Skip to main content
Atlantic Airways Logo

Sorgin er drívmegin í list míni

Alda Mohr Eyðunardóttir var bert 11 ára gomul, tá ið hon misti lítlusystur sína. Hóast hon bert er 23 ár, hevur hon fleiri ferðir upplivað deyðan og ta sváru hjartasorgina, ið fylgir ungdómslívinum. Lýsing hennara av sorg og trauma er blivin eitt eyðkenni, sum millum annað gjørdi sítt til, at hon sum fyrsti føroyingur í fleiri áratíggju fekk eitt lestrarpláss á Kongliga Danska Kunstakademiinum <br />

Sorgin er drívmegin í list míni

9. februar 2022

Skrivað hevur: Marita á Rógvi

English summary below

Tað er summar, og árið er 2019. Vit eru í Keypmannahavn. 
Alda Mohr Eyðunardóttir tekur í hurðina. Framman fyri henni eru tólv andlit – andlit, sum mynda Kongliga Danska Kunstakademiið, og sum hava ávirkan á framtíðina hjá Aldu. Professarar, listafólk. Fólk, sum skulu avgera, hvørt Alda fær eitt av teimum 25 lestrarplássunum. 
”Orðið er títt,” sigur ein í dómsnevndini. 
Til upptøkuroyndina hevur Alda gjørt fimm verk, sum skulu sannføra tey tólv fólkini um, at hon er egnað at vera millum tey fimm prosentini, sum á hvørjum ári fáa eitt lestrarpláss. Hon hevur tíggju minuttir at greiða frá verkunum. 
”Eitt verk eitur ’Hanging my tears out to dry,’” sigur hon og greiðir frá, at hetta er ein tilvísing til sangin hjá Teiti Lassen við sama heiti. 
”Tað umboðar ta sorgina, ið hevur formað lív mítt,” leggur hon afturat og vísir á tey sjálvportrettini, hon hevur tikið, tá ið hon nøkur ár frammanundan hevði hjartasorg. Hon tosar skjótt, og spenningurin veksur í kroppinum. 
”Eitt annað verk snýr seg um kópakonuna. Tað lýsir eisini ta sorgina, sum tekur seg upp, tá ið hon missir hamin,” sigur hon. 
Brádliga fer hon at gráta. Hon veit ikki hví. Trýstið gerst stórt. 
”Fer hetta nakrantíð at eydnast?” spyr hon seg sjálva. 
Vit venda aftur til upptøkuroyndina. 

Eitt listafólk í menning
Eg hitti Aldu Mohr Eyðunardóttur ein vátan hósdag í august á verkstovu hennara í Keypmannahavn. Hon er í ferð við at fyrireika seg til eina framsýning á Norðuratlantsbryggjuni í oktobur. 
”Føroyar fylla nógv í míni list, og hetta er einki undantak. Í løtuni havi eg serliga áhuga fyri byrgingum og varðum, og ætlanin er at gera innsetingarlist við teimum báðum.”  
Fyrstu árini sum listafólk tók hon serliga fotojournalistiskar myndir, har hon avmyndaði veruleikan. Síðani hevur hon ment sín stíl, so hon nú arbeiðir við øðrum tilfari. 
”Eitt nú eri eg farin at veva,” sigur hon. 
Hon tykist at hvíla í sær sjálvari sum listafólk, hóast hon framvegis sigur seg leita eftir úttrykkinum. Men soleiðis hevur tað ikki altíð verið. Í roynd og veru ætlaði hon als ikki at fara listaligu leiðina. 

Listafólk ella politiskt aktiv? 
Hóast Alda las á listabreytini í Hoydølum og so við og við gjørdist varug við, at hon hevði áhuga fyri list, var málið ikki at gerast listafólk í sjálvum sær – hon vildi gerast búskaparfrøðingur ella samfelagsfrøðingur og vera aktiv í politikki. Málið var at gera samfelagið til ein betri heim við politiska handverkinum. 
”Soleiðis hugsaði eg – eg vildi broyta samfelagið, so eg gjørdi nógv fyri at fáa gott miðaltal, og tað fekk eg,” sigur hon. 
”Men eg hugsaði ikki um, at tað eru nógvir hættir at gera mun. Eg eri vaksin upp í einum samfelagi, har listafólk eru millum tey fimm ringast løntu fólkini, og tað vísir bara, at vit ikki hava virðing fyri tí, listin broytir, og teimum virðunum, hon skapar í samfelagi okkara,” sigur hon. 
Sum tannáringur var hon virkin í Unga Tjóðveldi og í bólkinum ’Frítt Val’, og eftir lokið miðnámsskúlaprógv kundi hon í roynd og veru søkja inn á tær útbúgvingarnar, henni lysti. Men okkurt helt henni aftur. 
”Eg var als ikki til reiðar at flyta av landinum at lesa, so mamma spurdi meg, hví eg ikki fór á listaháskúla. Hon visti, at mær dámdi at taka myndir. Ótilvitað hevði hugurin til listina ligið har, uttan eg visti tað.”
Alda flutti tískil niður at ganga á politiskt tilvitaða háskúlanum Krogerup í Humlebæk. Eitt val, ið skuldi vísa seg at fáa týdning fyri lívsleið hennara. 

