Flogið verður millum Vágar og Stewart flogvøllin, sum liggur ein góðan tíma uttanfyri New York. Flogtíðin verður umleið sjey tímar.
Tað verður skipað fyri bussflutningi inn til býin í sambandi við komunar hjá Atlantic Airways, sum tú kanst lesa meira um niðanfyri.
Vinaliga legg til merkis, at tað er neyðugt við passnummari hjá øllum ferðandi, tá ið tú bíleggur ferðaseðil til New York.
Vit hava savnað nøkur prei til tín - tey finnur tú HER.
Niðanfyri er ein vegleiðing til, hvussu tú bíleggur pláss við snarbussinum av Stewart flogvøllinum inn í býin.
Eisini er vegleiðing til ESTA og APIS skráseting - ið er krav fyri at sleppa inn í USA.
Vinaliga set teg væl inn í hesi viðurskifti í góðari tíð áðrenn tína fráferð.
Í sambandi við komur og fráferðir í New York verður skipað fyri snarbussi inn í býin, sum serliga er ætlaður til ferðandi við Atlantic Airways.
Tá ið tú lendir í Stewart International Airport í New York, viðmæla vit at bíleggja pláss við bussinum.
Bussurin koyrur beinleiðis til bussterminalin beint við til Time Square uttan steðg. Ein ferðaseðil við bussinum kostar USD 25 fyri hvønn + USD 3.99 fyri hvørja bílegging. Túrurin tekur 90 minuttir. Tað er lætt og ómakaleyst!
Bílegg pláss við bussinum HER
TÁ IÐ TÚ LENDIR Í NEW YORK
TÁ IÐ TÚ SKALT HEIM ÚR NEW YORK
The Electronic System for Travel Authorization (ESTA) er ein sjálvvirkandi skipan, sum finnur útav, hvørt tú hevur rætt til at ferðast til USA gjøgnum sonevndu Visa Waiver skipanina.
Øll, sum ferðast til USA gjøgnum Visa Waiver skulu senda sítt ferðaloyvi inn í seinasta lagi 72 tímar áðrenn fráferð, og eisini skulu ferðandi vísa loyvið, áðrenn tey fara umborð á flogfarið til USA.
Tú kanst søkja um ESTA við at á leinkjuna niðanfyri (letur upp í nýggjum kaga).
Tú skalt útflýggja okkum smálutir um øll ferðandi áðrenn fráferð - talan er um "Advanced Passenger Information" APIS. Hetta er eitt krav frá myndugleikunum í USA.
Vit hava tørv á hesum frá tær:
Amerikanskir myndugleikar krevja, at børn yngri enn 18 ár hava skrivliga váttan frá báðum foreldrum/verjum ella tí foreldri/verja, ið ikki er við á ferðini, tá børn ferðast við øðrum ella bara annað foreldrið er við á ferðini. Váttanin skal vera á enskum.
Neyðugt er við váttan í hesum førunum:
Tú kanst lesa meira um hetta, og hvussu váttanin skal gerast á heimasíðuni hjá ESTA (letur upp í nýggjum kaga).
Vinaliga set teg inn í møguligar Covid-19 ferðaavmarkingar og ferðaávaringar. Tað kann m.a. gerast á heimasíðuni hjá danska uttanríkisráðnum HER.
Íbúgvatal | 8.460.000 |
Tíðargeiri | GMT-4 |
Mál | Enskt |
Gjaldoyra | USD |