Skip to main content
Atlantic Airways Logo

Rithøvundur var ikki mín upprunaliga ætlan

Tað er ikki fyrr enn nýliga, at Elin á Rógvi av álvara er farin at kalla seg rithøvund. Upprunaliga var tað ikki tað, hon ætlaði. Men í roynd og veru kundi hon ikki lata vera. Har var ov nógv, ið mátti út. – Eg minnist, at eg hevði eina diskettu, og har stóð ‘Plan b’ á. Tað var í roynd og veru plan b, at eg setti meg at skriva, sigur Elin á Rógvi

Rithøvundur var ikki mín upprunaliga ætlan

16. oktober 2025

Hendan greinin hevur upprunaliga staðið í Atlantic Review #1 í 2025. 
Skrivað hevur Ingrid Bjarnastein / Mynd: Tróndur Dalsgarð 

Hon hevur skrivað alt tað, hon minnist. Heilt frá hon var smágenta. Seinni hevur hon funnið smáar bøkur, ið hon sjálv hevur skrivað. Um hundin. Smáar yrkingar. Søgur. Serliga um ketturnar.  So tað skapandi hevur altíð verið har. 

Men hóast hennara fyrsta útgáva kom út fyri 20 árum síðani, og hon hevur skrivað fleiri bøkur, leikir, útvarpsleikir og annað, so hevur Elin á Rógvi ikki sagt seg vera rithøvund. Ikki fyrr enn nú. Heilt ítøkiliga aftaná, hon síðst í august varð heiðrað við Barna- og ungdómsbókmentavirðisløn Útnorðurráðsins. 

– Eg havi altíð bara sagt, at mær dámar væl at skriva. Men nú havi eg gjørt av, at eg kalli meg rithøvund. Eg havi ikki gjørt tað fyrr, men um eg ikki taki meg sjálva fyri fult, hvør skal so gera tað? spyr Elin á Rógvi, sum í dag er 48 ára gomul.  

Fyrrverandi smæðin
Elin stendur aftan fyri eina perlurøð av útgávum til børn og ung. Umframt at hon í sínum borgaraliga starvi á barnaøkinum hjá Kringvarpinum eisini hevur staðið fyri eini ørgrynnu av tilfari til børn og ung bæði í útvarpi og sjónvarpi. Vit hava sæð hana á palli, bæði sum sjónleikara, vert til konsertir hjá Føroya Symfoniorkestri og nógv annað. 

– Upprunaliga eri eg sera smæðin, sigur Elin og smílist. – Ella kanska tú kanst siga ‘fyrrverandi introvert’? Tí í veruleikanum eri eg meira introvert enn ekstrovert, og sum barn var eg ónátúrliga smæðin, men tá ið tú so fært sovorðin arbeiði og uppgávur sum eg, so sær mann meg ikki sum smædna. Men eg eri ikki týpan, sum bjóði meg fram, tí tað tori eg ikki. Eg má skumpast ella nudge’ast til at átaka mær uppgávur, og ofta eru tað onnur, ið kenna meg, ið bjóða meg fram ella vísa á meg til uppgávur.

Hóast hon sigur seg vera smædna og ikki vera týpan, sum bjóðar seg fram, er hon ikki bangin fyri at siga sína meining. 

– Tú veitst, hvar tú hevur meg. Tað er ruddiligast bara at vera erlig, og eg sigi mína meining, har eg eri. Onkuntíð kann tað tó vera ein vansi at siga sína meining. Onkuntíð er tað nógv snildari at fara við streyminum og sýnast við tí, sigur hon og flennir varisliga. 

Tann kreativa í familjuni
Elin á Rógvi er uppvaksin við foreldrum og tveimum beiggjum á Argjum. Beiggjarnir, Kári á Rógvi, sáli, og Heri á Rógvi, fóru tann meira akademiska vegin. Kári sum løgfrøðingur og professari og Heri sum búskaparfrøðingur. Pápi Elina var bankastjóri og mamman sjúkrarøktarfrøðingur. So karrieruvalið og áhugamálini hjá Elini vóru rættiliga ólík teimum hjá restini av familjuni. 

– Fyri tað fyrsta var eg genta og hinir báðir dreingir, og so var eg kreativ samanborið við teir og pápa mín, so uppá nógvar mátar passaði eg als ikki inn. Teir hava altíð tosað um politikk og samfelagsviðurskifti sum heild við døgurðaborðið. So eg eri ikki úr einum listarligum heimi sum so, hóast tey hava havt áhuga fyri list, lisið fyri okkum, greiðir Elin frá. 

