Ferðatreytir
Frá 1. november 2026 tók Atlantic Airways nýggj ferðaseðlasløg í nýtslu.
Við nýggju ferðaseðlasløgunum fært tú fjølbroyttari valmøguleikar.
Sum nakað nýtt kanst tú ferðast bíligari uttan innskrivað viðføri. Nýggi Lætt-ferðaseðilin er til tín, sum ferðast við handviðføri.
Her kanst tú síggja ein kunningarfilm um nýggju ferðaseðlasløgini
Ferðir, sum eru keyptar áðrenn 3. september 2026, eru framvegis fevndar av gomlu ferðaseðlasløgunum og treytunum, eisini um ferðin er eftir 1. november 2026.
Ferðatreytir síggjast her.
Samlaðu ferðatreytir síggjast undir her:
| Lætt | Hent | Vítt | |
|---|---|---|---|
| Farleið | Allar | Allar | Allar |
| Matur*) | Til keyps | Til keyps | Til keyps |
| Fast Track**) | Har tøkt | ||
| Atgongd til lounge ***) | Har tøkt | ||
| Innskrivað viðføri | 1 stk. á 23 kg | 2 stk. á 23 kg | |
| Taska undir setrið | 1 x (40x30x15 cm) | 1 x (40x30x15 cm) | 1 x (40x30x15 cm) |
| Handviðføri | 1 x 8 kg (55x40x25cm) | 1 x 8 kg (55x40x25cm) | 1 x 8 kg (55x40x25cm) |
| Súlubonus | 250 stig500 stig (SÓL) | 500 stig1.000 stig (SÓL) | 1.000 stig2.000 stig (SÓL) |
| Broyting av ferðadegi og/ella farleið | 650 DKK/stk + møg. prísmun | 650 DKK/stk + møg. prísmun | 0 DKK + møg. prísmun |
| Navnabroyting ****) | 600 DKK | 600 DKK | |
| Kann endurgjaldast *****) | |||
| Vel stól við innskriving ókeypis | |||
| Vel stól við bílegging | Til keyps | Til keyps | |
| No show | Ferðin mist | Ferðin mist | Kann broytast ella endurgjaldast innan 1 ár |
| 24 tímar angrirætt | |||
| Samanseting av ferðaseðlasløgum | |||
| Avsláttur fyri børn undir 12 ár (sum sita í egnum stóli) | 35% av grundprísinum | 35% av grundprísinum | 35% av grundprísinum |
| Avsláttur fyri børn undir 2 ár (uttan egnan stól) | 90% av grundprísinum | 90% av grundprísinum | 90% av grundprísinum |
*) Til/frá Edinburgh og Keflavík rutum er ikki møguligt at bíleggja mat fyri fráferð. Tó er eitt avmarkað úrval til keyps umborð.
**) Fast-track tøkt í Keypmannahavn, Billund, Oslo, Aalborg, París og Keflavík.
***) Lounge atgongd er bert við fráferð úr Keypmannahavn, Billund, Oslo, Edinburgh, París ella Reykjavík. Vítt gevur atgongd til fylgjandi: Keypmannahavn – Carlsberg Aviator Lounge, Billund – King Amlet Lounge, Aalborg – Aalborg Airport Lounge, Oslo – OSL Lounge International, Keflavík – Icelandair Saga Lounge, Edinburgh – Turkish Airlines Lounge, París - EXTIME Lounge, London - Plaza Premium Lounge London Gatwick
****) Navnabroyting og endurgjald av ferðaseðlum kann bert avgreiðast gjøgnum Kundatænastuna (tlf. +298 34 10 00). Legg til merkis, at navnabroyting er bert gjørlig, áðrenn fyrstu fráferð. Tvs., at er talan um ein ferðaseðil aftur og fram, er bert gjørligt at broyta navn, áðrenn útferðin verður brúkt.
*****) Undantøk viðvíkjandi avgjøldum kunnu vera galdandi fyri børn 11 ár og yngri.
- Møtir tú ikki upp til fráferð: Lætt og Hent — hesin partur av ferðini er mistur. Hetta er eisini galdandi fyri samanhangandi ferð, t.d. Vágar–Keypmannahavn–Oslo.
- Eyka viðføri, 1 stk. upp til 23 kg: við bílegging á netinum upp til tríggjar tímar áðrenn fráferð 249 DKK/stk.; á flogvøllinum við innskriving 350 DKK/stk. Tungt viðføri frá 23,1–32 kg: +250 DKK.
- Fyri bíleggingar gjøgnum Kundatænastuna verður eitt avgreiðslugjald á 275 DKK lagt omaná prísin. Fyri broytingar gjøgnum Kundatænastuna er avgreiðslugjaldið 200 DKK fyri hvønn ferðandi.
- Aðrar treytir kunnu verða galdandi á samanhangandi ferðum við øðrum flogfeløgum.



