Inn- og útflutningur av plantum, fræum og plantuvørum
Um tú ferðast við plantum, fræum ella øðrum plantuvørum í viðførinum, skalt tú vera varug/ur við, at serligar reglur kunnu vera galdandi fyri inn- og útflutning. Reglurnar kunnu vera ymiskar alt eftir, hvørjum landi tú ferðast til ella úr, og hvørja plantu ella plantuvøru talan er um.
Endamálið við reglunum er millum annað at fyribyrgja, at plantusjúkur og skaðadjór verða flutt millum lond. Tí kunnu ávísar plantur, fræ, gróðursetingartilfar og aðrar plantuvørur vera fevnd av krøvum um loyvi, váttanir ella eftirlit. Í summum førum kann eisini vera bannað at hava ávísar plantur ella plantuvørur við sær.
Danska landbúnaðarmálaráðið hevur ábyrgdina av markaeftirlitinum av livandi plantum, fræum og plantuvørum annars. Les meira um hetta HER.
