Kærleikin til fuglalív og náttúru drívir verkið
Einki bókaverk hevur selt meira á forlagnum Sprotanum enn verkið ‘Fuglar okkara’, sum Silas Olofson og Jórun Pólsdóttir hava lagt til rættis. Tað er kærleikin til fuglalív og náttúru, sum hevur drivið verkið, siga høvundarnir. ‘Fuglar okkara’ er stórverk í trimum bindum og við hópi av myndum av fugli í Føroyum

5. oktober 2023
Skrivað hevur: Jákup Bogi Joensen / Mynd: Benjamin Hansen
‘Fuglar okkara’ eitur stórverk í trimum bindum um fuglar og fuglalív í Føroyum.
Verkið hevur brent seg fast í tilvitskuni hjá fuglaáhugaðum føroyingum og er longu vorðið ein varði í føroyskum bókmentum. Tað venda vit aftur til.
Tað eru tey bæði Silas Olofson og Jórun Pólsdóttir, sum hava skrivað, tikið myndir og lagt til rættis, og forlagið Sprotin hevur givið út.
Sjálvir siga høvundarnir, at tað er kærleikin til náttúruna og ríka fugla- og djóralívið í Føroyum, sum hevur drivið verkið og fingið tey at savna og geva tilfarið út.
– Um vit eru góð við náttúruna, røkja hana og fara væl um, gerast vit varug við, at tað ber til at fáa kærleika til náttúruna. Eru vit hinvegin ikki tilvitað um tað, vit síggja og uppliva í náttúruni, er vandi fyri, at vit kenna minni ábyrgd av at verja um náttúruna og ríka fugla- og djóralívið, sigur Silas Olofson.
Jórun Pólsdóttir er samd við Silas og heldur, at verkið, umframt at hava eitt fakligt, fuglafrøðiligt endamál, sum er miðlað við dagførdum tilfari á føroyskum, kann vekja ansin fyri náttúruni.
–Eg hugsi, at eitt verk sum hetta kann vekja áhugan og ansin fyri tí fjølbroytta í føroysku náttúruni og tí sjónliga fuglalívi, sum er í Føroyum og kring oyggjarnar, sigur hon.
Tey eru sannførd og á einum máli um, at tørvur er á einum nýggjum verki, ið setir kikaran á evnið.
Víst verður á, at útgávur um fuglar í Føroyum eru ikki so vanligar, og at nógv nýggj vitan og skráseting av fugli er løgst aftrat, síðan tær seinastu fuglabøkurnar – og tær einastu higartil – á føroyskum vórðu givnar út.
Tann seinasta, ‘Fuglar í Norðurhøvum’, sum Dorethe Bloch og Søren Sørensen skrivaðu og løgdu til rættis, kom út í 1990, og annars má leitast fleiri áratíggju aftur, heilt aftur til 1951, tá ið Mikkjal á Ryggi læt frá sær ‘Fuglabókina’, sum bæði tá og seinni hevur verið mett sum eitt slóðbrótandi verk.
– Vit hildu, at tað vantaði ein nýggj bók við dagførdum upplýsingum og í nýmótans sniði, sigur Jórun Pólsdóttir og fær undirtøku frá makkaranum.
– Tað er upp á tíðina, tí tað eru meira enn 30 ár síðani, at seinasta fuglabókin varð givin út, sigur Silas Olofson.
Jórun Pólsdóttir heldur, at neyvan verður eitt verk sum hetta loyst av í bræði, og tí er eisini hugsað um dygd og haldføri í sambandi við nýggju útgávuna, sigur hon.
Áralong verkætlan
Og tað er ikki løtuverk, sum høvundarnir hava lagt eftir seg. Verkið er góðar 1.500 blaðsíður tilsamans við teksti og prýðiligum myndum. Silas Olofson eigur og hevur tikið flestu myndirnar, og Jórun Pólsdóttir hevur skrivað tað mesta av tekstinum. Í felag og í tøttum samstarvi við forlagið Sprotan hava tey skipað tilfarið til útgávu.
Aðrar myndir eru eisini í bókini, sum myndafólk kring allan heim hava latið sum íkast. Eisini eru tekningar í bókini, sum listamaðurin Archibald Blach og Jórun Pólsdóttir hava gjørt.
Í fororðunum siga høvundarnir, at bókin er ætlað teimum, ið vilja læra meira um fuglalívið í Føroyum. Tað er uttan iva satt, men verður blaðað gjøgnum tey trý bindini, slepst valla uttan um kensluna av, at verkið er so mikið stórt og umfatandi, at tað eigur meira enn so í sær.
