Tíðindi
Her kanst tú lesa tíðindi frá Atlantic Airways

27. mars 2026
Listaflog 2026 fer til Vónbjørt Vang og Tøgn
Aftur í ár letur Atlantic Airways 125.000 kr í stuðli frá stuðulsskipanini Listaflog, og í ár hevur stuðulsnevndin valt, at stuðulin fer til føroyska folk-popp-bólkin Tøgn og rithøvundin Vónbjørt Vang.
7. januar 2026
Kærleiki við fyrsta eygnabrá
Í eina fjórðingsøld hevur hann stjórnað Føroya Symfoniorkestri, men á nýggjárinum takkar Bernharður Wilkinson fyri seg og stjórnar orkestrinum fyri seinastu ferð. Maðurin við føroyska-bretska samleikanum og íblástri úr Íslandi hevur um nakar sett dám á og ment klassiska tónleikaumhvørvið í Føroyum. Sjálvur sigur hann, at talan var um kærleika við fyrsta eygnabrá. Nú vil hann uppliva heimin av nýggjum
25. november 2025
Seinferð – eitt mótspæl til skjótu ferðina í samfelagnum
Meðan onnur leita út í heim, leitar Lea Kampmann heim aftur. Meðan fólk flest seta ferðina upp, setur 27 ára gamla tónlistakvinnan ferðina niður. Útgávan ‘Seinferð’ er ein uppreistur móti nógvu ferðini í okkara samfelag í dag. Ein sansandi ferð inn í føroysku náttúruna, sum hvørki kann temjast ella stýrast til at seta ferðina upp. Ein ferð til røturnar og lívið hjá Leu heima í Vestmanna í Føroyum.
19. november 2025
Frá sveisiskum kirsuberjum til Michelin-stjørnur í Føroyum
Tá ið Karin Visth í 2013 kom til Føroya at arbeiða sum vínserfrøðingur í KOKS, roknaði hon ikki við, at hon fleiri ár seinni fór at hava uppbygt sær eitt lív her við føroyskum manni og børnum. Nærlagdi víntænarin úr Sveis eigur stóran lut í ótrúligu ferðini hjá KOKS móti Michelin-stjørnunum, og hvønn dag gevur hon sítt íkast til menningina av Føroya gastronomisku framtíð
16. oktober 2025
Rithøvundur var ikki mín upprunaliga ætlan
Tað er ikki fyrr enn nýliga, at Elin á Rógvi av álvara er farin at kalla seg rithøvund. Upprunaliga var tað ikki tað, hon ætlaði. Men í roynd og veru kundi hon ikki lata vera. Har var ov nógv, ið mátti út. – Eg minnist, at eg hevði eina diskettu, og har stóð ‘Plan b’ á. Tað var í roynd og veru plan b, at eg setti meg at skriva, sigur Elin á Rógvi28. mars 2025
Listaflog 2025 fer til bókmentir og dans
Á 37 ára degnum fyri fyrstu flogferðina hjá Atlantic Airways, letur flogfelagið enn eina ferð fíggjarligan stuðul gjøgnum stuðulsskipanina Listaflog.
2. februar 2025
Bjartir hondbóltsdagar
Bjarta Osberg Johansen og hinar á hondbóltslandsliðnum hava fingið nógv burtur úr lítlum. Í november skulu tær spæla endaspæl á fyrsta sinni
24. oktober 2024
Eg óttist líkasælu og intellektuellan dovinskap
Tað er so lætt at falla fyri freistingum og gerast offur fyri mentanarídnaðinum. Tað heldur yrkjarin Beinir Bergsson, ið óttast spíssborgarligu tilveruna sum eitt ótilvitað menniskja á ferð gjøgnum lívið. Lagnan og undirgrundsmentanin í høvuðsstaðnum hava kynt upp undir blómandi yrkjaran
14. august 2024
Vit kenna okkum heima í Føroyum, men verðin er okkara heim
Í summar flyta tær fimm nunnurnar í Føroyum av landinum, tí eftir 93 ár gevst fransiskanarsystralagið her á klettunum. – Tað er sorgblítt at siga Føroyum farvæl, men vit gleðast um, at katólska kirkjan heldur fram, og vit ivast ikki í, at vit fara at fóta okkum í øðrum kleystri, siga systrarnar. Ein grundarsteinur í kallinum hjá Fransiskanarasystrunum er at síggja allan heimin sum sítt heim og at boða gleðiboðskapin til øll
8. august 2024
Supermodell av tilvild