Á egnum beinum í Danmark við sorgini sum drívmegi 
Á Krogerup fór Alda at dyrka greinina fotojournalistikk, og her tóktist hon í fyrstu atløgu at vera komin á røttu hill. Á skúlanum kjakaðust næmingarnir um politikk, samstundis sum tey evnaðu list. Tey vitjaðu Ísrael og Palestina, og her tók Alda fyrstu myndirnar, sum seinni vórðu ein partur av tí verkinum, hon læt inn til upptøkuroyndina áKongliga Danska Kunstakademiinum. Seinni tók hon enn eitt háskúlaskeið í list og design – hesa ferð á háskúlanum Vera. Tað var her, hon tók avgerð um at søkja inn á ymsar listaútbúgvingar í 2018. 
”Øll hini søktu inn í Keypmannahavn, Malmø, Oslo og Reykjavík. Men eg tordi ikki at siga hinum, at eg eisini søkti inn. Eg óttaðist fyri, hvat onnur hildu um verk míni. Í Føroyum ræður ofta hugsanin um, at list er málningalist. Eg málaði ikki – eg tók myndir, so gjørdi eg veruliga list?” spyr hon. 
Hon søkti ikki inn í Keypmannahavn í fyrstu atløgu. Hon vildi skilja seg burtur frá tí konventionella valinum, so hon leitaði sær heldur móti Oslo, Reykjavík og Malmø. Púra óvæntað fekk hon boðið lestarpláss í Oslo og Reykjavík, men hon tók ikki av. Hon var ikki klár. 
Árið eftir, í 2019, søkti hon aftur – hesa ferð eisini á nógv virda Kongliga Danska Kunstakademiið, har millum onnur føroysku listafólkini Sámal Joensen-Mikines, Ruth Smith, Ingálvur av Reyni og Hans Pauli Olsen hava lisið. Tá ið hon skapti upptøkuverkið, fór hon av álvara at granska ta sorgina, sum hevur verið stórur partur av lívi hennara. 
”Eg hevði hjartasorg, meðan eg var á háskúla, og eg skilti als ikki, at hesin drongurin ikki vildi hava meg,” sigur hon grínandi. 
Burtur úr tí spurdist eitt sjálvportrett, meðan hon græt av hjartasorg. Hetta gjørdist partur av upptøkuverkinum. 
Sorg er eitt alfevnandi tema, sum nógv listafólk fáast við. Edvard Munch er víðagitin fyri lýsing sína av sorg og angist, og Sámal Joensen-Mikines lýsti deyðan og sorg. Bátar og skip, sum gingu burtur. Sjúku. Vanlukkur. Longsul. Eins og Alda hevði hann eisini systkin, sum fóru hiðani alt ov tíðliga. Pápi hansara fór eisini frá foldum av somu sjúku sum systkini. Fyri summi listafólk er sorgin ein lívstreyt, sum skal miðlast. 
”Míni verk snúgva seg um ta universellu sorgina,” sigur hon og sipar til, at øll uppliva sorg fyrr ella seinni í lívinum. 
”At missa systur mína og at uppliva eina so traumatiska hending sum ung hevur sett sín dám á listina. Hendan kenslan av, at alt er relativt, og at alt fær ein enda, fyllir nógv í lívi mínum. Eg stríðist enn við angist fyri deyðanum og at missa, og eg haldi, at sorgin hevur nógv andlit. Hon kemur bara aftur í nýggjum hami, og tað royni eg at miðla,” leggur hon afturat. 
Hon fær íblástur frá øðrum føroyskum listafólkum – Jóhan Martini Christiansen, vinkonuni Anný Øssursdóttur Djurhuus og Jón Sonna Jensen. Júst Jón Sonni Jensen metir eisini, at eginleikin og dirvið hjá Aldu at lýsa sorgina er tað, sum ger hana spennandi. 
”Hon er ómetaliga dugnalig at miðla sorg og trauma. Hon er veruliga ein av teimum spennandi røddunum á listapallinum í dag,” sigur hann. 
Hesin eginleikin var eisini ein av teimum, sum próvdómararnir spurdu um á sumri í 2019, tá ið Alda var til upptøkuroynd á Kongliga Kunstakademiinum. 

