Ljóðføri
Ljóðføri kunnu havast við í kabinuna, um mátini á ljóðførinum ikki fara upp um mátini fyri handviðføri (55 x 40 x 23 cm) og viga í mesta lagi 8 kg.
Vilt tú hava ljóðføri við í kabinuna, sum er størri enn hesi mát (max. 140x46x30cm), skalt tú seta teg í samband við kundatænastu okkara. Tú mást bíleggja tín egna ferðaseðil og eitt eyka setur til ljóðførið fyri galdandi ferðaseðlaprís samstundis.
Um tú skrivar ljóðførið inn, skal tað vera í hørðum húsa, og verður tað roknað sum eitt stykki av viðføri.
