Tað er ein vakurleiki í sorgblídninum
Hansara stílur er eyðkendur. Hvørt tað eru sjónbandaløg, stuttfilmar ella ræðufilmar, eru teir eyðkendir við einum heilt serligum stíli, ið er merktur av dramatikki og sorgblídni. Og so er kvinnan sum oftast í sentrum í hansara verkum. – Eg havi kent nógvar sterkar kvinnur, og persónliga haldi eg kvinnur sum evni vera meir spennandi at arbeiða við enn menn, sigur Heiðrik av Heygum.
9. mars 2017

Skrivað hevur Eilen Anthoniussen
Myndir: Tróndur Dalsgarð
33 ára gamli Heiðrik av Heygum er filmsskapari. Ein av teimum heilt fáu føroyingunum við útbúgving sum leikstjóri. Serliga hevur hann lagt nógva orku í tær styttru søgurnar sum til dømis ræðu-stuttfilmin Skuld, ið hann vann ein Geyta fyri í 2014. Men eisini innan sjónbandaløg hevur hann víst seg sum dugnaligan filmsskapara, og hevur hann eitt nú gjørt sjónbandaløg fyri Eivør, Orku og Byrtu. Hvørt tað eru stuttfilmar, sjónbandaløg ella dokumentarfilmar, er stílurin ikki til at taka feil av. Í roynd og veru kann sigast, at sjálvur stílurin er hansara eyðkenni. Sambært honum sjálvum er hann nostalgikari, romantikari, og í heila tikið hevur hann ein alsk til farnar tíðir.
- Eg eri uppvaksin við gomlum myndum, sum mamma mín fortaldi mær um. Hon fortaldi mær um klæðini og stílin, og hvussu mann livdi fyrr. Og so minnist eg, hvussu tað varð tosað um okkara søgu, sagnir og so framvegis. Tá eg fór til ommu mína, hoyrdi eg hana tosa við aðrar konur um fólk, sum doyðu ella gingu burtur á dramatiskan hátt, og tey, sum sótu eftir. Tað var eitt djúpt sorgblídni yvir tí. Í heila tikið hugsi eg, at sorgblídnið kemur inn við móðurmjólkini, at tað er ein partur av at vera føroyingur. Í allari føroyskari list finnur tú henda dapurleikan, ið eyðkennir sorgblídni. Og tað er ein vakurleiki í sorgblídninum.
Hann heldur, at eldra ættarliðið av føroyingum eru øgiliga romantiskt í sínari tilgongd.
- Tak bara facebook-bólkarnar ”Gamlar myndir úr Havn” ella ” Foreiningin til bevarilsi av tí gamla Havnasproginum”. Man er so afturlítandi. Eg haldi, at Føroyar upplivdu eina ekstrema mentanarliga broyting í 1980-árunum. Tá kom sjónvarpið, flúgvarin og harvið altjóða sambandið, og tí er tíðin áðrenn so glorifiserað.
Alt var so vakurt
Heiðrik er barn av 1980-árunum og er uppvaksin við MTV og videofilmum. Hann hevur ein veikleika fyri amerikanska filmsídnaðinum, og serliga teir góðu dagarnir í 1960-árunum hava sett síni týðiligu fingramerki á hansara egnu list.
- Gjøgnum mín barndóm og ungdóm havi eg hugt nógv eftir Hollywood-filmum, og eg elskaði til dømis Marilyn Monroe sum ikon og sangleikin Sound of Music, og yvirhøvur alt hatta tíðarskeiðið í filmi. Alt var so vakurt í 1960-árunum, alt snúði seg um flatuna. Og tað kann eg relatera til.
Í sjónbandalagnum, sum hann hevur gjørt fyri íslendska tónleikabólkin Bloodgroup, verður eitt tríkantsdrama sett í spæl, har eina kvinnan stjelur mannin frá hinari við at myrða hina kvinnuna. Og fyri at sannføra mannin, letur hon seg í ein parykk, so maðurin skal vilja hava hana. Hann flennir, tá vit tosa um tað.
- Tað er hatta melodramatiska, sum altíð hevur hugtikið meg, serliga tað óhugnaliga svart-hvíta Hitchcock-universið.
Sjónbandaløgini doyðu, tá internetið tók yvir. Men tey havi fingið eina uppreisn við youtube, tí tað er vorðið lætt hjá øllum at fáa fatur í einum góðum myndatóli. Fólk kunnu gera so nógv kreativt við einføldum amboðum.
