Vit kenna okkum heima í Føroyum, men verðin er okkara heim
Í summar flyta tær fimm nunnurnar í Føroyum av landinum, tí eftir 93 ár gevst fransiskanarsystralagið her á klettunum. – Tað er sorgblítt at siga Føroyum farvæl, men vit gleðast um, at katólska kirkjan heldur fram, og vit ivast ikki í, at vit fara at fóta okkum í øðrum kleystri, siga systrarnar. Ein grundarsteinur í kallinum hjá Fransiskanarasystrunum er at síggja allan heimin sum sítt heim og at boða gleðiboðskapin til øll

14. august 2024
Hendan greinin hevur upprunaliga staðið í Atlantic Review #1 í 2024.
Skrivað hevur Lív Mikkelsen / Mynd: Klara Jacobsen
Systir Maria tekur smílandi ímóti mær í hurðini í kleystrinum Kerit í Varðagøtu í Havn, har hon og hinar fýra fransiskanarasystrarnar í Føroyum búgva. Hon bjóðar mær einar bundnar skóleistar at fara í, og eg gleðist um heitu móttøkuna og finni skjótt út av, at skóleistarnir onkursvegna umboða restina av arkitektteknaða kleystrinum, sum er fjálgt og heimligt.
Kerit, ið systrarnar og Tórshavnar kommuna lótu byggja í 1980, hevur saman við Mariukirkjuni verið karmur um gerandisdagin og andaliga virksemið hjá systrunum seinastu mongu árini. Her koma tær saman til máltíðir, bøn, hvíldarløtur og fundir, og eisini koma nógv fólk á gátt, fortelur systir Maria, meðan hon vísir mær runt í kleystrinum.
– Bønarlívið fyllir nógv í gerandisdegnum. Vit systrar biðja saman minst tvær ferðir um dagin, og vit taka okkum eisini tíð til persónliga bøn hvønn dag. Men nógv fólk koma í kleystrið, bæði vinir, kenningar og fólk, ið venda sær til okkara fyri at fáa hjálp á ymsan hátt, sigur systir Maria.
Systir Maria bjóðar mær ein kaffimunn í hugnaligu stovuni, har útsýni er yvir Havnina og ein av varðunum eftir fransiskanarasystrarnar í Føroyum: Sankta Frans skúla. Fyrstu fransiskanarasystrarnar komu til Føroyar í 1931, og nú nunnurnar gevast í Føroyum, hava tær lagt nógv eftir seg: Tær endurstovnaðu katólsku kirkjuna saman við kirkjuleiðsluni, settu fyrsta veruliga barnagarðin og vøggustovuna á stovn og hava stovnað og rikið Sankta Frans skúla. Samstundis hava tær havt kostskúla, skipað fyri skeiðum, hjálpt á ymsan hátt og verið ein savnandi megi fyri katolikkarnar í Føroyum, sum í dag eru á leið 300 í tali.
Fransiskanarasystrarnar hava sostatt havt stóran týdning fyri nógvar familjur og børn í Føroyum og verið slóðbrótarar í føroyska samfelagnum. Tí er tað sorgblítt at sita í sofuni og hugsa um, at kleystrið verður tómt í summar.
Altjóða systrar festu røtur í Føroyum
Fransiskanarasystrarlagið er ein altjóða felagsskapur við 5.500 limum, ið er sera fjølmentaður, og nunnur búgva saman í felagsskapum kring allan heimin. Systrarnar hava Frans úr Assisi og Mariu, móður Jesus, sum fyrimynd, og grundarsteinarnir hjá nunnulagnum eru at liva eftir Guðs vilja, sum er: altíð at vera til reiðar at fara, hvar tað skal vera, og til hvønn tað skal vera, at boða frelsunnar evangelium, at hjálpa teimum, ið tørvar hjálp, og at liva í dagligari tilbiðjan av Kristusi.
Altjóða grundarlagið hjá fransiskanarasystrunum sæst eisini aftur í kleystrinum í Føroyum, við tað at systrarnar eru úr fimm ymsum londum. Systir Louisa er úr Belgia, systir Marisa úr Malta, Maria úr Írlandi, Florence úr Korea og Rosappin úr Sri Lanka. Fleiri teirra hava búð stóran part av lívinum í Føroyum; systir Louisa hevur verið ikki minni enn 58 ár, Marisa í 42, Maria í 33 ár, Florence í 20 ár og Rosappin í eitt ár. Tí kenna systrarnar seg eisini heima í Føroyum, sigur systir Maria.
– Eg haldi, at eg kann tala fyri allar, tá ið eg sigi, at lívið í Føroyum hevur verið sera gott, og at vit kenna okkum heima her, sigur hon við einum smíli.
