Skip to main content
Atlantic Airways Logo

Kolsýrupatrónir

Kolsýrupatrónir til eitt nú súkklupumpur ella bjargingarvestar:

Tú kanst í mesta lagi hava 4 smáar kolsýrupatrónir við, sum hvør vigar í mesta lagi 28 g, í handviðførinum ella í innskrivaða viðførinum. Gev gætur, at tú skalt boða flogfelagnum frá hesum, tá ið tú innskrivar teg.

Kolsýrupatrónir, sum eru størri enn 28 g, til eitt nú eina sodavatnsmaskinu, eru ikki loyvdar í viðførinum.