminum, nú bert er eftir at ljóðviðgera upptøkurnar. Stuttfilmurin hjá Sakarisi,Vetrarmorgun, vann sum flestum kunnugt virðislønina fyri besta ungdómsfilm á stóra filmsfestivalinum Berlinale í 2014. Tí verður spennandi at síggja, hvussu tað fer at gangast Dreymum við havið.

- Áðrenn eg vann hasa virðislønina, hevði eg avgjørt, at eg hevði gjørt mín síðsta stuttfilm. Eg kappaðist við sera dugnalig fólk við sera góðum fortreytum, so tað var sjálvsagt stuttligt at vinna. Ikki minst tá okkara filmur var einasti vinnandi filmur úr øllum Skandinavia.

Sakaris er ikki so at sveipa beinini undan. Hann er avgjørt fegin um, at hansara filmur slapp at vera ein partur av Berlinale, ið er ein av størstu filmsfestivalum í heiminum.

- Men eg var ongantíð í iva um, at vit vóru á jøvnum føti við onnur, tá eg sá ’mínar gentur’ fara inn eftir reyða leyparanum. Eg haldi tað vera av týdningi í hesari bransjuni at gera sær greitt, at mann ikki stendur aftan fyri hini, men trýr upp á sítt arbeiði.


Einsligt starv

Hóast Skopun, Sandoyggin ella føroyska landslagið sum heild ikki eru so sjónlig í filmunum hjá Sakarisi, er tað her, hann finnur arbeiðsró. Í kjallaraíbúðini í barndómsheiminum situr hann og arbeiðir, tá hann ikki er uttanlands í sambandi við arbeiðið.

- Tað er eitt einsligt starv. Burtursæð frá tá vit taka upp, so siti eg púra einsamallur yvir einari ætlan ella einum handriti. Mær dámar best at arbeiða leingi við detaljeraðum ætlanum. Tá eg eri komin nakað á leið við arbeiðinum, leggi eg tað til síðis og fari í holt við okkurt annað. Tá vit so fara undir upptøkurnar, eru vit fleiri um at skapa søguna, sum vit hava á pappírinum. Men so hendir tað so ofta, at huglagið av einari ella aðrari orsøk víkir frá tí, eg hevði arbeitt við í ætlanini fyri filmin. Og so má eg finna uppá okkurt nýtt.

Tað er støðið, ið ein leggur fyri dagin, sum eisini er avgerandi fyri arbeiðsbyrðuna.

- Og eg gevist ikki, fyrr enn eg eri nøgdur.

Sakaris er fyri ein stóran part sjálvlærdur. Hann hevur gingið á filmsskúla í Noregi, men sjálvt handverkið til filmslist, metir hann, kann ikki lærast á nøkrum skúla.

- Tú kanst læra nógv um at gera film við at ganga í skúla, men sjálvt arbeiðið við at gera film er sum at læra at svimja.


Samstarv tvørtur um landamørk

Filmarnir hjá Sakarisi hava verið sýndir á filmsfestivalum kring allan heimin. Sjálvur dámar honum at vitja filmsfestivalar fyri at síggja tað breiða tilfeingið av filmum, ið verða framleiddir uttan fyri Hollywood.

- Mær dámar at síggja onnur í filmsvinnuni og serliga at síggja, hvussu onnur arbeiða undir líknandi umstøðum, sum eg sjálvur.

Hann hevur lítlan hug til at seta spjaldur á sín stíl. Men tað er týðiligt, at honum dámar at arbeiða við gerandisrealismu.

- Mær dámar væl summar av filmunum, ið komu í tíðarskeiðinum eftir kríggið, og serliga dámar mær ta italiensku nýrealismuna. Og so haldi eg, at tann norðurlendska sosialrealisman hevur nakað áhugavert yvir sær.

Síðan í 2012 hevur hann arbeitt við filmi burturav, og hansara frálíku úrslit og serliga stóra viðurkenningin á Berlinale hava slóðað fyri hansara filmsvirksemi.

