Sarah Mahfoud: Kul, um eg kundi boksað mín HM-dyst í Føroyum
Sarah Mahfoud er føroyingur, sýri, dani, boksari, heilsuhjálpari og vinnari í dansikappingini Vild med dans. Hon er onnur av bert tveimum professionellum kvinnuligum boksarum í Danmark, og hon droymir um møguleikan at sleppa til Føroyar at boksa sín fyrsta HM-dyst

21. november 2019
Hon er blíð og sjarmerandi og hevur ein smittandi látur, hendan netta unga kvinnan, sum man teljast millum sterkastu kvinnur í danska kongaríkinum. Umframt hana er tað bert ein onnur kvinna í landinum, ið kann rópa seg professionellan boksara.
“Eg havi altíð verið ítróttafólk. Mamma hevur altíð spælt hondbólt, og babba hevur altíð íðkað stríðsítrótt. Sjálv havi eg altíð gingið til ítrótt. Eitt nú hondbólt, karate, tennis og fimleik, og til endans fór eg at boksa. Pápa mínum hevur altíð dámt væl boksing, so vit hava altíð hugt at boksifilmum saman. Tá ið eg so fekk brúna beltið í karate (sum er tað seinasta beltið, ein kann fáa í karate, áðrenn ein fær tað tiltikna svarta beltið, ritsj.), vildi eg royna okkurt nýtt, og tað bleiv altso boksing.”
Og tað má sigast at hava gingið henni væl. Hon kann nevniliga rópa seg bæði danmarksmeistara og norðurlendskan meistara, og sum nevnt boksar hon nú á professionellum støði. Men tað skuldi ein serlig innbjóðing til, fyri at hetta gjørdist veruleiki.
“Eftir at eg hevði verið við í Vild med dans, fekk eg eina uppringing frá Mogens Palle, sum hevur fyriskipað boksidystir í nógv ár. Hann sá, at eg dugdi okkurt við beinunum, og sá nakrar møguleikar í mær, við tað at eg var norðurlendskur og danskur meistari, umframt at eg vann Vild med dans kappingina.”
Hart arbeiði
Ikki gekk long tíð, fyrr enn hon og Mogens Palle høvdu undirskrivað samstarvssáttmála, og nú byrjaði ein krevjandi tíð við harðari venjng.
“Eg fór undir harða venjing saman við einum venjara úr Ukraina. Fyrr vandi eg 4-5 ferðir um vikuna, og nú fór eg at venja hvønn tann einasta dag. Tað sær kanska ikki so hart út, tá ið tú hyggur at boksing, men tað er sera hart at boksa 10 umfør, sum hvørt er tveir minuttir, so sum tað verður boksað til teir avgerandi dystirnar um meistaraheiti. Er tað ikki ein kapping um meistaraheiti, eru tað ‘bert’ átta umfør á tveir minuttir.”
Sarah boksar í fjaðurvektklassanum, sum telur 153 kvinnur á heimsplani, og á listanum er hon styrkismett sum nummar 3. Innan fyri boksing eru ikki minni enn 15 ymskir vektflokkar, og ovara markið fyri fjaðurvektflokkin er 57 kg. Fyri at varðveita plássið snýr tað seg fyri Sarah um at fáa røttu mótstøðukvinnurnar, og tað krevur miðvíst arbeiði, nógva venjing og ein sunnan kropp.
“Tað snýr seg um at hava ein metlista fyri at fáa røttu mótstøðuna, soleiðis at eg kann vera við á odda. So eg leggi meg eftir at halda ein góðan grundform, soleiðis at eg varðveiti eina javna vekt við at venja og eta rætt.”
Hon greiðir frá, at tað kann vera eitt stríð at halda vektina, um ein ikki ansar sær. Megnar ein ikki at halda vektina, noyðist ein ígjøgnum strangar kostætlanir og túrar í dampbað í serligari drakt fyri at sveitta út. Øvugt kann tað vera ein bardagi at koma upp á røttu vektina, um ein fer ov nógv aftur.
Boksingin hjálpti dansinum
Og hon fer miðvíst eftir at røkka sínum málum. Hon og sjeikurin hava nógv um at vera við arbeiði, lesnaði og venjing í gerandisdegnum og byrja tí hvønn dag saman við at fara í venjingarhølini kl 6.
“Mær dámar væl at leggja meg sjálva undir trýst. Við boksing er tað alt ella onki, tað er ein vinnari og ein tapari, og tað er upp til tín sjálvs, hvussu væl tú fyrireikar teg. Tú hevur ábyrgdina av, at tú etur rætt, heldur vektina og í heila tikið livir eitt seriøst lív.”
Av tí at hon altíð hevur íðkað ítrótt, er hugburðurin til rørslu og kropp ein fastur partur av henni.
“Eg haldi, at øll ung hava gott av at ganga til onkra ítrótt. At vera disiplinerað og stremba eftir góðum úrslitum er ein góður eginleiki at hava.”
Tá ið hon fór undir venjingarnar til Vild med dans, vísti tað seg, at hon hevði royndir frá boksiverðini, ið komu henni væl við dansinum.
