Skip to main content
Atlantic Airways Logo

Tenerife

sól alt árið

Ferðaætlan

Beinleiðis fráferðBeinleiðis heimferð

2026
oktober
mátýmihófrlesu
november
mátýmihófrlesu

Í 2026 hava vit fýra fráferðir til Tenerife frá 7. til 27. oktober.

Tenerife er kent fyri gott veðurlag, og har eru nógv ymisk spennandi øki at velja ímillum. Bæði landslag og veður broytast eftir, hvar á oynni tú ert. Her finnur tú lívlig ferðafólkaøki við strondum, handlum og matstovum, men eisini friðarligari støð, har tú kanst njóta feriuna í róligari umhvørvi.

Í sunnara partinum av oynni er vanliga turrari og meira sól, meðan norðursíðan er grønari og fær meira avfall. Er sól og hiti høvuðsendamálið við ferðini, er best at velja eitt stað við strondina á suður- ella vestursíðuni.

Tenerife og kanarisku oyggjarnar sum heild hóska seg væl til teirra, ið dámar væl at sóla sær á mjúkum sandstrondum, til tey aktivu, til tey, ið vilja liggja við svimjihylin allan dagin, til tey sólglaðu... Ja, í stuttum til tey flestu!

Fakta um Tenerife

Íbúgvatal950.000
TíðargeiriGMT
MálSpanskt
GjaldoyraEUR
  • Costa Adeje – sól, strendur og fjølbroytni

    Costa Adeje – sól, strendur og fjølbroytni

    Costa Adeje hóskar væl til tín, sum vilt hava strond, matstovur, handlar og góð hotell nærhendis. Serliga økini kring Playa del Duque og Fañabé eru væl umtókt. Her er nógv lív, men eisini góðir møguleikar at njóta róligar dagar við strondina.
  • Los Cristianos – samein býarlív og strond

    Los Cristianos – samein býarlív og strond

    Los Cristianos hevur bæði strond, havn, matstovur, kaffihús og handlar. Býurin er livandi uttan at vera eins merktur av náttarlívi sum Playa de las Américas. Eitt gott val til tín, sum vilt hava nógv á einum stað.
  • Playa San Juan – til tín, sum leitar eftir friði

    Playa San Juan – til tín, sum leitar eftir friði

    Playa San Juan er róligari enn tey størri ferðafólkaøkini. Við sjógvin eru matstovur, kaffihús og ein hugnalig gonguleið. Staðið hóskar væl til tín, sum vilt hava ein friðarligari dám og færri ferðafólk.
  • Playa de las Américas – til tín, sum vil hava meira lív

    Playa de las Américas – til tín, sum vil hava meira lív

    Her eru nógv ferðafólk, matstovur, barrir, handlar og náttarlív. Økið hevur eisini strendur og nógv undirhald bæði um dagin og um kvøldið. Eitt gott val, um tú vilt hava ferð á og nógvar valmøguleikar.
  • Puerto de la Cruz – býarlív á norðursíðuni

    Puerto de la Cruz – býarlív á norðursíðuni

    Puerto de la Cruz hevur býarlív, strond og ein meira lokalgan dám enn nógv av økjunum sunnanfyri. Her finnur tú eisini Lago Martiánez og Loro Parque. Norðursíðan er grønari, og veðrið kann vera eitt sindur meira skiftandi.
  • Los Gigantes – klettar, havn og róligari dagar

    Los Gigantes – klettar, havn og róligari dagar

    Los Gigantes er kent fyri teir høgu klettarnar fram við strondini. Í økinum eru havn, matstovur og møguleikar fyri bátatúrum. Eitt gott val, um tú vilt hava náttúru og eitt róligari ferðamál.
  • Ein virkin feria

    Ein virkin feria

    Tenerife er væl egnað til tín, sum vilt hava rørslu á feriuni. Her kanst tú snorkla, rógva kajakk, surfa, súkkla og fara gongutúrar í fjøllunum. Oyggin hevur bæði strendur, skóg, fjallavegir og gosfjallalandslag, so møguleikarnir eru nógvir. El Médano er serliga kent fyri vind- og kitesurfing, meðan fjallaøkini eru væl umtókt millum súkklarar og gongufólk.
  • Teide og náttúran

    Teide og náttúran

    Teide er eitt av mest eyðkendu støðunum á Tenerife. Gosfjallið liggur mitt á oynni og er hægsti tindur í spanska ríkinum. Í náttúruøkinum kring Teide kanst tú ganga túrar millum lavalandslag og sermerktar klettar, og fleiri merktar gonguleiðir eru í økinum. Náttúruøkið kring Teide er eisini á heimsarvslistanum hjá UNESCO.
  • Upplivingar á sjónum

    Upplivingar á sjónum

    Havið kring Tenerife bjóðar nógvar upplivingar. Her ber til at snorkla, kava, rógva kajakk ella fara báttúr. Økið millum Tenerife og La Gomera er eisini væl kent fyri hvala- og delfinskoðan, og skipaðir túrar fara regluliga úr havnum á suður- og vestursíðuni. Web Tenerife

Veðurlag

21°jan
21°feb
22°mar
22°apr
24°mai
25°jun
29°jul
29°aug
27°sep
26°okt
24°nov
22°des
Talva
—janfebmaraprmaijunjulaugsepoktnovdes
max21°21°22°22°24°25°29°29°27°26°24°22°
min15°15°15°16°17°19°22°23°21°20°18°16°