Gran Canaria
Í 2026 og 2027 flúgva vit beinleiðis til Gran Canaria eina ferð um vikuna frá 17. desember 2026 – 30. mars 2027.
Sera gott veðurlag alt árið, frálíkar strendur og góð tænasta lokka eina rúgvu av gestum til kanarisku oyggjarnar alt árið. Bæði Gran Canaria og Tenerife eru sera væl umtókt ferðamál bæði hjá stórum sum smáum.
Á Gran Canaria er tað serliga suðursíðan, ið dregir sólglaðu ferðafólk til sín. Har eru ein rúgva av frítíðarstøðum og gistingarhúsum við svimjihylum og øllum, ið har til hoyrir, so tú væl og virðiliga kanst løða battaríini og fylla d-vitamin-goymsluna.
Gran Canaria hóskar væl til teirra, ið dámar væl at sóla sær á mjúkum sandstrondum, til tey aktivu, til tey, ið vilja liggja við svimjihylin allan dagin, til tey sólglaðu... Ja, í stuttum til tey flestu!
Hevur tú fyrispurningar um Gran Canaria?
Ring 34 10 00 ella send ein teldupost til [email protected]
Vit eru til reiðar at hjálpa tær!
Fakta um Gran Canaria
| Íbúgvatal | 840.000 |
| Tíðargeiri | GMT |
| Mál | Spanskt |
| Gjaldoyra | EUR |
Ferðaætlan
Beinleiðis fráferðBeinleiðis heimferð
Veðurlag
Talva
| — | jan | feb | mar | apr | mai | jun | jul | aug | sep | okt | nov | des |
|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|---|
| max | 20° | 21° | 21° | 22° | 24° | 25° | 28° | 28° | 27° | 26° | 24° | 22° |
| min | 16° | 16° | 16° | 17° | 18° | 20° | 22° | 23° | 22° | 21° | 19° | 17° |


