Katrin og fullkomnu aldurnar
Hóast Føroyar eru kringsettar av sjógvi, hevur surfing ikki verið serliga útbreitt. Men seinastu árini hava fleiri og fleiri surfarar verið at sæð á aldunum, sum bróta seg inn á strendurnar.<br />- Tað snýr seg um at finna tær góðu aldurnar, sigur Katrin W. Bærentsen, sum er ein av surfarunum
12. desember 2017

Skrivað hevur Solby Christiansdóttir
Myndir: Ólavur Frederiksen, Faroephoto
Tjørnuvík ein ísakaldan novemberdag. Tað er leygardagur, fyrrapartur, og Katrin W. Bærentsen úr Havn hevur latið seg í vátdraktina og stendur og hyggur út á víkina. Tað er ilsligt í veðrinum, og Risin og Kellingin hómast langt harúti. Vóru tey livandi, høvdu tey helst rist við høvdinum og hugsað, hvat ætlar handan sær við bretti undir arminum í dag. Men Katrin veit væl, hvat hon ætlar sær. Tað er november, sjógvurin er 5 til 8 stig og surfingarárstíðin er júst byrjað. Katrin hevur glett seg til at tveita seg út í aldurnar, sleppa sær upp á brettið at standa og so ferðast eftir sjónum við fullkomnum tamarhaldi á alduni, sum er skapað sum ein tunnil. Hvussu leingi ein tílíkt løta varir veldst um javnvágina hjá Katrini, og hvussu væl náttúran hevur skapt alduna.
Hendan dagin eru aldurnar stórar við ógvusligum hvítum skúmi, og tær eta seg langt niðan á sandin. Katrin eygleiðir og ásannar, at í dag er náttúran ikki við henni. Aldurnar eru ov harðar til at blaka seg útí, so tað verður ikki ein góður surfingardagur í dag. Men tað leggur hon ikki so nógv í, tí hon elskar at vera í sjónum, og hon tekur tað, sum hon fær, tí náttúran í Føroyum er so óútroknilig.
- Onkuntíð riggar tað og onkuntíð ikki. Vit vistu frammanundan, at tað fór at verða ivasamt í dag, so eg eri ikki bilsin ella vónbrotin, sigur hon við einum stórum brosi, meðan vindur og saltsjógvur dansa um hana á sandinum.
Surfingarævintýrið hjá 27 ára gomlu Katrin W. Bærentsen byrjar í 2008, tá ið hon er skiftisnæmingur í USA. Hon sleppur at royna seg í Santa Cruz í Kalifornia, sum er eitt satt surfara-paradís við sól, heitum og grønum sjógvi og bestu aldunum, sum aftur og aftur bróta seg inn á hvítu strendurnar.
- Eg fekk smakkin fyri tí tá, og eg haldi, at eg longu tá hevði ein lítlan tanka um tað mundi bera til at surfa í Føroyum, greiðir Katrin frá. Men tað ganga kortini nógv ár, áðrenn hon á fyrsta sinni roynir seg á surfarabretti á føroyskum aldum. Størsta avbjóðingin er at koma upp at standa og halda javnvágina á brettinum, meðan ferð er á.
Katrin dettur ofta at byrja við, men tá ið tað endiliga eydnast fyrstu ferð at vera standandi í nøkur sekund, er hon seld. Surfing hevur fingið fastatøkur á henni. So mikið fastar, at hon í 2010 fer til Costa Rica í tveir mánaðir at læra seg at surfa.
Tá ið hon kemur heimaftur, gongur tó ein tíð, áðrenn hon byrjar at surfa í Føroyum. Lítli tankin, sum hon hevði í Kalifornia í 2008, kemur ikki til lívs aftur fyrr enn í 2016, tá saknurin eftir surfing fær takið á henni.
- Eg hevði ikki møguleika til at fara uttanlands, og tá kom tankin aftur, og eg gjørdi av at royna tað. Og hóast truplar umstøður havi eg ikki angrað tað, greiðir Katrin frá.
Ein stór avbjóðing hjá surfarum í Føroyum er samansetingin av veðri og ljósi. Hon riggar stak illa. Tí um summarið eru dagarnir langir og ljósir við góðum veðri, men knapt so nógvum góðum aldum, meðan dagarnir um veturin eru stuttir við nógvum og góðum aldum, men ringum veðri.
Hetta hevur Katrin tó vant seg við í dag.
- Surfing hevur broytt mín hugburð til veðrið. Eg eri farin at elska alt árið í Føroyum, kann man siga.
Fullkomna aldan
Katrin W. Bærentsen siktar ikki høgt við síni surfing, og tað er tilvitað.
- Eg vil bara meistra tað. Eg havi ikki eitt hægri mál enn tað, tí so kann eg njóta tað meira.
