Supermodell av tilvild
Hann lurtar eftir Tinganesti og Vágaverki, men verður samstundis flogin kring allan heimin til myndatøkur fyri nøkur av heimsins størstu klædnamerkjum. Meðan vinmenninir enn búgva í heimbygdini Miðvági, býr hann í Nashville saman við unnustuni, sum er altjóða poppstjørna. Í mótaheiminum er 22 ára gamli Jegor Antonov Venned supermodell, men í sínum egna hugaheimi er hann bara ein vanligur bygdardrongur úr Miðvági við einum óvanligum arbeiði

8. august 2024
Greinin hevur upprunaliga staðið í Atlantic Review #2 - 2020
Skrivað hevur Uni Leitisstein Hansen
Mynd: Erla Ziskasen
"Bíða eitt sindur, so fari eg líka útum. Tað er eitt sindur av gangi her í húsinum í dag."
Orðini eigur Jegor Antonov Venned úr Miðvági, og tey verða søgd í telefonini úr USA.
"Assistenturin hjá damuni er her, og hundurin hjá okkum er eitt sindur óróligur," leggur Jegor afturat, meðan hann setur seg til rættis uttanfyri í góðveðrinum í býnum Nashville í statinum Tennessee, har hann býr.
Upp á rættiliga nógvar mátar er 22 ára gamli Jegor Antonov Venned ikki so ólíkur øðrum ungum monnum úr Miðvági. Hann gongur til konsertir við Týr, spælir PlayStation og dámar væl bygdaball og fótbólt. Jegor heldur framvegis, at MB er heimsins besta fótbóltslið, hóast tú skalt heilt aftur til tíðina, tá ið Golfkríggið herjaði í Miðeystri, Sovjetsamveldið fór í upploysn og Freddie Mercury doyði av eyðkvæmi fyri at finna seinasta dystin, liðið spældi í bestu deildini.
Men har steðgar eisini øll samanbering millum Jegor og aðrar ungar miðvingar.
Jegor Antonov Venned telist nevniliga millum fremstu mannligu fotomodellir í heiminum, og arbeiðir fyri nøkur av heimsins størstu klædnamerkir. Fert tú eitt nú inn á heimasíðuna hjá Ralph Lauren, skalt tú ikki leita leingi, áðrenn tú kemur fram á eina mynd av Jegor. Og Calvin Klein, Tom Ford, Massimo Dutti, Next Directory og H&M eru eisini millum klædnamerkini, Jegor javnan arbeiðir fyri.
Unnustan, sum er orsøkin til, at Jegor í dag býr í Nashville, er altjóða poppstjørnan Lennon Stella, sum millum annað syngur á risahittinum "Take Away" hjá bólkinum The Chainsmokers.
Siti bara og bíði
Jegor hevur hinvegin góða tíð at práta. Koronasmittan hevur lagt allan mótaheimin lamnan.
"Tað er einki arbeiði í løtuni. Alt er á pausu. Eg vænti, at production work (framleiðsluarbeiði), sum at gera filmar og lýsingar, verður nokk tað síðsta, sum fer í gongd aftur," sigur Jegor, áðrenn hann umber, at hann er dugir so illa at tosa føroyskt eftir so nógv ár í útlandinum.
Hetta er ikki heilt rætt, tí Jegor tosar eitt gott føroyskt mál, hóast ensk orð sníkja seg upp í setningarnar. Serliga fakorð, ið knýta seg at hansara arbeiði sum modell, og tað er kanska heldur ikki er so løgið, tí hetta er eitt rættiliga óvanligt yrki her á landi.
"Tað eru ikki high fashion (fínari móti) kundar, eg havi, men meira sovorðnir commercial (vinnuligir) kundar," staðfestir Jegor. "Hinvegin gangi eg ikki til casting (upptøkuroyndir) longur fyri at fáa arbeiði, og eg gangi heldur ikki til mótasýningar. Nú bíði eg, til umboðsmaðurin hjá mær ringir og spyr, um eg havi hug at átaka mær eina uppgávu. Og eg fari bara til arbeiðis, um upphæddin, eg fái bjóðað fyri arbeiðið, er nóg høg. Sigi eg ja, so møti eg upp, og so gera vit eina lýsing," greiðir Jegor brasin frá.
Men soleiðis hevur tað ikki altíð verið.