- Eg elskaði MTV og serliga Bjørk. Eg hugdi umaftur og umaftur eftir hennara sjónbandaløgum og droymdi um at sleppa at gera tað sama. Hennara myndaunivers var nakað heilt fyri seg, og tey hava heilt víst verið til stóran íblástur fyri mítt arbeiði. Hjá mær hoyra myndir og tónleikur saman. Eg síggi sjónbandaløg sum eina leinging av sjálvum lagnum. Tú kanst ímynda tær tað sum myndprýðing av einari bók. Tá eg arbeiði við myndum, hugsi eg um tónleik, og tá eg arbeiði við tónleiki, hugsi eg í myndum.
Nógvar góðar kvinnur
Kvinnur ganga aftur sum ein reyður tráður bæði í filmum og sjónbandaløgum hjá Heiðriki. Hann hevur arbeitt fyri og saman við kvinnum sum Eivør, Guðrið Hansdóttur, Gretu Svabo Bech, og sjónleikarin Sofía Nolsøe er ein av hansara yndiskvinnum til at geva tí dramatisku søguni lív. Fyri hann er tað ikki so tilvitað, at kvinnurnar fylla so nógv í hansara filmum.
- Men eg havi havt góðar kvinnur rundan um meg gjøgnum mín uppvøkstur. Fyri meg eru kvinnurnar lættari at arbeiða við, tí tær hava eitt sterkari samband við sínar kenslur. Øvut tykjast føroyskir menn at hava ein macho-leiklut at liva upp til. Ein leiklut, sum kanska ikki er so viðkomandi longur.
Gaman í. Heimsmyndin er nógv broytt síðan 1980-árini, men hóast konservatisman hevur mist takið í okkum, eru týðilig spor at hóma frá henni. Eftir hansara sannføring er føroyska samfelagið innrættað eftir einum gomlum modelli, har konservativu kynsleiklutirnir í stóran mun trívast enn.
- Føroyar eru eitt mansdominerað samfelag, har maðurin er forsyrgjarin og kvinnan tann undirbrotliga. Tað er eitt modell, ið ikki er tíðarhóskandi í dag. Eg meini, hvør maður kann ikki tosa um sínar kenslur í dag? Men henda avoldaða tankagongdin er framvegis dominerandi í Føroyum, og tí hava vit trupulleikar av homofobi til dømis.
- Kvinnurnar harafturímóti. Tað eru tær, sum hava fingið familjurnar at rigga. Tær hava nakrar savnandi eginleikar til at skapa eitt trygt heim og ein tryggan barndóm. Og persónliga haldi eg kvinnur vera eitt meir spennandi evni at arbeiða við enn menn. Tær rúma meira. Lata seg føla meira.
Set Hollywood millum seyðin á bønum
Heiðrik av Heygum telist millum okkara mest virknu listafólk. Tá hann ikki arbeiðir við filmi, arbeiðir hann við tónleiki ella myndlist. Eitt óvanliga kreativt og virkið menniskja, ið brennir fyri at fortelja søgur í einum skapi ella øðrum. Hansara listaliga vørumerki er ein herlig blanding av Hollywood, Hitchcock og føroyskum sagnum og ævintýrum, sum hann umskapar til egnar søgur.
- Eg havi altíð verið bergtikin av ævintýrum. Alt er so vakurt í ævintýrunum, men søgan hevur altíð ein myrkan botn. Til dømis sum Nykurin, ið stjól børn í haganum. Náttúran verður lýst so vøkur, men alt er samstundis so myrkt og órørt. Tí dámar mær væl at taka nakað frá Hollywood og seta tað mitt á bøin saman við seyðinum. Mitt millum alt tað, sum vit kenna sum heimligt her í Føroyum.
Íblásturin frá sagnum og ævintýrum sæst týðiliga aftur í verkunum hjá Heiðriki. Serliga týðiliga sæst tað í sjónbandalagnum ”Aldan Reyð” hjá Orku, ið gongur fyri seg í føroysku nattúruni. Ein genta verður tikin av huldufólki og hvørvur inn í ein stein, meðan bygdarfólkið heldur til beins niðan í tokukenda hagan.
- Omma mín plagdi at siga, at onkur hvarv, tá okkurt ófrættakent var hent onkrum. Eg haldi, at tað var ein máti at forklára ræðulig ting fyri sær sjálvum uppá.
Henda tøgnin, henda angistin fyri at tosa um viðkvom evni í Føroyum, er nakað ið Heiðrik vil gera upp við. Og her kann listin gera sítt fyri at flyta mørk.
- Hví tora vit ikki at tosa um evni sum misnýtslu av børnum ella samkynt hjúnalag? Tað er jú einasti mátin at fáa bilbugt við ting. Fyri meg er list ein góður máti at arbeiða við einum truplum evni.