Tó hevði Elin ein abba, sum var listamaður. Hann hevur eitt nú gjørt standmyndina, sum stendur á Glaðsheyggi í Havn, og hann skrivaði eisini sjónleikir. 

- Kanska tað kreativa hevur lopið eitt ættarlið um? Tað kreativa hevur fyri mítt viðkomandi altíð verið har. Eg haldi ikki, at eg nakrantíð havi hugsað um tað sum so. Tað var bara nakað, eg gjørdi. Eg visti heldur ikki, at eg dugdi tað, sigur Elin. 

Umframt altíð at hava skrivað og krutlað søgur og yrkingar í notesbøkur hevur Elin á Rógvi eisini fingist við tónleik og sjónleik. Hon hevur eisini skrivað fleiri sjónleikir, eitt nú ‘Sangur í mjørka’, ið var ein kapping hjá Havnar Sjónleikarafelag, har tað ráddi um at gera ein sangleik við barnarímum eftir Hans Andrias Djurhuus. 

– Eg fekst nógv við sjónleik fyrr. Og eg elskaði tað! Tá ið eg fór í Sjónleikarhúsið, kendi eg meg heima beinanvegin. Og tá ið eg stóð á palli fyrstu ferð, minnist eg, hvussu skelkað øll vóru, sum kendu meg, tí eg var jú so smæðin. Men ikki á pallinum, sigur Elin flennandi. 

– Eg haldi, at tað er tí, at eg havi hugsað nógv um figurin, leiklutin, sum eg skuldi spæla. Eg havi bygt eina søgu upp í høvdinum um leiklutin, hví hon mundi gera, sum hon gjørdi, og ímyndað mær, hvussu hon hevði sagt tingini. 

Elin helt nógv til í Sjónleikarhúsinum eisini sum tannáringur, og tá ið hon gekk í studentaskúla í Hoydølum. 

– Fyri meg var tað tó ein avbjóðing at ‘sleppa av við’ alt tað listaliga. Tað er ringt at spæla sjónleik einsamøll, og tí fann eg aftur til skrivingina, men ætlaði einki við tí uttan til mín sjálvs. Eg hevði bara so nógv, sum eg mátti av við. 

– Eg sá ikki tað, eg gjørdi, sum nakað serligt, og í roynd og veru havi eg blakað tað mesta burtur. Men tað var mín máti at vera til. At reflektera og viðgera. 

Byrjanarskotið
Fyri skjótt tveimum áratíggjum síðani fekk Elin á Rógvi starv í barnaútvarpinum hjá Kringvarpi Føroya. Hon skuldi gera barnasendingar, og í tí sambandi gjørdi hon research og las nógvar barnabøkur. 

– Men eg fann ikki rættiliga nakað, sum eg helt hóskaði seg væl til miðilin. So eg hugsaði bara, at eg skrivi líka eina skjóta krimi til barnaútvarpið, minnist Elin, og hon so gjørdi. Eyðfinn Jensen setti ljóð til, og krimisøgan ‘Mánalýsi’ varð send í barnaútvarpinum. 

– Eg haldi ikki, eg hugsaði so nógv um, at eg í roynd og veru skrivaði eina heila bók, og eg helt als ikki, at eg var nakar rithøvundur. Tað var meira: ‘hetta var bara ein skjót krimi’. 

Stutt eftir var ein norðurlendsk kapping um at skriva eina nýggja bók. Kappingin var dulnevnd, so Elin gjørdi av at senda handritið til ‘Mánalýsi’ inn til kappingina. Og hon gjørdi ikki mætari enn at vinna, og bókin varð givin út á føroyskum, donskum, grønlendskum og samiskum. 

– Hetta merkti so eisini, at eg onkursvegna varð blást út úr skápinum sum rithøvundur, hóast eg framvegis ikki kallaði meg fyri rithøvund. Eg varð noydd út í verðina við mínum tilfari. Eg ivist eisini í, um eg nakrantíð hevði komið út við mínum arbeiði, um eg ikki hevði fingið starv í Kringvarpinum, heldur Elin hugsanarsom fyri. – Ella jú, kanska. Nei, eg veit ikki! 

