Bilstólar
Tað ber til at hava bilstól við umborð til pinkubørn. Um tú vilt hava bilstól við umborð, skalt tú bíleggja barnaferðaseðil til pinkubarn títt og tískil rinda sama prís sum fyri 2-11 ára gomul børn, tí við bilstóli skal barnið hava egið setur. Bilstólurin kann annaðhvørt vera fram- ella afturvendur, og verður spentur fastur í setrið við síðuna av tínum. Tá tú bíleggur setur til bilstól, skalt tú seta teg í samband við Kundatænastuna +298 341000
Innskrivaður bilstólur er ókeypis.