Lat hann vera glaðan
Persónliga hevur Heiðrik havt tað trupult gjøgnum sín uppvøkstur, tá hann sum barn og ungur kendi, at hann ikki passaði inn í samfelagsnormin. Hansara nýggjasta útgáva Funeral snýr seg um uppgerðina við júst henda partin av hansara lívi. Higartil hevur hann gjørt sjónbandaløg til trý av teimum 10 løgunum á útgávuni, og ætlanin er at gera eitt sjónbandalag til hvørt lag.
- Útgávan er persónlig og skal síggjast sum ein isolerað verkætlan. Við Funeral leggi eg nøkur ting frá mær og lovi øðrum framat. Míni temu á útgávuni eru ein refleksjón av mínum uppvøkstri. Eg geri upp við nøkur ting og við nakrar frustrasjónir frá mínari søgu.
Sjónbandaløgini skulu sjálvsagt avspegla løgini á nýggju útgávuni. Til lagið ”Boy”, hevur hann gjørt eitt vakurt sjónbandalag við einum smádrongi, sum hevur leitað sær til sítt goymistað – úti í føroysku nattúruni, sjálvandi – við sínum kufferti, har hann goymir síni perlubond, kjóla og smyrsl. Søgan handan lagið er syrgilig og tekur støði í einari veruligari hending um forfylging av samkyndum í Føroyum.
- Mítt mál var at vísa, at drongurin var glaður í hasum kjólanum hasa løtuna. Lat hann sleppa at vera glaðan. Lat børn sleppa at vera børn og at vera tey, tey ynskja.
Her havi eg míni trauma
Sum listamaður er Heiðrik sera tilvitaður um sína listaligu dagsskrá, og hvønn týdning hon kann spæla í samfelagskjakinum, og hvørji mørk hon kann vera við til at flyta.
- Eg síggi uppgerðina við konservatismuna sum eitt stórt tema innan føroyska list í dag. Tey ungu vilja viðgera tey viðkvomu evnini. Og tað er umráðandi hjá okkum listafólki at fáa tey eldru at lurta.
Heiðrik telist millum tey listafólkini, ið líka sum eitt nú Sakaris Stórá byrjaðu sína yrkisleið í vøgguni hjá filmsfelagnum Klippfisk. Síðan hevur hann tikið útbúgving sum filmsleikstjóri á Super16 í Keypmannahavn, og í løtuni ger hann seg lidnan við sína kreativu útbúgving á Listaháskúlanum í Reykjavík. Hann brúkar nógva tíð í luftini, tá hann ferðast heim at arbeiða ella út í stóru verð at umboða síni verk.
- Hetta er eitt strævið arbeiði, og tað er so dýrt at gera film. Eg royni altíð at brúka so lítið av pengum sum gjørligt. ”Red Hair” kostaði til dømis 100 krónur at gera. Men okkurt annað hevur kostað 3.000 krónur, og uppaftur okkurt annað 20.000 krónur ella meir. Og hetta eru smáar framleiðslur, sum eg fái vinir at hjálpa mær við, og sum arbeiða ókeypis. Skuldi eg gjørt tað upp í arbeiðstímum til mín sjálvs, hevði tað als ikki borið til. Hetta er ikki ein yrkisleið, man velur fyri pengarnar ella bara til stuttleika.
Tá hann verður liðugur við sjónbandaløgini til Funeral, fer hann í holt við ein ræðufilm. Óhugnaligi stuttfilmurin Skuld hevur vakt stóran ans millum onnur filmsfólk umvegis filmskanalirnar Youtube og Vimeo, og tað gekk stutt tíð, til hann fekk samband við onnur filmsfólk, ið ynsktu at samstarva um næsta ræðufilmin. Og hann skal takast upp í Føroyum.
- Føroyar eru mínar røtur. Føroyar eru landið, sum eg kenni best. Tað er eisini her, eg havi míni trauma. Hetta er mítt grundarlag. Tað góða við Føroyum er, at tær eru so vakrar. Føroyar hava allar karmarnar, eg ynski mær at arbeiða í fyri at kunna fortelja mínar søgur.
Fakta:
Heiðrik av Heygum hevur tikist við so ymiskar listagreinar sum stuttfilmar, dokumentarfilmar, sjónvarpslýsingar, sjónbandaløg, fløguhúsar, myndlist og tónleik.
Millum virðislønirnar, ið Heiðrik hevur vunnið, eru stuttfilmurin Mítt rúm (2009), ið hann vann við á norðurlendska ungdómsfestivalinum NUFF, ein FMA-virðisløn fyri sjónbandalagið ”Rain” (2014) hjá Eivør, og fyri Skuld vann hann eina Geyta-virðisløn fyri besta stuttfilm.
Útgávan Funeral varð tilnevnd í seks út av 13 tilnevningum, har av ein tilnevning var fyri sjónbandalagið ”Change of Frame”.