“Tá arbeiðir tú jú saman við einum professionellum dansara, og eg var von við at hava ein venjara, at lurta væl og gera, sum venjarin sigur. Eg havi tann hugburðin, at eg nokk skal læra hvat sum helst – spurningurin er bara hvussu. Tá ið kappingin byrjaði, setti eg mær fyrst fyri ikki at rúka út fyrst. So setti eg mær fyri at koma hálvan veg gjøgnum kappingina, og tað bleiv bara stuttligari og stuttligari, og knappliga stóð eg har. So fór eg eftir finaluni, og at enda vann eg,” fortelur hon við stórum smíli.
Sigurin gjørdist eyka søtur av, at bookmakarin hevði mett Sarah til at vera tann fyrsta luttakaran at fara úr kappingini. Vild med dans er ein dansikapping, har hyggjarin avger, hvør verður verandi, og hvør fer. Tískil má hon hava dansað seg inn í hjørtuni á hyggjarunum, og tað kemur meir enn so fyri, at fólk heilsa, sum hon ikki kennir.
“Eg haldi tað bara vera stuttligt, at fólk koma yvir og siga hey, tí tey kenna meg aftur frá sjónvarpinum.”
Arr og blá merkir
At fólk bera kenslu á Sarah frá sjónvarpinum, men ikki trúgva, at hon er boksari, er ikki so løgið. Hennara netta og blídliga yndi útstrálar alt annað enn eina sterka kvinnu, sum dámar at sláa.
“Tað er nokk so stuttligt at uppliva, at fólk ikki trúgva, at eg eri boksari, tá ið eg hugsi um, hvussu væl eg havi klárað meg.“
Hvat er tað við boksing, sum tær dámar so væl?
“Tað er adrenalinsparkið, sum eg elski. Tað serliga við boksing er, at hýrurin rundanum ringin er lættur, og at tað er pláss fyri øllum. Boksing krevur einki serligt annað av tær, enn at tú venur konditión og styrki. Tú fært so nógvar upplivingar saman við liðnum, og tú verður motiverað við nógvum kappingum.”
Tað er greitt, at arr og blá merki eru ein partur av spælinum, tá ið tú velur at traðka inn í ringin við teimum tungu handskunum.
“Tú fært nógv sløg, og tú kanst rokna við at verða sligin í høvdið. Í seinastu kapping fekk eg eitt risastórt blátt eyga, sum framvegis ikki er farið heilt burtur. Men tá ið eg eri har uppi, føli eg ikki pínuna. Og ein má halda fokus á dystinum alla tíðina, tí mótstøðukvinnan má jú ikki síggja, at eg eri bangin.”
Skerpikjøt, hummus og beykon
Sarah er ein samansettur persónur, sum hóast eina harðliga ítróttagrein livir av at taka sær av øðrum. Hon arbeiðir sum heilsuhjálpari og er í løtuni í holt við at útbúgva seg til sjúkrarøktarfrøðing. Í barndómsheiminum varð borðreitt við skerpikjøti, hummus, tabbouleh, røstum fiski, beykon, hindberjasnittum – stutt sagt mati úr øllum trimum mentanunum, sum hon er uppvaksin við: tí føroysku, sýrisku og tí donsku. Mamman er úr Vestmanna, pápin úr Sýria, og saman við teimum og tveimum yngri systkjum er hon uppvaksin í Danmark.
“Eg og systkini eru uppvaksin við trimum ymiskum mentanum, ið eru góðar á hvør sín hátt. Vit hava altíð verið nógv í Føroyum, vit elska føroysk klæðir, ólavsøkuna osfr., og eg fari at leingjast, um tað verður ov langt ímillum. Eg føli tað, sum at Føroyar eru heima fyri meg. Og eg elski føroyskan mat sum grind, spik, ræstan fisk og skerpikjøt.”
“Vit hava eisini ferðast nógv til Sýria, serliga tá ið vit vóru yngri. Pápi mín eigur átta systkin í Sýria, og tey hava til dømis eina appilsinplantasju har niðri.”
Umframt góðu úrslitini frá boksingini var tað júst føroyska-sýriska bakgrundin, sum var við til at fáa henni innbjóðing frá TV2 um at luttaka í Vild med dans og gjørdist eitt kent andlit í Danmark. Hon ivaðist onga løtu í at taka av, hóast hon ongantíð hevði dansað fyrr. Nú standa dansiskógvarnir sum eitt steyp og eitt minni heima á hillini, og hon kann hugsavna seg um at vinna sínar boksidystir.
“Enn kann eg ikki liva av tí, men um sjónvarpsrásirnar fara at geva okkum meir ans, kann tað vera, at tað koma stuðlar, sum fara at gera tað møguligt. Tað kundi verið stuttligt, um tað so førdi til, at eg kundi livað av tí.”
Í boksing eru fýra ymisk meistaraheiti, hon kann fara eftir, og hon leggur ikki lok á, at hon ætlar sær eftir øllum, eisini heimsmeistaraheitinum.
“Eg vænti mær ein dyst í ár, og eg havi sagt við Mogens, at tað kundi verið kul, um eg kundi boksað HM-dystin í Føroyum. Tað heldur hann eisini vera ein spennandi møguleika, so nú mugu vit síggja, hvat tað verður til.”
Um Sarah
- Fødd 29.09.1989
- Síðani í februar í 2017 hevur hon boksað á professionellum stigi.
- Boksar í fjaðurvektflokkinum og er styrkismett sum nummar 3 av 122 kvinnum í heiminum.
- Sum amatørboksari hevur hon tvær ferðir vunnið heiðurin sum norðurlendskur meistari og tríggjar ferðir sum danskur meistari í fjaðurvektflokkinum.