Ofta spurdir spurningar
Tú gerst limur á heimasíðu okkara við at stovna tær ein vanga ovast á heimasíðu okkara ella longur uppi á hesi síðuni. Hvør einstakur limaskapur krevur eina teldupostadressu. Eisini tá ið talan er um børn.
Súluferðir kunnu bíleggjast við at rita inn á tín súlubonusvanga. Eisini ber at seta seg í samband við Kundatænastuna á tlf. 34 10 00 ella við at skriva til [email protected]
Nei, vunnin súlustig eru persónlig og knýtt at persóninum, ið eigur súlukortið. Tískil kunnu tveir ella fleiri persónar ikki leggja síni súlustig saman.
Sí yvirlitið sum vísir, hvussu nógv súlustig skulu til fyri at keypa ein Súlubonus ferðaseðil.
Tú kanst altíð síggja tíni súlustig og ferðir á tínum súluvanga. Um tú hevur gloymt at skráseta súlustig við fráferð, ella um tú hevur bílagt ein ferðaseðil uttanfyri vangan, kanst tú eftirskráseta tíni stig við at rita inn á tín súlubonusvanga. Tú kanst eftirskráseta stig upp til seks mánaðir eftir, at ferðin er lokin. Hevur tú ivamál hesum viðvíkjandi, kanst tú seta teg í samband við kundatænastu okkara á [email protected]
Sum nýggjur súlubonuslimur kanst tú skráseta og fáa stig fyri ferðir, sum eru framdar upp til 30 dagar áðrenn, tú fyrstu ferð meldaði teg til skipanina.
Nei, tað er ikki møguligt.
Ja, men slagið av ferðaseðli ger av, hvussu nógv stig tú fært. Atlantic Airways tilskilar sær tó rætt at útihýsa ferðaseðlasløg og ferðamál úr súluskipanini; t.d. sertúrar sambært treytunum §3.5. Leiguferðir geva ikki stig. Sí stigatalvu.
Eitt SVEIGGJ gevur sjálvandi eisini súlustig. Í yvirlitinum sært tú, hvussu nógv stig tú fært fyri tey ymsu sløgini av ferðaseðlum.
Vunnin stig skulu brúkast innan sjey ár.
Ja, skattir og avgjøld skulu gjaldast fyri súluferðaseðlar – og hesar upphæddir eru ymiskar alt eftir valdari farleið.
Súlustig eru persónlig. Tó kunnu hesi húsfólk nýta súlustig hjá øðrum, treytað av, at eigarin hevur játtað: hjúnafelagi, sambúgvi ella maki, umframt børn í húskinum, ið eru yngri enn 25 ár. Nevndu húsfólk kunnu brúka súlustig, uttan at eigarin sjálvur er við.
Ja, á øllum vanligum rutum, tó ikki á leiguflogførum.
Ein ávís nøgd av súluferðaseðlum eru á flest øllum rutum. Tó kann tað verða útselt, og tí ræður um at bíleggja í góðari tíð.
Ja, tað er gjørligt at broyta navn, ferðadag og farleið, men tað er ein treyt, at súluferðaseðlar eru tøkir. Hvørt strekki kostar 50 DKK at broyta, sum eisini er kostnaðurin fyri at broyta ferðadag ella farleið. Afturat hesum kemur ein møguligur prísmunur í ferðaavgjøldum.
Navnið á súluferðaseðli kann bert broytast til ein, ið er skrásettur á tínum vanga sum familjulimur. Tað kann vera hjúnafelagi, sambúgvi ella børn í húskinum, ið eru yngri enn 25 ár. Navnabroyting kostar 100 DKK.
Tú kanst eisini avlýsa tína súluferð, tað kostar DKK 50 fyri hvørt strekki. T.v.s. um tú t.d. avlýsir eina ferð til Keypmannahavnar og aftur, kostar hetta 100 DKK. Avlýsir tú tína súluferð, fella møgulig útgingin stig burtur.
GG! Broytingar ella avlýsing kunnu gerast til 24 tímar áðrenn fyrstu fráferð. Eftir hetta ber ikki til at broyta ella avlýsa, og súlustigini fella burtur. Verður avlýst 24 tímar ella minni áðrenn fráferð verða bert ferðaavgjøld - 50 DKK pr. strekki endurrindað.
Ja! Jú fleiri stig tú forvinnur, jú betri limaskap fært tú. Og við tí fylgja fleiri fyrimunir við sum t.d. lounge-atgongd og Fast-track. Les meira um tey ymsu limastigini her.
Legg til merkis, at vit áhaldandi menna Súluskipanina, og tískil koma fleiri fyrimunir í framtíðini.
Nei, skalt tú broyta til dømis dagfesting á einum súluferðaseðli, er neyðugt, at ein súluferðaseðil er tøkur á nýggju dagfestingini.
