Skip to main content
Atlantic Airways Logo

Milano - har Italia byrjar

Ferðaætlan

Beinleiðis fráferðBeinleiðis heimferð

2027
juni
mifrlesu
juli
mifrlesu
august
mifrlesu
september
mifrlesu

Í 2027 flúgva vit til Milano hvønn mikudag frá 2. juni – 1. september.

Kom við til Italia - landið bjóðar ríka søgu, livandi mentan og gastronomi í heimsklassa. Frá Milano er stutt til kend vøtn, víngarðar, hugnaligar býir og fjølbroytta náttúru.

Her kanst tú sameina stórbýarlív, góðan mat, sól og útferðir. Sama um tú ferðast við familju, maka ella vinfólkum, so hevur Norðuritalia nógv at bjóða.

Fakta um Milano

Íbúgvatal1.370.000
TíðargeiriGMT+1
MálItalskt
GjaldoyraEUR

Familja, frítíð og fjølbroyttar upplivingar

Økið kring Milano er væl egnað til familjuferiu. Her eru tivoli, vatnlond, djóragarðar og spennandi útferðir, men eisini góðir møguleikar at slappa av við sjógvarnar ella svimjihylin.

  • Lago Maggiore

    Lago Maggiore

    Lago Maggiore er eitt friðsælt ferðamál við vøkrum landslagi, smáum býum og oyggjum. Her kanst tú m.a. svimja, sigla og fara útferðir í økinum.
  • Lago di Como

    Lago di Como

    Høg fjøll, søguligir bygningar og smáar bygdir geva Lago di Como sín serliga dám. Við báti kanst tú lætt vitja Bellagio, Varenna og Como.
  • Lago di Garda

    Lago di Garda

    Lago di Garda er størsta vatnið í Italia og eitt gott val til familjuferiuna. Her eru strendur, vatnítróttur, súkkling og kendar stuttleikaparkir fyri bæði børn og vaksin.

Vinfólk, víngarðar og vøkur minni

Ferðast tú við makanum ella vinfólkum, ber væl til at sameina góðan mat, vín og samveru. Steðga á í smáum býum, vitja víngarðar og uppliv eina róligari síðu av Italia.

  • Amarone og Ripasso í Valpolicella

    Amarone og Ripasso í Valpolicella

    Eystanfyri Milano liggur vínøkið Valpolicella. Kring Negrar, Fumane og San Pietro in Cariano kanst tú vitja víngarðar, smakka Amarone og Ripasso og sameina ferðina við ein dag í Verona.
  • Móti, matur og mentan í Milano

    Móti, matur og mentan í Milano

    Milano bjóðar m.a. søgu, list, mentan, shopping og matupplivingar. Vitja Duomo, La Scala og Galleria Vittorio Emanuele II, og set tíð av til kafeir, matstovur og handlar í miðbýnum.
  • Bergamo

    Bergamo

    Í Bergamo finnur tú eina róligari býaruppliving. Gang gjøgnum Città Alta, vitja Piazza Vecchia og síggj útsýnið frá teimum UNESCO-friðaðu múrunum kring gamla býin.

Upplivingar, útferðir og útsýni

Norðuritalia er eisini væl egnað til eina virkna ferð. Her kanst tú ganga í fjøllunum, súkkla fram við vøtnunum og leggja leiðina gjøgnum dalar og bygdir.

  • Gongutúrar í Dolomitunum

    Gongutúrar í Dolomitunum

    Dolomiturnar bjóða uppmerktar gonguleiðir fyri bæði byrjarar og roynd gongufólk. Millum grønar dalar og høgar tindar finnur tú eisini gistingarhús við lokalum mati.
  • Súkkling við Lago di Garda

    Súkkling við Lago di Garda

    Kring Lago di Garda eru súkkluleiðir á ymiskum torleikastigum. Ein løtt leið er túrurin úr Peschiera del Garda til Mantova, sum er um 37 kilometrar. Ynskir tú størri avbjóðing, kanst tú súkkla úr Riva del Garda móti Passo del Ballino og Lake Tenno.
  • Vatnítróttur á vøtnunum

    Vatnítróttur á vøtnunum

    Vøtnini í Norðuritalia eru væl egnað til m.a. túrar við seglbáti, kajakk og vindsurfing. Kring Riva del Garda og Torbole kanst tú leiga útgerð og luttaka á skeiðum ella skipaðum túrum.

Veðurlag

8°jan
11°feb
14°mar
19°apr
22°mai
27°jun
30°jul
29°aug
24°sep
19°okt
12°nov
8°des
Talva
janfebmaraprmaijunjulaugsepoktnovdes
max8°11°14°19°22°27°30°29°24°19°12°8°
min-1°2°4°8°13°18°20°20°15°11°5°1°