Aftan á ‘Mánalýsi’ skrivaði Elin nógv ‘roks og fjas og sovorðið stuttligt’, sum hon sjálv tekur til. Men so gav hon sær sjálvari eina avbjóðing. 

– Eg skuldi skriva okkurt, sum ikki var stuttligt. Tað var eisini ein roynd hjá mær sjálv at finna út av, um eg dugdi at skriva, ella um eg bara dugdi at roksa og vera stuttlig. Úrslitið gjørdist Nivinaja (útvarpsjólakalendari, red.). 

– Tað var heilt fantastiskt ikki at sleppa at vera stuttlig. 

Er tað stuttliga nakað, sum tú hevur brúkt at krógva teg aftan fyri? 

– Tað er tað klárt! So at geva mær sjálvari hesa avbjóðingina, sum eingin annar visti av, var spennandi og áhugavert at royna. Tá ið tú arbeiðir nógv einsamøll, so kann tað at seta tær sjálvari eina slíka avbjóðing vera kveikjandi. Eg haldi, at tað hjálpir mær og ger meg kreativari, fær meg at kanna ymiskt, og tað hevur verið gevandi fyri meg, fortelur rithøvundurin. 

Elin leggur nógv fyri, tá ið hon skrivar. Ein rúgva av forarbeiði liggur aftan fyri hvørja bók, og hon ger nógv research og samrøður við fólk. 

– Eg eri nokk so nørdut. Eg elski research og at kanna. Eg lesi og granski, geri samrøður við børn og vaksin um evnini, og tað, haldi eg, er ordiliga stuttligt. Til dømis tá ið eg skuldi skriva, at streymurin fór í ‘Flytifuglum’, mátti eg kanna, hvussu tað yvirhøvur ber til – og hvussu tað kann henda í veruleikanum.

Men upprunaliga var hetta nørduta, skrivandi arbeiðið ikki tað, hon ætlaði. 
– Eg royndi alt møguligt annað, men tað riggaði ikki, tí eg føldi, at har var ov nógv, sum mátti út. Eg minnist, at eg hevði eina diskettu, og har stóð ‘Plan b’ á. Tað var í roynd og veru plan b, at eg setti meg at skriva. 

At miðla til børn
Alt tað, sum Elin framleiðir, er onkursvegna ætlað ella vent móti børnum og ungum, hóast vaksin meira enn so eisini kunnu lesa og kenna seg aftur í hennara bókmentum. 

Spurd, hvat tað er, ið tiltalar hana við at miðla til børn, svarar hon skemtandi: 

– Eg havi ongantíð torað at miðlað til vaksin! Nei tvætl, børn eru bara stuttligari! Mín hugburður er, at tú skalt vera í eygnahædd við børnini; ikki tosa niður til tey. Og tað vísir seg eisini, at tá ið tú tekur tey meira álvarsomu tingini upp, so eru kenslurnar hjá børnum eins stórar og viðkomandi og hjá vaksnum. 

– Tað er eisini stuttligt at taka børn í álvara. At vera har, sum tey eru – og sjálvandi eisini roksa við  tey. Sjálv minnist eg væl allar kenslurnar gjøgnum mín barndóm, og tí dugi eg væl at seta meg inn í teirra støðu. Kanska er tað tí, at eg dugi væl at miðla til tey? spyr Elin hugsanarsom. 

Hesi árini Elin hevur fingist við barnaútvarp og barnabókmentir, er heimurin nógv broyttur. Tøknin hevur gjørt innrás, og kappingin frá útlendskum stroymingartænastum og tøknirisum merkist. So tað kann vera torført at halda seg viðkomandi hjá børnum og ungum í dagsins samfelag. 

– Ja, tað er forbiðið ringt, tí heimurin hjá teimum broytist so nógv alla tíðina. Men summar søgur eru universellar og evnini klassisk, og tær nýtist ikki neyðturviliga at fylgja við tíðini fyri at skriva eina góða søgu. Tað sigur seg tó sjálvt, at um tú vilt skriva ein bók til børn og ung í dag, mást tú skilja, hvar tey eru á telefonini, og hvussu tey samskifta. 

Elin vísir á, at summir rithøvundar gera sær ómak við ikki at nevna t.d. ávísar appir, sum eru nógv frammi í løtuni, fyri at søgan kann liva longur. 

