Serligt viðføri
Her finnur tú kunning um, hvussu tú skalt gera, um tú ferðast við serligum viðføri sum t.d. kavatútgerð, skíðum, ljóðføri o.ø.
Leiga av flutningstaskum
Tá tú ferðast til/frá flogvøllunum í Keypmannahavn, Aalborg ella Billund, kanst tú leiga flutningstaskur til stórt viðføri, sum t.d. barnavognar, barnastólar og súkklur.…Djór (bara innan Schengen)
Atlantic Airways góðtekur, at livandi djór (bara hundur og ketta) verða flutt í lastini ella kabinuni eftir heilt serligum treytum. Ferðandi við djórum skulu kekka inn í minsta…Súkklur
Bestu ráðini eru at pakka súkkluna í súkklutasku ella kuffert. Eingin skráseting er kravd frammanundan. Ferðast tú uttan súkklutasku, skalt tú snara róðrinum eitt fjórðingsumfar,…Bilstólar
Tað ber til at hava bilstól við umborð til pinkubørn. Um tú vilt hava bilstól við umborð, skalt tú bíleggja barnaferðaseðil til pinkubarn títt og tískil rinda sama prís sum fyri…Kavaraútgerð
Kavaraútgerð kann fevna um trýstfløsku (tóm), eitt sett við regulatori og octopussi, ein vest, eina kavaragrímu, fitjar, eitt snorkul umframt lykt (lykt og battarí skulu vera…Fiskiútgerð
Tráður skulu í rør úr slagføstum tilfari. Fiskiútgerð verður roknað sum eitt stykki av viðføri.Matvørur
Privatur flutningur av matvørum til Danmarkar Les hvørjar reglur eru galdandi á økinum á heimasíðuni hjá Fødevarestyrelsen . Privatur flutningur av matvørum til Íslands Les meira…Golftaska
Í golftaskuni kunnu í mesta lagi vera 14 golfkylvur, 12 golfbóltar og einir golfskógvar. Golftaskan verður roknað sum eitt stykki av viðføri.Ljóðføri
Ljóðføri kunnu havast við í kabinuna, um mátini á ljóðførinum ikki fara upp um mátini fyri handviðføri (55 x 40 x 23 cm) og viga í mesta lagi 8 kg. Vilt tú hava ljóðføri við í…Málningar og onnur list
Málningar, sum ikki eru størri enn mest loyvdu mát (55 x 40 x 25), kunnu verða tikin í kabinuna. Størri málningar mugu verða væl innpakkaðir, tí teir skulu í lastina. Viðførið…Plantur, fræ og plantuvørur
Um tú ferðast við plantum, fræum ella øðrum plantuvørum í viðførinum, skalt tú vera varug/ur við, at serligar reglur kunnu vera galdandi fyri inn- og útflutning. Reglurnar kunnu…Barnavognar/klappvognar
Ferðast tú við barni, kanst tú hava barnavogn/klappvogn við ókeypis sum innskrivað viðføri. Vognurin telur ikki sum eitt stykki av viðføri - hvørki hjá tær ella barninum. Ber til…Skíðir/snowboard
Skíðútgerðin skal vera væl innpakkað. Skíðútgerð verður roknað sum eitt stykki av viðføri.Surfboard/kiteboard
Kiteboard við segli og aðrari útgerð skal verða pakkað niður í tasku. Hvør taska verður roknað sum eitt stykki av viðføri.Vatnskíðir
Einar standardskíðir, einar slalomvatnskíðir ella eitt wakeboard kunnu vera í hvørjari skíðtasku. Útgerðin verður roknað sum eitt stykki av viðføri.Vápn
Ferðast tú við vápni, skalt tú upplýsa hetta, tá ið tú bíleggur ferðaseðilin, og skal flutningurin váttast av Atlantic Airways. Skotvápn skulu verða skrivað inn. Galdandi er, at…Koyristólur
Hjá Atlantic Airways verða koyristólar altíð fluttir uttan kostnað. Til tess at tryggja, at tú fært ta hjálp, tær tørvar, heita vit á teg at skráseta koyristólin, tá ið tú…Windsurfing/hangglider
Eitt windsurfingbretti, eitt segl og ein bummur skulu verða pakkað í eina tasku. Útgerðin verður roknað sum eitt stykki av viðføri.Lithium-battarí
Tú hevur loyvi at hava við tær battarí upp til 100Wh í hondviðførinum. Er battaríið millum 100 - 160Wh skalt tú hava loyvi frá Atlantic Airways til flutningin.
