Barnavognar/klappvognar
Ferðast tú við barni, kanst tú hava barnavogn/klappvogn við ókeypis sum innskrivað viðføri. Vognurin telur ikki sum eitt stykki av viðføri - hvørki hjá tær ella barninum.
Ber til at taka vognin sundur, eigur tað altíð at verða gjørt. Pakka hvønn partin í plastposa ella aðra verju. Vit hava serligar plastposar á skrivstovuni hjá Atlantic Airways á flogvøllinum fyri DKK 40 /stk. Legg til merkis, at bert barnavognurin/klappvognurin skal verða pakkaður í plastposan.