Systir Maria kom sjálv til Føroya úr sínum heimlandi Írlandi í november 1990 og minnist væl, tá ið hon lendi í Føroyum fyrstu ferð.
– Eg var ung, visti lítið um Føroyar, og tað var bølamyrkt og kalt, og eg sá ikki nógv. Men so hugdi eg upp og sá umhvarvið av fjøllunum, og tað birti eina gleði í mær. Eg visti, at tað var ein meining við, at eg skuldi til Føroyar, sigur systir Maria. Hon leggur aftrat, at í dag kennir hon seg eins nógv føroyingur sum íri.
– Tá ið eg hugsi um mín uppruna, so sigur høvdið Írland, men hjartað sigur Føroyar.
Bæði hon og hinar systrarnar hava lagt stóran dent á at læra seg føroyskt fyri at vísa virðing og skilja fólkið og føroysku mentanina betur.
Virknar frá fyrsta degi
Tá ið tær báðar fyrstu fransiskanarasystrarnar komu til Føroya í 1931, hevði eingin katólsk kirkja verið í Føroyum í eini 60 ár, og endamálið hjá systrunum var saman við prestunum og kirkjuleiðsluni at endurstovna kirkjuna. Eitt annað endamál var at fylgja kallinum: at hjálpa, har tørvur er á tí. Og tað vísti seg, at stórur tørvur var á barnagarði og skúla, tí tá ið systrarnar komu til Føroya, vendu serliga kvinnur sær skjótt til nunnurnar at fáa hjálp viðvíkjandi útbúgving og barnaansing. Hetta hevur helst gjørt sítt til, at tær, áðrenn fyrsta árið var liðið, høvdu sett á stovn fyrsta barnagarð í Føroyum við 22 børnum, greiðir systir Maria frá.
Hóast føroyingar vóru ivingarsamir um katólsku nunnurnar, fingu tær innvist og húsaðust fyrstu árini í húsunum hjá Klett í Bringsnagøtu í Havn, har tær hildu kirkju, byrjaðu barnagarð í 1931 og skúla í 1932 við einum 25 næmingum. Í 1932 keyptu fransiskanarasystrarnar saman við bispadøminum í Keypmannahavn jørð, har Mariugøta og Varðagøta eru, og árið eftir fóru tær undir at byggja Sankta Frans skúla og kirkju í øðrum endanum á skúlabygninginum. Skúlaviðurskiftini í Havn vóru so trong tá, at myndugleikarnir tóku av tilboðnum frá systrunum við opnum ørmum. Mótstøðan ímóti skúlanum var tó rættiliga hørð, og nógv skriving var í bløðunum, men systrarnar hildu fram, og nýggja kirkjan, “Vor Frue Kirke”, varð vígd í november 1933 og Sankta Frans skúli í januar 1934.
Skúli, barnagarður og vøggustova
Sankta Frans skúli varð í fyrstuni rikin sum privatskúli. Gjaldið var tó lágt, og systrarnar tóku sær ikki samsýning, men skipaðu eitt nú fyri innsavning fyri at fíggja raksturin. Tær undirvístu sjálvar við hjálp frá øðrum lærarum, og hugsjónin kom frá námsfrøðiligum meginreglum, ið systrarnar kendu úr sínum heimlondum, og sum ikki vóru heilt meinlíkar teimum í Føroyum. Krøv vórðu sett næmingunum, sum eitt nú skuldu til próvtøku á hvørjum ári og fingu próvtøl. Nógv varð eisini gjørt burtur úr serligum høvum, eitt nú árligu Sankta Frans veitsluni, har næmingarnir sluppu at síggja film og fingu sermerktar slikkipinnar. Talið á næmingum í skúlanum vaks støðugt frá um 70 børnum áðrenn kríggið til 400 næmingar í 12 flokkum miðskeiðis í 1950’unum, tá ið næmingatalið var mest. Læraratalið var tá 12.
Sankta Frans barnagarður og Stella Maris vøggustova vóru frambrot í Føroyum og høvdu týdning fyri børn, familjur og kanska serliga kvinnur, ið kundu fara út at arbeiða. Stovnarnir hildu fyrst til í Sankta Frans skúla, har umstøðurnar ikki vóru tær bestu, men námsfrøðin og krøvini vóru øðrvísi tá enn í dag. Tá ið barnagarðurin í 1968 flutti niðan í nýbygdan bygning í Varðagøtu 12, gjørdust umstøðurnar betri, pláss var fyri 96 børnum í mun til 60. Í 1965 flutti vøggustovan í betri, ljósari og rúmligari umstøður í húsunum Stella Maris, sum systrarnar høvdu keypt og frammanundan brúkt til kostskúla og millumskúla. Har var stórur garður, sum børnini kundu spæla í.