Verkið er haraftrat kryddað við eini fittari lummabók, eini sokallaðari fikkubók. Í henni er eitt stutt og greitt yvirlit gjørt yvir 50 fuglasløg, sum eru vanlig um okkara leiðir. Tankin aftan fyri fikkubókina er sambært høvundunum, at tað skal vera skjótt og lætt hjá teimum, sum ferðast í føroysku náttúruni, at kunna seg um og eyðmerkja fugl, sum har sæst. Men tað kann eisini vera ein snildur máti at vekja áhugan fyri fugli og blaða upp í stóra verkinum, tá ið komið er aftur av ferð millum fuglaljóð í haga.
Hóast verkið er rímiliga nýtt og kom út í fjør heyst, er hugskotið gamalt. Tað er Silas Olofson, sum eigur upprunaliga hugskotið. Hann hevur frá barnsbeini havt ógvuliga stóran áhuga fyri fugli og fuglalívi í Føroyum og hevur savnað rúgvismikið tilfar og tikið nógvar myndir.
Men fyrsti tankin um at geva tilfarið út í bók tók ikki at búnast fyrr enn í 2007, tá ið hann miðvíst fór undir at viðgera skrásetingarnar, hann longu hevði gjørt av fugli í Føroyum.
– Eg havi altíð havt stóran áhuga fyri fugli og serliga sjáldsomum fuglasløgum um okkara leiðir. Tað er ein dreingjadreymur, sum er gingin út, nú bókin umsíðir er veruleiki, sigur Silas Olofson, sum er útbúgvin gudfrøðingur, men er vorðin kendari fyri sín stóra áhuga fyri fugli.
Jórun Pólsdóttir er útbúgvin lívfrøðingur á Fróðskaparsetri Føroya og hevur tí púra natúrligan áhuga fyri náttúru og fugli. Tá ið hon fyrstu ferð hoyrdi um áhugan og tankarnar hjá Silasi, var hon ikki í iva um, at rúgvismikla tilfarið átti at verið givið út, so tað kundi koma almenninginum til góðar. Jórun gjørdist partur av verkætlanini í 2017.
Silas Olofson og Jórun Pólsdóttir hittust annars fyrstu ferð á vanganum Fuglar í Føroyum, sum er vangi á Facebook, og komu at kennast gjøgnum felags áhugan fyri fugli. Seinni møttust tey til fundir og felags túrar, sum Fuglafrøðifelagið skipaði fyri.
Og hóast áhugin er hin sami, eru tey ógvuliga ymisk av lyndi.
– Tað er synd at siga, at vit líkjast, og vit hava ógvuliga ymiskar mátar at fara til verka. Men kanska er tað í veruleikanum ein styrki heldur enn ein veikleiki og ein týðandi orsøk til, at úrslitið er vorðið so gott, sum tað er, heldur Jórun Pólsdóttir.
Hon grundgevur soleiðis fyri sínum sjónarmiði.
– Silas er ævintýrarin. Sum fuglurin á frælsum veingjum úti í náttúruni. Eg havi tørv á tryggari og fastari kørmum, sigur hon um býtið og innanhýsis fatanina teirra millum.
Silas Olofson er samdur og ásannar, at hann hevur notið ógvuliga gott av kønu hond Jórunar.
– Jórun dugir øgiliga væl at skriva og skrivar so sera væl á føroyskum. Tí hevur hon staðið fyri tí mesta av tí skrivliga og málsliga arbeiðinum, og eg havi savnað og greinað upplýsingar um fugl í Føroyum og tikið myndir. Var Jórun ikki komin upp í verkætlanina, hevði tað helst tikið munandi longri tíð at fingið bókina lidna og givna út, sigur Silas Olofson.
Jórun Pólsdóttir leggur dent á, at arbeiðið hevur verið bæði stuttligt og spennandi. Men stundum hava løturnar eisini verið krevjandi og møtimiklar, tí tað liggur eitt óvanliga drúgt og stórt arbeiði aftan fyri útgávuna.
– Í fimm ár hava vit arbeitt sera miðvíst og djúptøkið við verkætlanini. Fyri tað mesta hevur verið arbeitt í frítíðini, um kvøldarnar og um vikuskiftini. Men at enda máttu vit sanna, at skuldi útgávan gerast liðug, var neyðugt at skipa arbeiði øðrvísi og burturav hugsavna okkum um verkið og útgávuna, sigur Jórun Pólsdóttir.
