Skip to main content
Atlantic Airways Logo

Vápn

Ferðast tú við vápni, skalt tú upplýsa hetta, tá ið tú bíleggur ferðaseðilin, og skal flutningurin váttast av Atlantic Airways. Skotvápn skulu verða skrivað inn. Galdandi er, at ferðandi skulu boða innskrivingarfólki á flogvøllinum frá, at tey vilja skriva vápn inn sum viðføri.

Tað er eitt gjald á DKK 400 hvønn veg at ferðast við vápni. 

Ferðast tú við vápni og lóðri, skalt tú altíð upplýsa:

  • At tú hevur galdandi vápnaloyvi
  • At vápnið ikki er løtt
  • At vápnið, um tað ber til, er tikið sundur, og hvør staklutur pakkaður fyri seg í taskur, sum tú skrivar inn

Lóður verður mett sum vandamikið góðs og skal verða goymt í upprunapakningi, sum verjir móti hørðum stoyti

Lóðrið skal verða pakkað saman við tí týðandi partinum av vápninum ella fyri seg í eini tasku, sum tú skrivar inn. Tú kanst í mesta lagi hava 5 kg av lóðri við tær.