Í 1980’unum stóð tað tó øllum greitt, at systrarnar kundu ikki halda á at reka teir tríggjar stovnarnar. Orsøkirnar vóru fleiri: systrarnar vóru farnar at fækkast, fíggjarliga var byrðan av at reka tríggjar stovnar stór, og eisini var stór menning farin fram hesi árini av føroysku barnarøktini og útbúgvingarskipanini. Eftir samráðingar varð komið ásamt um, at Tórshavnar kommuna skuldi yvirtaka skúlan og vøggustovuna og afturfyri byggja nýggja kirkju og eitt kleystur til systrarnar. Systrarnar fluttu inn í nýggja kleystrið Kerit í apríl 1980, og vakra Mariukirkjan stóð liðug í 1987. Sankta Frans skúli bleiv kommunalur skúli í 1985, og kommunan yvirtók Stella Maris vøggustovu í 2000. Tann bygningurin varð tó tikin niður fyri góðum ári síðani, tí Tórshavnar kommuna metti, at hann ikki hóskaði seg til dagstovnarvirksemi meira, og kravdi høvuðsumvæling. Nýggj hádeild í Sankta Frans skúla verður nú bygd á økinum. Systrarnar eiga framvegis barnagarðin, har 85 børn ganga, og ein systir arbeiðir enn á stovninum.
Sum heild kann sigast, at systrarnar hava verið sera virknar. Umframt at arbeiða í katólsku kirkjuni og at reka skúla, kostskúla, kostdeild, barnagarð og vøggustovu hava tær gjøgnum árini eisini havt seymiskeið, kvøldundirvísing í fronskum, enskum og maskinskriving og skipað fyri handarbeiðsskúla og húsarhaldsskúla í styttri og longri tíðarskeið. Seinnu árini hevur arbeiðið hjá systrunum serliga fevnt um at skipa fyri bønarløtum fyri sóknarbørnini, sunnudagsskúla og undirvísing. Nakrar systrar hava arbeitt úti í samfelagnum, eitt nú á frítíðarskúla. Eisini hava tær skipað fyri ymsum tiltøkum, savnað pengar inn og havt samstarv við aðrar kirkjur, og nakrar systrar hava verið virknar í øðrum sjálvbodnum felagsskapum.
Katólska kirkjan heldur fram
Tá ið systrarnar vóru flestar, í 1960’unum, vóru tær 24 í tali, men seinastu mongu árini hevur verið torført at fáa nýggjar systrar til Føroya, og 31. august í fjør boðaði fransiskanarasystralagið frá, at virksemið í Føroyum verður niðurlagt í juni 2024, og at tær fimm systrarnar flyta til onnur kleystur í heiminum. Orsøkirnar eru fleiri, vísir systir Maria á.
– Tað er torførari at fáa systrar til Føroya, tí vit sum heild eru færri fransiskanarasystrar í heiminum. Fyri 40 árum síðani vóru vit 9.000 systrar, og í dag eru vit bert 5.500, og nógvastaðni er tørvurin á hjálp størri og meira átrokandi enn her í Føroyum, sigur hon. Eisini er truplari at fáa innferðarloyvi til systrarnar nú enn fyrr, tí í 2016 varð danska útlendingalógin herd og gjørdi tað trupult at fáa visum og arbeiðsloyvi við síðuna av andaliga virkseminum. Eisini hevði lógarbroytingin við sær, at tað gjørdist meira stirvið hjá systrunum at ferðast til og úr Føroyum, sigur Maria.
Systrarnar gleðast tó um, at katólska kirkjan heldur fram í Føroyum. Seinastu 40 árini er talið á katolikkum vaksið úr 70 upp í 300 fólk úr yvir 20 londum, og tað er sera týdningarmikið, at tey hava eina kirkju, heldur Maria.
– Tað hevur týdning fyri teir útlendingar, sum eru í Føroyum, at hava eitt andaligt heim og eitt savningarstað. Katólska kirkjan er ein alheimskirkja, og tá ið tú kemur í kirkjuna, so kemur tú heim, sigur Maria.
Nú systrarnar fara av landinum, verða tað fyrst og fremst kirkjuráðið, diakonurin og sóknarpresturin, sum fara at reka kirkjuna. Líkt er til, at skiftandi prestar fara at virka í Mariukirkjuni komandi tíðina, tí í fjør fór presturin úr Føroyum til Róm at arbeiða.
Ein lívstreyt at skula flyta
Systir Maria vísir á, at hóast tað er sorgblítt at siga Føroyum farvæl, so hava systrarnar altíð verið tilvitaðar um, at sum fransiskanarasystir kann ein verða biðin um at fara víðari til eitt annað kleystur í heiminum.