Og hóast tey eru ógvuliga ymisk av lyndi, eru tey á einum máli um, at samstarvið hevur riggað avbera væl, um enn tey ikki vistu frá byrjan, at tað fór at vera eitt so umfatandi og krevjandi arbeiði.
Men hvussu er og ikki, stórverkið ’Fuglar okkara’ er nú veruleiki og prýðir hillarnar í bókasølunum.
Slær øll met
Ella ger tað nú tað?
Tað er spurningurin, tí áhugin fyri verkinum hevur víst seg at vera ovurhonds stórur millum føroyingar.
– Eg havi skilt á lagnum, at tað eru ikki so nógvar bøkur eftir, tí tær flestu eru seldar, sigur Jórun Pólsdóttir varin á máli.
– Ja, hon er næstan útseld, sigur Silas Olofson bráðræsnari.
Fakta í málinum er, at høvundarnir hava alla orsøk at fegnast og onga orsøk at smæðast burtur.
Tí sambært Jonhardi Mikkelsen, sum er stjóri í forlagnum Sprotanum, eru gott og væl 2.500 eintøk seld higartil, og tað er met.
- Tað toppar øll sølutøl, og so nógv eintøk hevur eingin onnur útgáva á Sprotanum selt, sigur hann.
Í fyrsta upplagi vórðu prentað 3.000 eintøk. Tað verður vanliga mett at vera góð søla, um 500 eintøk verða seld, og verður sølan tvífaldað, er talan um sera góða sølu, eina sukse. Tí er sølan av verkinum ’Fuglar okkara’ eitt eindømi og í serflokki, sigur Jonhard Mikkelsen, stjóri á Sprotanum.
Silas Olofson og Jórun Pólsdóttir hava tí av álvara gjørt hol í sjógvin. Tað er freistandi at siga, at tey flúgva eins høgt og fuglurin. Ella »Tú flýgur so høgt, tú kanst ei detta niður«, sum úrmælingurin Kári P sang á sinni.
Men landskend vóru tey, langt áðrenn nakað verk kom út í fjør heyst. Tað gjørdust tey í afturvendandi tátti í morgunsendingini í útvarpinum hjá Kringvarpi Føroya. Fuglatátturin av heiti.
Hugskotið átti Sjúrður Hammer, fulglafrøðingur, ið hevði fingið íblástur úr náttúrusending í bretska BBC. Hugskotið var uppi at venda á fundi í Fuglafrøðifelagnum, og har var breið semja um, at felagið átti at venda sær til Kringvarpið at vita, um áhugi var fyri slíkum tátti. Tað var tað, og restin er søga.
Silas Olofson og Jórun Pólsdóttir hildu, at talan var um spennandi samstarv, og tóku tí av møguleikanum at royna seg sum vertir fyri fuglatáttin. Og áhugin millum lurtararnar var stórur. Sera stórur.
– Vit fingu ógvuliga nógvar og góðar afturmeldingar fyri táttin, sigur Jórun Pólsdóttir, sum seinni gjørdist einsamallur vertur, tí Silas Olofson fór av landinum eina tíð.
Fuglatátturin var fastur partur av sendiskránni hjá morgunsendingini hvønn hósmorgun í eitt gott ár, men hvarv so aftur.
– Tað var stuttligt og spennandi, so leingi tað vardi, sigur Jórun Pólsdóttir.
Hon heldur, at tátturin var sum skraddaraseymaður til vertirnar, tí um sama mundið arbeiddu tey miðvíst við verkætlanini at geva út ’Fuglar í Føroyum’ og høvdu tí neyðugu vitanina beint við hondina.
Ein kærkomin vitan, sum nú er vorðin fólkaogn.
FAKTA:
Fuglar okkara er stórverk í trimum bindum og er tilsamans 1.500 blaðsíður við teksti og stórslignum myndum av fugli og fuglalívi í Føroyum.
Tað eru Silas Olofson (1983) og Jórun Pólsdóttir (1990), sum hava skrivað, tikið myndir og lagt til rættis, og forlagið Sprotin hevur givið út.
Einki bókaverk hevur selt meira á forlagnum enn ‘Fuglar okkara’. Í fyrsta upplagi eru prentað 3.000 einøk, og higartil eru 2.500 eintøk seld, og tað er met.
‘Fuglar okkara’ er triðja verkið um fuglar í Føroyum. Tað fyrsta var ‘Fuglabókin’ hjá Mikkjali á Ryggi frá 1951, og í 1990 kom onnur bókin, við heitinum ‘Fuglar í Norðurhøvum’, sum Dorethe Bloch og Søren Sørensen skrivaðu.