– Tað geri eg ikki. Fyri meg er tað týdningarmesta, at tey, ið lesa, kenna seg heima í mínum søgum, og forteljingin skal følast nærri enn ein søga úr Svøríki ella USA. Ein bók er eitt sindur sum ein sjónleikur, sum er eina løtu, og so er hann burtur aftur. So fyri meg ger tað einki, um ein søga bara er ordiliga aktuell í eini fimm ár. Eg vil bara fortelja eina góða søgu, eisini um tað er um okkurt, sum bara er júst nú, hugleiðir hon. 

At hitta lesaran
Nýggjasta bókin, ‘Flytifuglar’, er ein spennandi krimi, sum millum annað eisini snýr seg um at vera tilflytari. Bókin er vorðin væl móttikin, og tað fegnast Elin sum vera man um. 
Tað er eisini ein serlig kensla at fáa bókina millum hendurnar, eftir at hon fyri tað mesta hevur búð í høvdinum á Elini. 

– At halda í eini bók og hyggja ígjøgnum hana fyrstu ferð er fantastiskt. Tað følist so merkiliga konkret, tí ofta er tað fleiri ár aftan á, at hugskotið av fyrstantíð kom, og tá siti eg vanliga og arbeiði við onkrum heilt øðrum. Tað er eitt sindur sum at fáa vitjan av einum gomlum vini og halda einum nýføðingi í senn, greiðir hon frá og leggur afturat:  

– Eg haldi, eg eri heppin at sleppa at økja um bókarúgvuna og útboðið av føroyskum bókum til føroyskum børn.

Og so er tað eisini ein heilt serlig kensla at sleppa at hitta lesararnar, tá ið bókin endiliga fær sítt egna lív. Føroyar lesa átakið hevur m.a. skipað fyri rithøvundavitjanum, har skúlar hava kunnað bílagt sær eina vitjan frá einum rithøvundi. Elin hevur í hesum sambandi verið úti í nógvum skúlum, og tað hevur henni dámað væl. 

– Rithøvundavitjanirnar hava verið eitt sera gott átak, tí tað hevur verið so áhugavert og stuttligt at uppliva, hvat lesararnir hava fingið burtur úr bókini, og at síggja og hoyra, at tey eru so engasjerað í tí, eg havi skrivað. Og tað er júst hetta afturljóðið frá lesarunum, sum mær hevur manglað, so hesar vitjanirnar hava verið ordiliga góðar. 

Umframt at vitja flokkar og skúlar við átakinum hjá Føroyar lesa arbeiðir Elin framvegis við barnatilfari og barnaútvarpi í Kringvarpinum, og so skrivar hon. 

– Eg haldi fram við at skriva, tí her er framvegis nógv, sum má út. Um onkur tímir at lesa tað og geva tað út, so er tað frálíkt, men annars, so skrivi eg bara og blaki burtur, sum eg plagi. Tað er ein tilgongd fyri meg at skriva og blaka burtur. Tað er verri enn so alt, sum er nóg gott til at goymast, men tað skal út og tænir sostatt sínum endamáli fyri meg, sigur Elin á Rógvi. 

Tíbetur verður alt ikki blakað burtur, sum Elin skrivar, og í november í fjør kom enn ein bók hjá henni út við heitinum ‘Fornt’, sum er ein spennandi søga, ið snýr seg um tað flótandi markamótið millum veruleika, telduspøl og føroyskar sagnir.

FAKTA
Elin á Rógvi 
Fødd í 1976
Rithøvundur 
Arbeiðir í Kringvarpi Føroya, har hon ger útvarp og sjónvarp til børn

Útvaldar útgávur: 
Mánalýsi, krimisøga fyri børn, 2007
Eg sá eingil, útvarpsjólakalendari, 2010
Sangur í mjørka, sjónleikur, 2013
Og mamma!, barnabók, 2014
Nivinaja, útvarpsjólakalendari, 2014
Eg eri ein prinsessa, barnabók, 2017
Flytifuglar, krimisøga, 2023 
Fornt, ungdómsbók, 2024 

Heiðrar: 
2007: Vann norðurlendska kapping at skriva barnabókahandrit (Mánalýsi) 
2013: Vann kapping hjá Havnar Sjónleikarfelag um at nýta barnarímurnar hjá H.A. Djurhuus í sangleiki
2014: Barnamentanarvirðirløn Tórshavnar býráðs 
2015: Tilnevnd Barna- og ungdómsbókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins
2023: Barna- og ungdómsmentanarvirðisløn Útnorðurráðsins fyri Flytifuglar