Brævið
Vit eru aftur á sumri í 2019. 
Alda hevur júst verið til upptøkuroynd, og hon er ikki nøgd. Hon tosaði skjótt, græt, fekk blackout og var øgiliga nervøs. 
”Hatta gekk av fananum til,” hugsar hon, tá ið hon letur hurðina aftur. 
”Eg komi aldrin inn”. 
Eina viku seinni fær hon bræv í e-boks. 
”Vit kunnu hervið bjóða tær eitt lestrarpláss á Kongliga Danska Kunstakademiinum,” stendur í brævinum. 
Harvið er hon fyrsti føroyingur, sum lesur á Kunstakademiinum, síðan myndahøggarin Hans Pauli Olsen byrjaði í 1979. Síðani Alda fekk boðið pláss, eru tvær aðrar føroyskar kvinnur eisini farnar á Kunstakademiið. 
Alda hevur leitað síðani tannárini. Hvat vildi hon? Hvat skuldi hon vera? Kundi hon liva av listini? Nú hevur hon loksins funnið svarið og hill sína, og hon er komin til sættis við, at fíggjarliga óvissan í listayrkinum er ein avbjóðing. Ein avbjóðing, sum hon tó vil gera vart við og broyta. Og hóast hon hevur megnað at fáa tað lestrarplássið, mong undan henni ikki hava megnað, so er hon ikki vís í, at hon fer at taka eina masterútbúgving í list á Kunstakademiinum. Dreymurin um størri avbjóðingar kaga undan í sjónarringinum.
”Eg droymi um at lesa víðari í New York ella London. Eg veit bara, at hetta ikki endiliga skal vera síðsti partur í ferð míni, tí Føroyar eru endastøðin,” sigur hon og hvørvur fyri at arbeiða víðari við verki sínum. 


Fakta: 
Navn: Alda Mohr Eyðunardóttir (f. 1997)
Útbúgving: Lesandi á Kongaliga Danska Kunstakademiinum
Bústaður: Keypmannahavn
---

Grief drives my art


Alda Mohr Eyðunardóttir was only 11 when she lost her little sister. At 23 her portrayals of death and trauma have come to characterize her art and earned her a place, as the first Faroese candidate for decades, at the Royal Danish Academy of Fine Arts.

In our interview Alda seems at ease as an artist, though it was not what she set out to become.

Artist or activist?

Though Alda studied art at upper secondary college, she wanted to become an economist or sociologist. Alongside college, Alda was active in the left-leaning Faroese Republican Party and lobbied for sexual and reproductive rights. The goal was to use politics to make the world a better place, so she secured the grades to study whatever she wanted. Still, something held her back.

Alda’s mother encouraged her to explore art. “I didn’t consider that there are many ways to make a difference. I grew up in a society where artists are among the five lowest paid professions, and this just shows our lack of regard for what art changes and the values it creates in our society,” Alda says.

Flying solo in Denmark driven by grief

In the politicized circles of Krogerup Folk High School, Alda dove into photojournalism and initially though she had found her calling. However, after another stint at a folk high school, Vera this time, Alda finally decided to apply to art school in 2018.

“I didn’t tell the others [at Vera] that I applied. I worried about what people would think of my works. In the Faroe Islands art is equivalent with painting. I didn’t paint, I took pictures, so was I really creating art?” Alda asks.

Initially, she applied to anywhere, but Copenhagen. And was offered places both in Oslo and Reykjavík. Still, she was not ready.

A year later she applied to the Royal Danish Academy of Fine Arts. In creating the application piece, Alda embarked on a meticulous examination of grief.

“My heart was broken at Krogerup, I just couldn’t understand that this boy didn’t want me,” she laughs. The experience resulted in a self-portrait of Alda crying of heartbreak, which became part of the application.

Many artists have worked with grief. Edvard Munch is world-famous for his depictions of grief and angst. Fellow Faroese student of the Royal Academy, Sámal Joensen-Mikines, portrayed ships lost, disease, disasters, longing. Like Alda, his siblings passed much too early. For some artists grief is a condition of life they have to mediate.

“My works are about the universal grief,” Alda says and adds that everyone experiences grief sooner or later.

“Loosing my sister, experiencing that trauma as a child has shaped my art. This feeling that everything is relative and finite looms large in my life. I still struggle with anxiety about death and loss, and I think that grief has many faces. It simply returns in a new cloak, and I try to convey that,” Alda adds.

Several Faroese artists inspire Alda, including Jóhan Martin Christiansen, her friend Anný Øssursdóttir Djurhuus and Jón Sonni Jensen.

And precisely Jón Sonni Jensen says about Alda, “She is incredibly talented at conveying grief and trauma. She is truly one of the exciting voices on the art scene today.”

Life as an artist
Alda is the first Faroese student at the Royal Academy since 1979. Since her acceptance two other Faroese women have joined.

Having searched since her teenage years, Alda has come to terms with life as an artist and the financial uncertainties that come with it. Though it is a challenge she wants to raise awareness of and change.

The artists expression is ever-evolving. She has explored weaving and is currently working on installations with cairns and dams, the Faroe Islands continue to be a major influence in her work.

An MA in New York or London might be next. What Alda knows for certain is that the Faroe Islands is her final destination.


Factsheet:
Name: Alda Mohr Eyðunardóttir (b. 1997)
Education: Student at the Royal Danish Academy of Fine Arts
Domicile: Copenhagen