Føroyingur við russiskum ílegum
Tað var av tilvild, at Jegor Antonov Venned bleiv bæði føroyingur og modell. Tvey ára gamal flutti hann til Føroya úr Russlandi saman við mammuni, Katiu, tí tað var runnið saman millum mammuna og Finn Venned úr Miðvági.
Men hóast ílegurnar eru russiskar, kennir Jegor seg sum føroying.
"Ja, 100 prosent. Eg eri miðvingur við stórum M, og Finn (Venned) er pápi mín," svarar hann avgjørdur.
Jegor er elstur av trimum systkjum, og hann lýsir sín uppvøkstur í Miðvági sum góðan og tryggan. Hann skilti seg ikki stórvegis burtur úr rúgvuni uttan uppeftir, tí við sínum 193 sentimetrum, so er Jegor væl hægri enn føroyingar flestir. Hóast hann bleiv eitt sindur happaður í skúlanum, so er tað ikki nakað, Jegor í dag dvølur við.
"Eg tími ikki at sita og taka synd í mær sjálvum. Øll skulu gjøgnum sítt. Eg havi bara gott at siga um uppvøksturin í Miðvági," staðfestir hann.
Flutti 15 ára gamal
15 ára gamal møtti Jegor Antonov Venned av tilvild listamanninum Heiðriki á Heygum.
"Heiðrikur helt, at eg hevði góðar møguleikar at gerast modell, um eg hevði hug at royna tað. Heiðrikur spurdi, um hann kundi taka nakrar myndir av mær við telefonini og senda tær til ymiskar umboðsstovur í Danmark."
Tað var gaman í, og so gekk tað skjótt. Umboðsstovan Elite Models var áhugað og í somu viku, Jegor fekk handað fólkaskúlaprógvið, gekk hann eisini mótasýningar bæði í Paris og Milano.
Jegor lá ikki sjóvarfallið av sær, men flutti 15 ára gamal av landinum við einans dreyminum um eina yrkisleið sum modell í skjáttuni.
"Foreldrini høvdu álit á mær," sigur Jegor, áðrenn hann brestur út úr at flenna. Hann er fullvæl greiður yvir, at tað er ikki vanligt, at 15 ára gamlir, føroyskir tannáringar verða sleptir leysir í altjóða mótaheiminum.
"Eg aktaði illa, var treiskur, og gjørdi altíð sum mær lysti. Foreldrini høvdu nokk einki val, uttan at stuðla mær, tí tey vistu, at eg hevði farið kortini."
Segði ongantíð nei til arbeiði
Jegor letur tó ongan iva vera um, at hann hevði ikki klárað seg so væl innan mótaheimin uttan stuðulin frá foreldrunum. Sannleikin er, at mannfólkamodellir forvinna 75 prosent minni enn konufólkamodellir, og er modell-yrkið tað einasta, har kvinnur fáa betri løn enn menn.
"Eg helt, at tá eg fekk uppgávur fyri kend klædnamerkir sum Armani, Versace og Dolce & Gabbana, so fóru milliónirnar at streyma inn á kontuna, men har fekk eg eitt sjokk," ásannar Jegor. "Hvørja ferð eg fekk løn, so skuldu allir pengarnir gjaldast aftur til umboðsstovuna, tí sum modell rindar tú fyri alt sjálvur, eitt nú myndamappur, fyri at títt navn stendur á heimasíðuni hjá umboðsstovuni, fyri uppihald, ja, fyri alt, og tá er ofta einki eftir."
Jegor er í dag sannførdur um, at tað er næstan ógjørligt at liva av at vera modell.
"Eg áni ikki, hvussu eg havi klárað tað. Eg veit bara, at eg segði ongantíð nei til arbeiði, og so syrgdu foreldrini eisini fyri, at eg kláraði meg fíggjarliga."
Fyrsta tíðin er kám
Jegor viðgongur tó erliga, at fyrsta tíðin sum modell er eitt sindur kám fyri honum. Hann var ein 15 ára gamal drongur, ið var sloppin leysur í altjóða mótaheiminum og sum kundi gera júst, sum honum sjálvum lysti.