Bestu surfararnir eru teir, sum hugna sær mest, sigur Katrin og leggur afturat, at hon dyrkar avslappaða lívsstílin, sum surfarar eru kendir fyri, og venjingina.
- Surfing er góð venjing. Man fær styrki og kondi av tí, og venjingin er í intervallum, sum náttúran ásetur, tí tað veldst jú um, hvussu langt tað er millum aldurnar.
Umframt góða venjing, gevur sjógvurin Katrini eina kenslu av frælsi, sum hon ikki kennir aðrastaðni frá, og hon heldur tað vera ta feitastu kensluna nakrantíð at standa á einum bretti og fáa vind og ísakaldan sjógv í andlitið og ikki minst í munnin.
- Eg eri so von við at fáa sjógv í munnin, at tá eg drekki feskt vatn, kann tað kennast løgið, flennir hon og fer at hugleiða um ta fullkomnu alduna.
- Fullkomna aldan er ein alda, sum tekur seg upp hampuliga langt úti á víkini, sum síðani brotnar í aðrari síðuni, og skapar ein vatn-tunnil. Tað minnist ikki sørt um eina domino effekt, tá aldan brotnar so líðandi, meðan hon ferðast inn móti strondini, greiðir Katrin íðin frá.
- Ein góð alda nýtist ikki at vera ein høg ella stór alda. Tað týdningarmesta er, hvussu hon brotnar, hvussu djúp hon er, og hvussu hon líðandi dýpist.
Hesar aldur verða ikki skaptar av sær sjálvum. Náttúran syrgir fyri, at streymur og vindur uppføra seg upp á ein heilt serligan máta, og so fær surfarin ta góðu alduna.
Hetta krevur, at surfarin veit um veður og vind á ymsum støðunum.
- Í Tjørnuvík er vesturætt til dømis best, tí tá krossast streymur og vindur úti á víkini, og tað skapar góðar aldur. Men er tað landsynningur, kanst tú tað sama droppa tað. Og lat meg siga beinanvegin, at sum surfari mást tú duga at avlesa sjógvin og vita um veður og vind, men tað havi eg verri enn so altíð gjørt, sigur Katrin og flennir hart, meðan hon minnist aftur á longsta dag í 2016.
Hon og ein vinmaður fingu tað hugskot at surfa á midnátt í Tjørnuvík 21. juni. Katrin hevði júst fingið sítt fyrsta surfingarbrett og gleddi seg sum ein smágenta at sleppa at royna seg í føroyskum sjógvi.
Hetta var eitt av teimum heilt vøkru summarkvøldunum í Føroyum. Stilli, turt og klárt. Har var ikki ein alda at hóma á allari víkini.
- Har sótu vit so fitt á okkara brettum. Vit róðu og svumu eitt sindur, men surfingin varð bert í tonkunum.
Órørd støð
Katrin hevur ment seg nógv sum surfari, síðani stillu løtuna handan longsta dagin í Tjørnuvík. Hon hevur lært seg um veðurlíkindini á ymsu firðunum og víkunum kring Føroyar. Bæði fyri at kunna vita, hvar tað er best at surfa og fáa góðu aldurnar, men sanniliga eisini fyri trygdina.
- Tú mást kenna náttúruna og tað, sum hon er før fyri, tá tú ferðast so nógv í henni og so tætt við hana, sum vit gera.
Umframt persónligu menningina hjá Katrini eru eisini fleiri surfarar lagdir afturat hesi árini. Tá Katrin byrjaði vóru um 10 surfarar í Føroyum, men í dag er talið í øllum førum tvífaldað.
Katrin vónar, at surfing í Føroyum fer at vinda enn meira upp á seg, men samstundis má tað ikki verða ov nógv, tí ein partur av tí at surfa snýr seg eins nógv um at finna støð, har ongin hevur verið fyrr og aldur, sum ongin hevur riðið á. So her er tað ein onnur javnvág, sum er minst líka galdandi.
- Eg havi fleiri støð, sum eg veit, ongin annar hevur roynt, men tey fari eg ikki at nevna her, tí tað snýr seg jú eisini um at verða fyrstur at surfa á einum órørdum staði, sigur hon og brosar við einum gátuførum eygnabrái.
Navn: Katrin Alis Würdig Bærentsen
Fødd: 03.04.1990
Starv: Samskiftisráðgevi á Sansum
Surfaði fyrstu ferð í Kalifornia í USA í 2008.
Surfaði fyrstu ferð í Føroyum í Tjørnuvík í 2016
Nøkur vælegnað støð at surfa í Føroyum:
Saksun
Tjørnuvík
Leynar
Húsavík
Dalur
Søltuvík
Sandvík