– Tað er grundleggjandi fyri okkum fransiskanarasystrar og ein partur av kallinum, at vit skulu vera klárar at fara allastaðni í heiminum at hjálpa fátækum og menniskjum, ið eru útstoytt. At lyfta lívið hjá fólki upp og hjálpa teimum til at kenna sína tign sum menniskju – uttan mun til uppruna, húðarlit, trúgv, tjóðskap og sosiala støðu. Tí arbeiða nógvar systrar í dag við at hjálpa immigrantum og flóttafólkum, sigur systir Maria, sum valdi fransiskanarasystralagið júst orsakað av altjóða grundarlagnum.
– Eg hevði sæð so nógv kríggj og rasismu í verðini, og eg vildi fegin hjálpa at broyta tann hugburðin. Eisini havi eg altíð hildið tað vera spennandi at læra aðrar mentanir at kenna. So fyri meg persónliga er tað nú at skula flyta eisini spennandi, og ein nýggjur kapittul byrjar, sigur hon.
Hart at siga farvæl
Vitjanin í kleystrinum er komin at enda, men ein spurningur kemur áhaldandi aftur til mín: hvussu tað er at flyta úr einum landi, har ein hevur búð í so nógv ár, og har ein kennir seg heima. Maria hugsar seg um og svarar:
– Tá ið vit systrar koma til eitt land, hugsa vit, at tað kann vera fyri lívið, og mann gevur sína sál og sítt hjarta. Men samstundis vita vit, at vit altíð kunnu verða bidnar um at fara víðari, og vit síggja verðina sum okkara heim og trúgva, at tað er Harrin, ið leiðir okkum, sigur Maria.
– Tað var tó torført at fortelja føroyingum og sóknarbørnunum, at vit skulu fara, vísir Maria á. – Tað var hart at bera teimum boðini, men eisini hjartanemandi at síggja, hvussu kedd tey blivu. Tað er sjálvandi torført at siga farvæl, og vit skulu ígjøgnum eina sorgartilgongd, sum tekur tíð, men vit fara at fóta okkum aftur á einum nýggjum staði. Eitt er tó heilt vist, og tað er, at vit altíð fara at bera Føroyar og føroyingar í okkara hjørtum, sama hvar vit fara, sigur Maria við einum brosi.
Tað er ikki vist, at tær fimm nunnurnar, ið hava búð og arbeitt saman í kleystrinum Kerit, fara til sama kleystur onkra aðrastaðni í heiminum, men tær fara ikki at missa sambandið.
– Vit fara at halda samband hvør við aðra, og andaliga hava vit eisini eitt sterkt samband, tí vit hava sama spiritualitet og biðja hvør fyri aðrari. Eg veit, at serliga seinastu dagarnir her blíva harðir, men tá ið vit fara úr Føroyum, fara vit ikki út í óvissuna. Vit fara til okkara systrar, og tá ið vit koma til onnur kleystur, so er tað heima, sigur Maria við einum brosi.
Fransiskanarasystrarnar
Fransiskanarasystrarnar í Føroyum eru limir í heimsumfatandi stovninum “Franciscan Missionaries of Mary”, ið telur 5.500 systrar úr 78 ymiskum londum. Tær komu til Føroya í apríl 1931.
Flestu systrarnar fáa útbúgving, áðrenn tær gera nunnulyftið.
Tær arbeiða á egnum stovnum ella úti í samfelagnum.
Í dag eru fimm fransiskanarasystrar í Føroyum úr fimm londum.
Fransiskanarasystrarnar í Føroyum hava grundað hesar stovnar:
Sankta Frans skúla (1932)
Sankta Jósefs Barnagarð (1931)
Stella Maris vøggustova (1958)
Kleystrið Kerit (1980)
Katólska kirkjan í Føroyum
Katólska kirkjan er ein heimsumfatandi felagsskapur av kristnum, ið telur meira enn eina milliard limir.
Í dag eru um 300 katolikkar í Føroyum
Í long tíðarskeið hevur eingin katólsk kirkja verið í Føroyum.
300 ár eftir trúbótina, í 1859, varð setti týski presturin Georg Bauer aftur katólska kirkju á stovn í Føroyum
Í 1931 endurstovnaðu tvær fransiskanarasystrar og tveir katólskir prestar katólsku kirkjuna í Føroyum.
Í november 1933 varð Vor Frue Kirke vígd, sum var føst í Sankta Frans skúla.
Nýggja sóknarkirkjan, Mariukirkjan, stóð liðug og varð vígd í 1987. Árni Winther, arkitektur, hevur teknað kirkjuna og Tróndur Patursson gjørt glaslistina í kirkjuni.
Keldur:
‘Fransiskanarasystrar í Føroyum í 90 ár’ eftir Gunnleyg Mariu Arge og Mariu á Dul. Tórshavnar kommuna gav út
Sankta Frans Skúli. Høvundur: Erhard Jacobsen. Serprent av Skúlablaðnum juni 1986.
www.katolsk.fo
www.fmm.org