"Eg gjørdi alt upp á mín egna máta," greiðir hann frá, meðan tað hoyrist, at hann letur ein øl upp. "Eitt nú tímdi eg ikki at búgva í sovornum modell-íbúðum, sum umboðsstovurnar hava. Eg búði hinvegin hjá fólki, eg møtti. Summi hevði eg bara kent í eina lítla viku, áðrenn eg lá og svav á sofuni hjá teimum."
Útsøgnin hongur eina løtu í luftini, áðrenn Jegor aftur fer at flenna og leggur skemtandi afturat, at hann var ein ungur drongur, ið búði hjá ivasomum eldri monnum.
"Eg veit faktiskt ikki ordiliga, hvussu eg bar meg at. Eg fann bara út av øllum so hvørt. Hustlaði (troka / lumpa) meg ígjøgnum dagarnar, men eg endaði eisini í støðum, sum tað í dag undrar meg eitt sindur, at eg eri komin livandi frá. Millum annað búði eg í einum fátækrabýlingini í Milano í eitt hálvt ár," greiðir Jegor frá.
Heppin
Jegor Antonov Venned hevur einki eintýtt svar upp á, hvat skal til, fyri at klára seg væl innan mótaheimin. Hinvegin ávarar hann beinleiðis onnur ung móti at leypa glaðbeint avstað og satsa alt upp á eina yrkisleið sum modell á sama hátt, sum hann gjørdi.
"Heilt erligt, so haldi eg, at arbeiðið sum modell helst skal vera eitt ítrív við síðuna av lestri ella læru - eitt fíggjarligt ískoyti, eitt bonus, eitt lítið gig. Tú skalt ikki satsa alt upp á at vera modell," ávarar Jegor.
Orsøkin er, at tú hevur onga ávirkan á tínar møguleikar at klára teg væl sum modell innan mótaheimin.
"Tú kanst verða heppin, eins og eg var tað og brádliga blíva trendy (modernaður) og fáa momentum (viðgongd). Men tað eru altso bara umleið 50 mannfólkamodellir kring heimin, sum eru í somu støðu sum eg og kunnu liva av at arbeiða sum fotomodell."
Andlitið hjá Ralph Lauren
Serliga klædnamerkið Ralph Lauren hevur verið avgerandi fyri yrkisleiðina hjá Jegor. Fólkini aftanfyri Ralph Lauren brúka nevniliga tær somu modellirnar umaftur og umaftur.
"Tað kennist sum ein lítil familja, tá ið vit hittast. Tað er eitt sindur torført at greiða frá, men tú verður snøgt sagt andlit hjá merkinum, so har var eg ótrúliga heppin, tí tað eru sera fáar modellir, ið fáa ein sovorðnan kjans."
Jegor veit heldur ikki, hví tað bleiv júst hann, ið fekk møguleikan hjá Ralph Lauren.
"Eg fór til eina casting (upptøkuroynd), men tað vóru ongar ábendingar um, at tey vóru áhugað, tí eg hoyrdi einki aftur frá teimum í eitt heilt ár. Men so ringdu tey brádliga ein dagin og spurdu, um eg kundi gera eina lýsing fyri tey. Myndatøkan gekk ordiliga væl, so í dag geri eg millum 20 og 30 lýsingar um árið fyri Ralph Lauren."
Eingin tímir eitt grenj
Hóast tað eru onnur, ið gera av, um tú kanst brúkast sum modell, so hevur tú ávirkan á eitt, heldur Jegor, og tað er títt egna arbeiðssiðalag.
"Eg leggi meg eftir at vera fólkaligur, góður at umgangast og yvirhøvur lættur at arbeiða saman við. Og so geri eg tað, eg verið biðin um. Tað er í grundini tað einasta, tú kanst gera fyri at ávirka tínar møguleikar sum modell, tí eingin tímir at arbeiða saman við einum grenji."
Stóri spurningurin er eisini, hvørji kynstur eru neyðug at duga framman fyri myndatólinum fyri at gerast toppmodell. Men heldur ikki har finst nakar frymil, staðfestir Jegor.
"Tað veldst nógv um, hvat fyri slag av shoot (myndatøku), tú ert til. Ofta snýr tað seg bara um at vera so natúrligur sum yvirhøvur gjørligt framman fyri myndatólinum. Tú skalt ikki síggja út, sum tú roynir ov nógv. Men til onnur shoots skalt tú standa og posa (skapa sær), og har má eg viðganga, at tá freestyli eg bara, tað vil siga, at eg geri sum best ber til. Men tað hjálpir, um tú hevur gott sjálvsálit og kennir teg væl framman fyri myndatólinum."