- Eg havi ofta verið noyddur at steðgað á og mint meg sjálvan á, hvussu veruligt hetta er. Hevði eg ikki havt vunnið í Berlin, hevði Dreymar við havið ikki verið møguligur.

Eftir at Vetrarmorgun hevði vunnið fyri besta ungdómsfilm, ringdi telefonin. Tað var danski framleiðarin Katja Adomeit, ið hevur vunnið virðislønir á Cannes-festivalinum.

- Vit fingu skjótt eitt samstarv í lag, og hon hevur sambond, sum hava gjørt hetta møguligt. Sostatt er framleiðslan partvíst donsk, men vit eru kortini javnt sett. Sum eg síggi tað, er neyðugt at samstarva, tá ein situr so avbyrgdur, sum eg siti í Føroyum, og við tí avmarkaðu atgongd, eg havi til útgerð og annað. Tí er tað sera heppið, at samstarv millum landamørk er ein trendur innan filmsvinnu í dag.


Søgur um okkum nú á døgum

Tað er langt millum snapsirnar, tá tað kemur til føroyskar spælifilmar. Dreymar við havið er fyrsti føroyski spælifilmur síðan LUDO hjá Katrini Ottarsdóttur, ið kom í 2013. Frá fyrst í 1900 og fram til nýggja tíð eru Føroyar ikki umboðaðar á filmi. Hetta hóast vit í Skandinavia teljast millum ídnastu filmshyggjarar í heiminum. Men við filmslistafólki sum Sakarisi sær henda oyðimarkargongdin innan føroyska filmslist út til at fáa ein enda. Sakaris er nevniliga svangur eftir at sleppa aftur til tekniborðið. Hann vil sleppa í holt við sína næstu verkætlan.

- Dreymar við havið er ordiliga góður, men eg havi sæð hann 100 ferðir í gjøgnum nú og eri klárur til at fara víðari.

Hvat skal næsta verkætlanin so snúgva seg um?

- Mær dámar best at gera tað, sum kennist mest natúrligt fyri meg. Í løtuni føli eg, at eg eri liðugur við at gera filmar um ungdóm og kundi í staðin hugsað mær at arbeitt meir við samanrennningini av tí ráa og tí vakra. Í øllum førum eri eg vísur í, at eg fari at varpa ljós á fyribrigdi í føroyska samfelagnum, ið okkum ikki dámar so væl at vísa fram.

Fyri hann er tað av týdningi at fortelja søgur um nútíðina. Tað er umráðandi, at filmar ímynda tíðina, vit liva í. Og tað eru nógvir mátar at miðla sína samtíð og sín samleika uppá. At miðla Føroyar uppá. Heima í Skopun hevur hann útsýni til náttúruna, ið leggur kropp til uttandura upptøkurnar, og hann hevur bert fáar metrar frá síni egnu hurð til upptøkuhølini, ið eru ramman um allar innandura upptøkurnar í filmum hansara. Og hóast einki skelti ella nøkur kend attraktión fær pláss í hansara filmum, megnar hann til fulnar at miðla ein gerandisdag í Føroyum.

- Hvat er føroyskt, um mann ikki sær Føroyar? Vit eru so nógv meir enn tað, sum vit síggja út gjøgnum vindeygað. Hvørji eru vit, og hvat er tað fyri samfelag, vit liva í? Tað eru slíkir spurningar, eg arbeiði við í mínum filmum.

Faktaboks:

Ingun í Skrivarastovu og Katja Adomeit eru framleiðarar av filminum Dreymar við havið, og Jón Hammer er fotografur.

Dreymar við havið er ein samframleiðsla, ið merkir, at stuðul til upptøkurnar verður latin úr fleiri londum. Fyri at fáa stuðul til samframleiðslur, skal filmsframleiðaratoymið vera sett saman av filmsfólki úr ymiskum londum.