Skip to main content
Atlantic Airways Logo

Lithium-battarí

Atlantic Airways fylgir leiðreglunum hjá IATA um flutning av battaríum. 

Øll leys battarí og battarídrivin tól s.s. telefonir, teldur og orkubankar skulu ikki verða í viðførinum, sum skal skrivast inn.

Tú hevur loyvi at hava við tær battarí upp til 100Wh í hondviðførinum. Er battaríið millum 100 - 160Wh skalt tú hava loyvi frá Atlantic Airways til flutningin. Tað fæst við at skriva til [email protected] Battarí og orkubankar størri enn 160Wh kunnu ikki flytast við flogfari. 

Tað er ikki loyvt at hava við sær Personal Movement Devices (PMD) við lithiumbattaríum (t.d. hoverboard, solowheels, segway o.s.fr.. Alt slíkt verður sent sum frakt.

Ikki er loyvt at nýta elektroniskar sigarettir umborð á flogførunum hjá Atlantic Airways. Tær skulu verða verandi í handviðførinum á ferðini. Sama er galdandi fyri elektroniskar pípur og sigarir.