Nógvar freistingar
Jegor ger einki serligt fyri at halda seg í venjing, og hann er heldur ongantíð biðin um at klænka seg ella nakað sovorðið. Tað hoyrist javnan um mótaheimin, at hann er rættiliga ráur í so máta.
"Eg eri bara langur og klænur og síggi nokk so vanligur út, og tey klædnamerkini, eg arbeiði fyri, brúka heldur ikki modellir við fitnesskroppum. Tú skalt bara síggja væl út í einum klædningi og í vanligum klæðum."
Mótaheimurin er eisini tiltikin, tá ið tað kemur til tað villa lívið við rúsdrekka og rúsevnum. Jegor Venned ynskir ikki at fjala út yvir, at hann kennir væl ta meira døkku síðuna av mótaheiminum.
"Tað er øgiliga skjótt hjá ungum fólkum, sum koma inn í mótaheimin, at falla fyri freistingini og byrja at taka rúsevnir, tí tey síggja fólk, ið tey halda vera kul, gera tað. Tú vilt jú gjarna hoyra til og blíva góðkendur. Nógv ung halda eisini, at tey fara at síggja heimin upp á ein annan og betri máta, um tey taka rúsevnir, men sannleikin er, at einki broytist, tá ið tú tekur rúsevnir."
Sjálvur er Jegor Antonov Venned farin at meditera, síðan hann møtti unnustuni, sum hvørki roykir ella drekkur.
"Tað er ein øðrvísi og sunnari máti at sissa seg upp á aftan á ein langan og kravmiklan arbeiðsdag, tí alt tað, tú leitar eftir, kanst tú finna í tær sjálvum. Tú hevur ikki fyri neyðini at leita eftir nøkrum grundleggjandi í býarlívinum. Í síðsta enda snýr tað seg um at finna seg sjálvan og sín egna samleika," hugleiðir Jegor, sum ljóðar væl eldri enn tey 22 árini, hann júst er blivin.
Vil búgva í USA
Jegor Antonov Venned ætlar sær ikki at blíva gamal í modell-yrkinum.
"Beint nú eri eg ungur, og tað gongur væl, so eg ætli mær at ride it out (halda fram) til eg eri okkurt um 26 ár," sigur hann. "Tað kennist eins og eg havi gjørt hetta alt lívið, tí eg var so ungur, tá eg byrjaði. Eg royni at savna so nógvan pening saman sum yvirhøvur gjørligt, áðrenn eg fari at gera íløgu í okkurt annað virksemi."
Hvat hetta ‘annað’ verður, veit Jegor ikki enn. Men heilt frá barnsbeini hevur hann droymt um at vera sjálvstøðugur vinnurekandi og eiga matstovur og sovorðið, men um tað verður júst tað, veit hann ikki í dag. Tað einasta, Jegor veit, er, at tað verður í USA.
"Eg ætli mær at búgva í USA. Tað havi eg altíð ynskt mær. Møguleikarnir her eru bara so nógv betri til at fara í holt við okkurt business (vinnuligt virksemi) her."
Einasta føroyska supermodellin í altjóða mótaheimin heldur seg á ongan hátt vera nakað serligt. Í hansara hugaheimi er hann bara ein vanligur bygdadrongur úr Miðvági við einum óvanligum arbeiði.
Unnustan hevur júst keypt hús ein tíma uttan fyri Nashville, so nú gleðir Jegor seg til sleppa at gera okkurt til nyttu í sambandi við flytingina.
"Tað eru dreymahúsini hjá okkum báðum við stórum garði og øki rundan um, har tað ber til at hava hestar og sovorðið," greiðir Jegor frá við eldhuga í røddini, áðrenn hann brestur út úr at flenna. "Trupulleikin er, at eg ræðist hestar sum ber pestin, men kanska tað verður øðrvísi, tá eg eigi teir sjálvur."
FAKTA um Jegor
Hædd: 193 cm
Bringa: 96 cm
Miðja: 76 cm
Brókalongd: 85 cm
Kragalongd: 37 cm
Ermulongd: 89 cm
Klædningsstødd: L
Skógvastødd: 45
Hárlitur: Brúnur
Eygnalitur: Brúnur