Skip to main content
Atlantic Airways Logo

Djór (bara innan Schengen)

Atlantic Airways góðtekur, at livandi djór (bara hundur og ketta) verða flutt í lastini ella kabinuni eftir heilt serligum treytum. Ferðandi við djórum skulu kekka inn í minsta lagi 1,5 tíma áðrenn fráferð.

Atlantic Airways hevur ikki ábyrgd av, at djór hava øll neyðug ferðaskjøl, so sum innanríkis- og uttanríkisloyvi, heilsuváttan ella onnur neyðug ferðaskjøl í sambandi við, at djórið fer til ella ferðast gjøgnum eitthvørt annað land. Álagt er teimum ferðandi at gjalda allar bøtur ella allan eykakostnað, sum flogfelagið fær í sambandi við, at djór eru við á ferðini.

Atlantic Airways mælir øllum ferðandi, sum skulu ferðast við hundi/kettu, at seta seg í samband við djóralækna fyri at tryggja sær, at djórið klárar eina flogferð. Atlantic Airways hevur hvørki djóralækna í teimum ymsu floghavnunum ella við á ferðini.

Ferðandi, sum ferðast við djórum, skulu fylla út hetta oyðublaðið HER. Tað skal latast kekk-inn, tá ið tú fert avstað.

Non-Schengen: livandi djór til Stórabretlands verða send sum frakt.

Vinaliga legg til merkis, at ferðast tú við djórum, skal hetta bíleggjast frammanundan og í seinasta lagi 48 tímar áðrenn fráferð. Flutningurin skal bíleggjast, har tú hevur keypt tín ferðaseðil. Hevur tú keypt ferðaseðilin hjá Atlantic Airways, kanst tú ringja til okkum á tlf. 34 10 00 ella skriva til [email protected]