Hann lurtar eftir Tinganesti og Vágaverki, men verður samstundis flogin kring allan heimin til myndatøkur fyri nøkur av heimsins størstu klædnamerkjum. Meðan vinmenninir enn búgva í heimbygdini Miðvági, býr hann í Nashville saman við unnustuni, sum er altjóða poppstjørna. Í mótaheiminum er 22 ára gamli Jegor Antonov Venned supermodell, men í sínum egna hugaheimi er hann bara ein vanligur bygdardrongur úr Miðvági við einum óvanligum arbeiði
9. januar 2024
Hondbóltsføroyar í framlopi
Føroysk ítróttasøga varð skrivað, tá ið Føroyar fyrst bastu Ukraina í høllini á Hálsi og síðan nakrar dagar seinni á fyrsta sinni vunnu seg víðari til fyrsta EM-endaspæli í hondbólti – hondbóltshýrurin í Føroyum hevur sjáldan verið betri
11. desember 2023
Ljóðmúrurin sprongdist, og heimurin fór at sprota
Ásannandi, at tað bert eru eini 90 ár síðan, at føroyskt mál varð viðurkent sum undirvísingarmál, og at tað bert tekur eitt ættarlið at syndra eitt mál, so er tað einki løgið, at Jonhard Mikkelsen er ein ótolin maður. Hann er ágrýtin og avgjørdur, og eiðir smoyggja seg inn ímillum orðini. Men tað er ikki av málsligari armóð, at hann tekur harðliga til - tvørturímóti er tað fyri at undirstrika álvaran í tí, hann tosar um. <br />Maðurin, sum stjórnar Sprotanum, hevði als ikki væntað, at hetta, sum hendi, skuldi henda. At navnorðið Sprotin (ein sproti) skuldi knoðast til eitt sagnorð, og at tað fór at bera øllum til at sprota. Slíkt hendir bara í hendinga førum.<br />
5. oktober 2023
Kærleikin til fuglalív og náttúru drívir verkið
Einki bókaverk hevur selt meira á forlagnum Sprotanum enn verkið ‘Fuglar okkara’, sum Silas Olofson og Jórun Pólsdóttir hava lagt til rættis. Tað er kærleikin til fuglalív og náttúru, sum hevur drivið verkið, siga høvundarnir. ‘Fuglar okkara’ er stórverk í trimum bindum og við hópi av myndum av fugli í Føroyum
28. mars 2023
– At vísa veruleikan, sum hann er, er heilt natúrligt fyri meg
Soleiðis sigur Brimheim, sum er í holt við at sláa sítt navn fast sum nýggja rokksangarinnan á norðurlendska himmalhválvinum. Hennara erligheit í tekstum og framførslum hava vakt ans, og hon verður samanborin við tær heilt stóru rokksangarinnurnar í modernaðari rokksøgu. Men aftan fyri djørvu kvinnuna finna vit eina smædna gentu, sum er drivin av erligheit og nærveru28. mars 2023
Atlantic Airways 35 ár: New York, styrkt súluskipan og nýtt ferðamál
Føroyska tjóðarflogfelagið Atlantic Airways fyllir 35 ár í dag. Og tað skal hátíðarhaldast - árið verður eitt spennandi ár við fleiri merkishendingum.Á farstøðini á flogvøllinum fáa ferðandi og vitjandi kaffi og okkurt gott afturvið, og eisini umborð verður gjørt eitt sindur eyka burturúr.28. mars 2023
Fimti Listaflog-stuðulin frá Atlantic Airways verður latin Brimheim
Aftur í ár letur Atlantic Airways 100.000 krónur gjøgnum stuðulsskipanina Listaflog. Stuðulsskipanin, sum varð sett á stovn í sambandi við, at flogfør og tyrlur fingu nøvn eftir mætum føroyskum listafólkum, letur hvørt ár fíggjarligan stuðul til føroysk listafólk og/ella listaverkætlanir.
11. februar 2023
Føroyska TikTok-fyribrigið Reiley stendur á gáttini til altjóða tónleikagjøgnumbrotið
Rani Petersen úr Havn hevur 10 milliónir fylgjarar á TikTok og plátusáttmála við heimskenda plátufelagið Atlantic Records, og nú stendur Rani á gáttini til stóra altjóða gjøgnumbrotið sum sítt annað ego, poppstjørnan Reiley. Men ferðin móti altjóða popptindunum byrjaði í dreingjakamarinum í barndómsheiminum í Havn28. oktober 2022
Atlantic Airways varpar ljós á ósjónlig brek og gerst partur av Sólblómuskipanini
Sum fyrsta fyritøka í Føroyum og fyrsta norðurlendska flogfelag er Atlantic Airways nú vorðið partur av Sólblómuskipanini, og flogfelagið kann nú bjóða teimum, ið hava tørv á tí, Sólblómubandið, tá tey skulu ferðast.
